hósdagur 19. februar 2015síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
er call girl. Ein breitt viðkomandi og ikki sørt nemandi
filmur úr okkara næsta grannalandi, ið samstundis
hevur greiða adressu til samnevnda bankan, Eik,
tá hann var uppá tað ørasta. Vonarstræti er eitt
menniskjansligt ævintýr úr okkara egna veruleika,
sum vit øll eiga at unna okkum stundir at síggja. Eisini
leiðslan í Eik.
Í apríl verður enn ein søguliga staðfestandi
biograffilmur av okkara egnu leiðum vístur undir
heitinum ’Filmsfelagið’ í Havnar Bio. Tað er danska
Christina Rosendahl, sum byggir filmin Idealisten á
bókina ”Thulesagen - Løgnens Univers” (1997), har
journalisturin Poul Brink sigur søguna um Thule Air
Base, tá eitt amerikanskt B-52 bumbuflogfar datt
niður í 1968, og kundi havt kastað okkum út í enn ein
verðaldarbardaga. Poul Brink fekk Cavlingvirðislønina
fyri bókina í 1998.
Í mai fara vit til Argentina og síggja Relatos Salvajes
(Damián Szifrón), ið er kendur og virðisløntur um allan
heim undir enska heitinum Wild Tales.
FILMFESTIVALUR Í FELAG
Arbeitt verður eisini púra opið við tankanum um
ein filmfestival í Havn, har eitt breitt úrval av ikki
bara spildurnýggjum filmum, men eisini serliga
tematiskt úrvaldum filmum, verða vístir,
og har havnarborgarin skal sleppa at velja
og introdusera ein film eftir egnum hjarta
hvørja ferðina. Filmsupplivingin í felag, tað er
snúningsásurin.
Tað eru eftirhondini nógv ár síðani at
Dimmalætting eftirlýsti ein filmfestival í
Havn. Í 1989 skipaði Filmsfelagið fyri einum
Norðurlendskum filmfestivali í Norðurlanda
húsinum við stuðuli frá Norðurlendska Ráð
harraráðnum og norðurlendsku filmstovn
unum, tá fyrsti føroyski filmur, Atlantic
Rhapsody, hjá Katrin Ottarsdóttir varð frum
sýndur.
Tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald
kommuna í 2009 varð ein roynd gjørd við
avmarkaðum kommunalum stuðuli til ein
filmfestival. Men boðini vóru, at hvørki hetta
varðisliga átak, ella royndir at stuðla einum
plátufelag í gongugøtuni, vóru loyvdar eftir
kommunlógini. Síðani eru kommunal bio
grafhøli bygd og verða rikin fyri kommunalan
stuðul úti um landið, men enn er eingin film
festivalur fingin at virka.
Hóast nøkur sýningarstøð eru kring landið,
Atlantis í Klaksvík og Løkshøll í Runavík, sum
nú eru samskipaður biografur, og Norðurlandahúsið,
sum hevur framúr góðar møguleikar at vísa film, er
Havnar Bio tann biografur, ið hevur bestu sambondini at
útvega film av altjóða marknaðinum at sýna í Føroyum.
Tí eiga umstøðunar hjá høvuðsstaðarbiografinum at
verða bøttar, so hann fær atgongd til fleiri og meir
tíðarhóskandi høli mitt í býnum og kann røkja tær
mentanarligu ábyrgdir, sum biografloyvið ásetur.
At gera søguríkasta og minst brenda miðbýin í
Norðuratlantsavi enn meiri livandi, tað er avbjóðingin.
Eisini tá vit fara í biograf!
Skráin hjá Filmsfelagnum sæst her http://bio.fo/
Filmsfelagid.aspx
Við støði í gamla svart-hvíta Filmsfelagsbúmerkinum hevur Ole Wich teknað
eitt nýtt spælandi búmerki til komandi filmsdagar - í felag
Úr operatørrúminum
lýsir filmsapparatið. Tað
er evnið í svart-hvita
kvadratiska búmerkinum
hjá Filmsfelagnum. Petur
Zachariassen teknaði búmerkið
Mynd: Ingi Joensen