hósdagur 19. februar 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
kki er neyðugt at vera limur í nøkrum
klubba, ella at tekna seg til nakað serligt,
at síggja filmarnar. Alt er opið og alment,
júst sum vanligar sýningar í Havnar Bio.
Átakið byrjaði fyrsta mikudag í árinum,
tá pólski filmurin Ida (Paweł Pawlikowski)
varð sýndur.
Hóast filmurin er svart-hvítur og formatið er av
gamla academy slagnum, varð útselt og fólk spurdu
um fleiri sýningar. Men grundsjónarmiðið fyri hesum
sýningunum, ið bera frámerkið ’Filmsfelagið’ er, at bara
ein sýning er annanhvønn mikudag.
GÓÐSKUMERKI
Vit kunnu siga, at gamla áhugafelagið, sum byrjaði
virksemið í Havnar Bio í 1962, men ikki hevur verðið
virkið síðani seinastu sýningarnar í Leikhús Bio í 1992,
nú er vorðið eitt vørumerki, sum í vanligu skránni hjá
Havnar Bio ber boð um eitt slag av filmi, ið dregur ein
áskoðaraskara til sín, sum ikki vanliga gongur í biograf.
Filmsfelagið, sum ikki hevur verið brúkt í 23 ár, er
vorðið eitt góðskumerki.
Hesa gongd vilja Havnar Bio og tey, ið vara av gamla
Filmsfelagnum, hjúkla um við sýningum alt árið, eisini
í summar.
DOWNLOAD MITT Í BÝNUM
Fýra ár eru liðin síðani gamla biografapparatið hevur
víst film. Tað er enn til, men í dag eru bara talgildar
sýningar í báðum hølunum í Havnar Bio, antin sum
download ella á harðdiski. Ein filmur kann vísast
líka skjótt í Havn, sum í øðrum biografum í heimsins
metropolum. Til dømis fara øll, sum vanliga ganga í
biograf, at seta seg í myrkrið um somu tíð at greina tað
graða í gráum, tá tey fara at hyggja eftir Fifty Shades
of Grey (Sam Taylor-Johnson). Fyrst kom bókin og nú
filmurin.
Tað er sum við James Bond og Harry Potter. Øll vilja
eiga part í tí nýggja, sum sæst í heimspressuni. Hvussu
universellar søgurnar eru, eiga vit at sleppa at uppliva
tær á heimligum botni, eisini tær morreyðu.
Í forsølu eru fleiri atgongumerki seld til Fifty Shades
of Grey enn til nakran Hobbafilm, sum higartil hava
rekordina í forsølu. Men tað er einki í mun til Barbaru
hjá Nils Malmros, sum varð frumsýndur í Føroyum
28. september 1997 . Meðan hann enn var nýggjur,
sóu 17.000 fólk filmin bara í Havn. Verða allar aðrar
sýningar, sum hava verið seinni, lagdar afturat, munnu
fleiri enn 20.000 hava sæð Barbu á føroyskum lørifti.
Annars eru mest sæddu filmar í Havnar Bio Titanic,
allir tríggir filmarnir í røðini Ringana Harri, Avatar,
Narnia og Hobbafilmarnir. Síðani koma teir ymsu Harry
Potter filmarnir, sum ikki hava verið so stórir. Mest
sæddi danski filmur seinastu árini var Klovn í 2010.
Í heyst kemur ein nýggjur Klovnfilmur. Í so máta eru
vit væl við, tá tað snýr seg um breiða undirhaldið, sum
vanligi havnarborgarin kann loysa bilett til.
ARTHAUS-FILMAR
Við frámerkinum ’Filmsfelagið’ er nú eisini ruddað slóð
fyri tí slagnum av filmi, sum verður róptur arthaus
filmur.
Eftir flúgvandi byrjanina við pólska filminum
Ida, russiska stórfilminum Livjatan og bretska
listafólkafilminum Mr. Turner, verður nú sýndur besti
svenski filmur beint nú, skulu vit trúgva ummælarum
og teimum, sum hvørt ár handa Guldbagge-virðislønina,
sum næstan allar fóru til Force Majeure (Ruben
Östlund), ið eisini var við í kappingini um besta
norðurlendska filmin.
Síðani fer Rigmor Dam at introdusera filmin
Boyhood (Richard Linklater), ið heimspressan valdi
sum besta filmin í fjør, hann fekk síðsta vikuskfiti
BAFTA virðislønina og er nú stórfavorittur til
Oscarvirðislønirnar í ár. Boyhood er serligur, tí hann er
gjørdur við somu leikarum í tólv ár, og sýnir almennar
og privatar upplivangar akkurát hesa tíðina. Til tess at
gera hvørja sýning í ’Filmsfelagnum’ til eina serstaka
uppliving, er ætlanin at fáa ymisk fólk at innleiða við
nøkrum orðum um filmin, sum verður sýndur.
Whiplash (Damien Chazelle) er ein sjáldsamur
tónleikafilmur um ein trummuslárar við einum
harðrendum musikkskúlalærarar, og honum næstur er
enn ein varði í tónleikasøguni, danski Eik Skaløe, sum
var hin fyrsti at brúka móðurmálið í rokktónleiki har í
landinum. Steppeulven (Ole Christian Madsen) er heitið
á filminum eftir sagnarríka orkestrinum, sum bara gav
ein LP plátu, HIP, út við Skaløe sum sangara.
Eik er eisini navnið á høvuðsleikaranum í íslendska
filminum Vonarstræti (Baldvin Zophoníasson), sum
úti í heimi hevur verið sýndur undir enska heitinum
Life in a Fishbow, og her verður sýndur í íslendsku
upprunaútgávuni, men við donskum undirtekstum
og danska heitinum De små ting. Filmurin, sum er hin
mest sæddi í Íslandi, er um kreppuna, har alt fór av
knóranum, men við høvuðsdenti á íslendsku gentuna
Eik, sum um dagin arbeiðir í barnagarði, men um náttina
GÓÐIR FILMAR Í
FELAG - FILMS
FELAGNUM!
I
Birgir Kruse
UNDIR HEITINUM ’FILMSFELAGIÐ’ VÍSIR HAVNAR BIO NÝGGJAN
BIOGRAFFILM, IÐ VERÐUR METTUR AT VERA LISTALIGA ÁHUGAVERDUR
Í 1987 var Filmsfelagið vertur fyri norðurlendskum
filmsdøgum í Norðurlandahúsinum. Tá teknaði Ole
Wich hesa plakat við tjaldrinum, sum segði klipp,
klipp og lá á filmseggum á svarta klettinum