hósdagur 19. februar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. februar 2015
jarðarinnar
ftir at hava fingið tekniska,
søguliga og listarliga førningin
góðkendan, byrjaði hann
uppá ta fyrstu symfoniina, ið
nevndist Oceanic Days. Fimm
ár seinni, um túsundáraskiftið,
bleiv symfoniin frumframførd í Norður
landahúsinum í Føroyum. Tvey ár seinni,
í 2002, vann verkið honum tónleikaprís
norðurlandaráðsins and the rest is history,
sum sagt verður. Hann hevur skrivað verk
fyri allarflestu ljóðføri og ljóðførisbólkar,
kór og solistar. Í dag er Sunleif ein
sera upptikin tónasmiður við hópin av
bíleggingum: verkum, sum bíða eftir at
blíva til.
Júst nú hevur Sunleif sett síðsta
fermatin á nótablaðið á síni næstu symfoni
nevnd Earth Symphony. Undirritaði hevur
fingið innlit í nýggja tónleikaverkið, og sovorðið er
sjálvandi altíð forkunnugt. Vit sita og hyggja eftir
nótunum til verkið, sum ikki enn hevur ljómað – og
sostatt ikki veruliga er til enn.
Sunleif virkar serstakliga spentur upp á frum
framførsluna:
At skriva symfoni er sum at renna marathon –
haldi eg… og tað er ein serstakliga góð kensla, tá ein er
komin á mál, sigur Sunleif vísandi til, hvussu stríggið
tað kann vera at fyrireika – vónandi – innihaldsríka
tíð við so nógvum ljóðførum og tónatilfari.
Hvussu er við vanligu arbeiðs
umstøðunum hjá tónaskøldum í dag og
serliga hjá teimum, sum fáast við hetta
slagið av tónleiki, sum tú fæst við?
Ógvuliga nógv góð tónaskøld eru innan alskins
sjangrur, men tey eru lutfalsliga fá, sum skriva í júst
sama rúmi, sum eg skrivi í. Tey flestu skriva sjálvandi
populertónleik. Men spurningurin er kanska ikki
serliga í hvørjari sjangru, tú skrivar í, tá vit skulu
døma um, hvussu týdningarmiki úrslitið man vera,
men heldur um tú hevur eina persónliga rødd, og at tú
skrivar við serligum kravi um høgt hugflog, nærlagni
og lýtaloysi.
Avantgarde sjangran liggur í millum vanligan
populertónleik, og hevdbundnan klassiskan tónleik.
Onkur vildi kanska sagt, at avantgarde í roynd og
veru liggur frammanfyri hinar sjangrurnar, hetta tí
tónaskaldið altíð skal vera søkjandi, at hvørt einstakt
tónlistaverk skal umboða nakað egið og nýtt, fyri
yvirhøvur at fáa loyvi at vera til. Samstundis kann
vandin við hesum tónleikinum eisini vera listarligt
og tónleikaligt einsemi - tí tá sjangran verður mett at
vera smøl, so er tað sjálvandi sæð í mun til, hvussu
nógv fólk geva sær tíð til at lurta eftir tí, tónaskaldið
hevur skrivað. Úrslitini, tá ein setur sær tílík krøv,
kunnu sostatt vera sera ymisk.
Vit, sum skriva hendan tónleikin, liva av, at tón
leikabólkar og symfoniorkestur bíleggja tónleik, og
hesum viðvíkjandi havi eg lukkutíð ongar trupuleikar
havt. Symfoniin er t.d. liðug nú, men fleiri verk eru
eisini ávegis, tí trot er ikki á bíleggingum.
Hendan Symfoniin hjá mær er umbiðin av Helsinki
Filharmonikarunum undir leiðslu John Storgårds, til
serliga konsert og hátíðarhald í samband við, at tað
eru liðin 150 ár síðani finska tónaskaldið, J. Sibelius
(1865-1957) varð borin í heim. Konsertin verður 9.
september í ár. Á skránni til somu konsert verður
eisini fjórða Symfoni av Sibelius.
Helsinki Filharmonikaranir er eitt tað
elsta symfoniorkestrið í Norðurlondum
og hevur sum vera man eina sera stóra
og fjølbroytta konsertskrá. Ein verkætlan
hjá teimum fevnir um ta modernaðu
symfoniina.
Higartil hava tey spælt nýskrivaðar
symfoniir eftir danan Per Nørgaard (f.
1932) í 2012 og onglendingin Peter Maxwell
Davies (f. 1934) í 2013, og eg haldi, tað er ein
heiður fyri meg at vera settur á somu skrá
sum hesi stórmenni innan nýggjan tónleik.
Orkestrið spældi forrestin eisini mína fyrstu
symfoni Oceanic Days í 2008.
Ymiskt er, hvussu sæð hevur
verið upp á heitið »symfoni«
í nýggjari tíð: Heitið eigur
sjálvandi sítt fasta pláss á
skránni hjá symfoniorkestrum, sum
spæla tónleik eftir klassikarum, men
tað eru ikki øll nútíðar tónaskøld,
sum skriva í sokallaðum symfoni
formi. Hvat merkir heitið fyri teg?
Symfoni er eitt ógvuliga vítt hugtak, og vit kunnu
leggja alt í formin. Symfoni merkir í roynd og veru
bara samljóð, so møguleikarnir eru óendaligir. Í
søguni eru sjálvandi moderna tónaskøld, sum hava
tað fatan, at sjálvur formurin er deyður – at einki er
at heinta har longur.
Men hinvegin eru mong evnarík og arbeiðssom
tónaskøld, sum hava prógvað tað innihaldssríka í
hesum tónleikasniði upp gjøgnum tíðina: Beethoven,
Schubert, Brahms, Tjaikovsky, Mahler, Sjostakovits,
Per Nørgaard… bert fyri at nevna nakrar út rúgvuni.
Ein serlig fatan av symfoniforminum kemur fram,
tá hugsað verður um sokallaðu symfonisku yrkingina.
Hesin skrivihátturin er umleið 150 ára gamal, og tón
listafólk sum F. Listz og R. Strauss hava skrivað nógv
kend verk í hesum sniði.
Í samband við nýggju symfoniina hjá mær, vildi
dirigenturin hava, at symfoniska yrkingin hjá
Sibelius, sum nevnist Kullervo, skuldi vera avgerð
andi fyri sniðið. Tí er symfoniin fyri vanligt moderna
Fyri júst 20 árum síðani fekk Sunleif prógv sum tónaskald
á kongaliga konservatoriinum í Keypmannahavn
Sunleif Rasmussen
Hans Pauli Tórgarð
Symfoni
E
Mynd: Thomas Koba