Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 6 MENTANARSÍÐAN M Barna Beinta Johannessen Fyrstu ferð vit hittu Lítla Lávus var í 2005 – í hvussu er á føroyskum. Higartil eru seks bøkur um Lávus komnar út og tvær um lítlu systur hansara, Rósu Linu. Søgurnar um systkini bæði eru gerandisligar, einfaldar og fittar. Myndprýðingarnar eru sigandi og greiðar, so tað er lætt hjá yngstu lesarunum at kenna ting aftur og skilja millum kenslur og andlitsbrøgd. LÍTLI LÁVUS ER IKKI ILLUR Tað er hálendska Linne Bie, ið teknar og skrivar um Lávus og Rósu Linu. Í nýggjastu bókini um Lávus, Lítli Lávus er ikki illur, er drama í spælistovuni. Tá ið Lávus hevur sovið, fer hann aftur at spæla. Men Lávus er illavorðin og koppar torninum hjá vinmanninum! Lítli Lávus er ikki illur er enn ein fitt bók um Lávus, sum børnum fara at dáma, tí tey kenna alt aftur frá sær sjálvum, og tað ger tað lætt at tosa við barnið, um tær ymsu hendingarnar og kenslurnar, samstundis sum hugt verð- ur at mynd un um. Linne Bie Lítli Lávus er ikki illur Marna Jacobsen týddi 16 bls./innbundin Bókarøðin, sum higartil telur tríggjar bøkur, er um drongin Vitello, sum býr í einum raðhúsum beint við ringvegin, saman við mammu síni. Av og á keðir Vitello seg eitt sindur, serliga tá ið tvíburarnir Max og Hassi og lortungin William ikki kunnu spæla. At Vitello keðir seg, er heppin tilvild hjá okkum lesarum, tí so sleppa vit við á ævintýraferðir í forstaðnum. Í nýggjastu bókini, Vitello fær eina ólekkra gentu, flytur ein nýggj familja inn í grannalagið. Tíanverri teljast ongir dreingir millum húsfólkið, bara ein orðnut genta, sum eitur Kamma. Hóast sín unga aldur hevur Kamma longu lært seg konusnildir, sum fyri tað mesta fevna um smákøkur og hamstaran Nutella – tvey ting, sum Vitello er ógvuliga drigin at. Spakuliga fær Kamma klørnar í Vitello, sum annars hvørki spælir við ella mussar gentur. Kim Fupz Aakeson Vitello fær eina ólekkra gentu Sjúrður Gullbein týddi 24 bls./innbundin Mamma Mu hevur verið í svimjihøllini og svomið. Og tikið merki. Gullfiskin. Tað fært tú, um tú svimur 25 metrar í djúpum vatni. Men Krákus hongur við veingj unum ... - Men hvat bagir, Krákus, ert tú kedd- ur? Ert tú ikki glaður um, at eg havi tikið merki? spyr Mamma Mu. - Krá! froysir Krákus. Mann verður jú vát ur á kroppi! Dýggj ígjøgnum! Tá er tað heppið, at Mamma Mu og Lina fáa eitt hugskot. Krákus fær kanska ikki tikið svimjimerki, men FLOGmerki, tað átti at borið til. Jujja Wieslander/Sven Nordqvist Mamma Mu svimur Niels Jákup Thomsen týddi 24 bls./innbundin Morgunin eftir, tá ið Símun og Tóra eru á veg oman á sandin, hoyra tey knurr og skav millum runnarnar. Gamla grannakonan sigur, at tað spøkir á oynni. Hesum ivast Tóra og Símun í, men nú tey bæði eru vorðin forvitin av hesi óloystu gátuni, skal hvør steinur á vendast! Men óhugnaligt er tað … Ein góð sjálvlestrarbók til tey 9-12 ára gomlu. Tore Aurstad Beint á barkan Bergur Rasmussen týddi 142 bls./heft Lítli Lávus Vitello fær eina ólekkra gentu Kennir tú Mammu Mu? Beint á barkan Í fittu bókunum um Lítla Lávus lesa vit um gerandisløtur, vit øll kenna Lávus er sum øll onnur børn, glaður, illur, forvitin, móður, illavorðin og fittur. Um tú enn ikki hevur lisið bøkurnar hjá Kim Fups Aakeson um Vitello, hevur tú nógv at gleða teg til Mamma Mu er vorðin ein sera væl umtókt kúgv í Svøríki. Hon dugir so mangt, millum annað at ganga á tveimum beinum og at súkkla Tað er summar, og Símun er við foreldrunum og vinkonuni Tóru í summarhúsi á einari lítlari oyggj. Um náttina verða tey vakt av ræðuligum ljóðum, ella eru tað skríggj? koppar torninum hjá vinm Lítli Lávus er ikki illur e bók um Lávus, sum b Kennir t Fittar smábarnabøkur um kenslur Ein stuttlig bók til tey 3-6 ára gomlu Nýggj bók um Lítla Lávus eftir Linne Bie: Lítli Lávus er ikki illur Vitello spælir ikki við gentur, og hon, sum er flutt inn í nummar 27 og eitur Kamma, er í hvussu er ein genta. Ein genta, sum sigur seg eiga ein klikkaðan hamstara. Men Vitello hevur ongantíð sæð ein klikkaðan hamstara … Bókin Beint á barkan er løtt at lesa og hevur fleiri heilsíðumyndir, sum eru við til at gera bókina enn meiri spennandi a Wieslander/Sven Nordqvist a Wieslander/Sven Nordqvist mma Mu svimur s Jákup Thomsen týddi ls./innbundin Ein stuttlig bók til tey 3-6 ára gomlu na u Vitello kann vera ein kúllur, men innast inni er hann bleytur sum smør – sum dreingir flest hevur fleiri heilsíðumyndi til at gera bókina enn me Ein spennandi bók, sum helst skal lesast, meðan tað er ljóst úti …