hósdagur 19. februar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. februar 2015
orkestur, og heldur óvanligu manningina:
manskór og bariton- og sopransolist.
Somuleiðis eru uttaru umstøðurnar hjá
tónleikinum eisini tætt knýttar at nevnda
verki. Kullervo er ein figurur úr finska
tjóðarkvæðnum Kalevala, við góðum menn
ingarmøguleikum, men sum av umstøð
unum gerst ein tragiskur sagnarfigurur,
við øllum teimum keðiligu menniskjaligu
eginleikunum: fákunnugur, ímintur,
ósiðiligur og hevndarhugaður og illmintur.
Kullervo beinir fyri sær sjálvum, og kend
eru ørindini um deyða hansara, tá hann
samskiftir við svørðið og spyr, um tað vil
taka lív hansara, og svørðið svarar – einum
svørði líkt – at tað er líkamikið, hvørji lív
vera tikin.
Verkið hjá mær tekur støðið í Vøluspá og
Eddakvæðnum (Gyflaginning), har eg havi
lagt dent á fornu skapanarsøguna og um
undirgangin – Ragnarok – og endurreisn
heimsins. Innihaldsliga knýtur tónleikurin
soleiðis samband við Auferstehungs motivið – eitt
kent heiti í symfoniskum høpi. Í roynd og veru
kunnu vit siga, at tað eru tey somu grundleggjandi
livilíkindini sum mannaættin stríðist við í dag, sum
bæði Kallevala og Vøluspá royna at lýsa.
Um nakað kann sigast at vera serligt
um júst hendan tónleikin, so er tað,
at hann í nógv størri mun heldur seg
til vanligan hevdbundnan setnings
bygnað í mun til fyrru symfoniina,
og at hann inniheldur tað groteska,
spei, ironi og humor. Vit fara eisini
at hoyra t.d. waltz-, tango- og swing
rútmur saman við tí modernaða
ljóminum, Hvussu er hetta íkomið?
Eg havi sjálvandi flutt meg sum tónaskald. Tá eg
skrivi heitið Symfoni á nótapappírið, so meini eg
tað! Her tekur ein samanum, allar tær royndir sum
eru framdar – verkið umboðar tónleik og stíl beint
nú, og gjarna eisini eitt vet fram í tíðina. Soleiðis var
tað eisini, tá eg skrivaði mína fyrstu symfoni fyri 20
árum síðani. Tá var tað týdningarmikið, at sameina
tað, ið eg hevði lært á konservatoriinum, við mín
tónleikaliga uppruna. Tí bleiv verkið eitt bland av
teimum hevdbundnu løgunum í Føroyum, og ymsum
modernaðum kompositiónsprinsippum. Tað var
líkasum beinagrindin, sum tónleikurin hvíldi á, uttan
at hevdbundni upprunin nakrantíð hoyrdist. Nú eru
umstøðurar fullkomiliga broyttar, kanska serliga tí at
symfoniin eisini umfatar kór og sangsolistar.
Tá vit nýta sangtekstir í tónleikinum, ber til at lata
tey modernaðu systemini fara eitt vet í bakgrundina,
tí tekstur og sangur merkir aloftast eisini tryggur
hevdbundin tónleikaligur bygnaður og syntaksur. Eg
haldi eisini, at evnini úr Eddakvæðnum og Vøluspá
krevja, at tilfarið má koma til hoyrnar, saman við
modernaða ljóðinum. Eg kann lættliga intonera
ymiskt úr Føroysku sangmentanini, tá partar av
henni stava frá sama tíðarskeiði, sum fornu kvæðini
– úr miðøldini – serliga tá hugsað verður um, at
føroysku løgini hava fylgt við kvæðunum upp í
gjøgnum tíðina.
Symfoni jarðarinnar umfatar fýra satsir, meinlíkt klassiska forminum. Fyrsti satsur kallast Andantino espressivo e agitato, sum merkir skjótt gangandi, sigandi og
óróligur. Tónleikurin er breiður við hópin av útsagnum og hugskotum, sum vera borin fram fyri lurtaran, ofta fleiri samstundis. Mótvegis endanum hoyra vit mannamál,
tá kór og solistar fáa pláss í tónleikinum. Lugubre e molto espressivo merkir dapur og ógvuliga sigandi, og er tað heitið á øðrum satsi. Her byrja vit eftir øllum at dømi
í frumhavinum – Ginnungagap – tá tónaskaldið nýtur tey djúpu ljóðførini í orkestrinum. Triðji satstur, scherzo impromptu – Skemt uttan fyrireikan - er leikandi,
karikerandi og groteskur. Fjórði, og seinasti, satsur nevnist Furioso Maestoso og merkir ørt og hátignarligt. Tónleikurin er sum navnið, og satsurin tyngdarpunktið, har
tónaskaldið spennir seg út at fáa endarnir at røkka saman á verkinum, sum verður frumframført á konsertini í Finlandi 9. September í ár.
Askur
Yggdrasils
pínist verri
og meira enn menniskju fata,
hjørtur bítur ovan,
síðan fúnar,
og Niðhøggur gnagar í neðra.
Surtur fer sunnan
við svíðandi leyvi
sólin bleiktrar í stríðsguda svørði.
Bjørgini rapa,
gívrar stumbla,
hælir troða heljarveg
og himinin klovnar.
Sal sær hon standa,
fagur sum sólin,
tektur við gulli á Gimli.
Har skulu frægir drottir byggja,
og í ævir yndi njóta.
Mynd: Thomas Koba
Mynd: Thomas Koba
Mynd: Thomas Koba