Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. februar 2015 FAROESE MUSIC AWARDS FMA 2015 Annað árið á rað verður Norðurlandahúsið karmur um føroysku tónlistavirðislønirnar, Faroese Music Awar- ds, sum fagna føroyskum tónleiki. Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið skipa í felag fyri tiltakinum, har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað. Fyrsta tiltakið varð sera væl móttikið – bæði av almenninginum og ikki minst tónleikarunum. Tí var eingin ivi um, at FMA, sum savnar og fevnir um allan tónleik, skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Leygardagin 14. mars kl. 19.00. Kostnaður: 200 kr. TÓNLEIKUR FRAMSÝNING MENTAN í Føroya heitasta húsi KONSERT Stjørnuuppliving við Føroya Symfoniorkestri Henda sólarmyrkingardag tekur Føroya Symfoniorkestur okkum á ferð út í alheimin og gevur okkum eina stjørnu- uppliving við heimskenda verkinum Planetirnar eftir Gustav Holst. Eisini sleppa vit at hoyra virðislønta klaver- snillingin Mattias Kapnas, sum fer at fram føra 3. klaverkonsert eftir Béla Bartók. 20. mars kl. 15.00 og kl. 20.00. Kostnaður: 150 kr. FRAMSÝNING KVINNUDAGURIN Kvinnudagurin verður hátíðarhildin við framsýning, kjaki, undirhaldi og øðrum tiltøkum, har øll eru vælkomin at luttaka. Margfeldi er ein av høvuðsyvirskriftunum umframt at vit seta spurningin, hvussu kvinnur brúka sína rødd. 8. mars kl. 14.00 - 17.00 Ókeypis atgongd TÓNLEIKAKAPPING Stella Polaris 2015 Heili 42 tónleikarar í ymsum aldri og við ymsum ljóðførum eru við í tónleikakappingini Stella Polaris. Undanumførini verða hósdagin og fríggjadagin, og leygarkvøldið er Finalukonsert. Finalukonsert, 21. februar kl. 19.00. Kostnaður: 150 kr. KONSERT Triosmiðjan Dansk-føroyska jazztrioin, Triosmiðjan, tekur pulsin á føroyskum kvæðum við sínum impro- visatiónstónleiki. Trioin hevur framført á skúlum alla vikuna frammanundan í sambandi við Listaleypin, og hvør veit, um ikki nýskapt kvæði verða partur av konsertini. Framførslan er egnað til allar aldursbólkar og til familjur. Í Triosmiðjuni eru Martin Seier Pedersen, klaver, Torleik Mortensen, kontrabass, og Bjørn Heebøll, slagverk. 27. februar kl. 16.00. Kostnaður: 75 kr. KONSERT Marius útgávukonsert Vit hava áður hoyrt løgini Nærveran og Going Home, men á útgávukonsertini verða eisini fl eiri nýggj løg av fl øguni at hoyra. Útgávan, sum hevur fi ngið heitið Home/Heima, fæst bæði sum LP og CD og verður til sølu á konsertini. Við sær á pallin hevur Marius nakrar av landsins bestu tónleikarum: Mikael Blak, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Sakaris E. Joensen, og Magnus Johannesen. 28. februar kl. 20.00. Atgongumerki: 150 kr. Stella Polaris 21. februar Triosmiðjan 27. februar Gullfræið 27. februar Marius Útgávukonsert 28. februar Diabetesfelag Føroya 28. februar Diabetesfelag Føroya 1. mars Smáir tónasmiðir við Figura Ensemble 7. mars Starvsmannafelagið 7. mars Kvinnudagurin 8. mars Spreki 10.–11. mars Poetikus 11. mars FMA 2015 14. mars Stjørnuuppliving við Føroya Symfoniorkestri 20. mars Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Skrá Norðurlandahúsið