hósdagur 19. februar 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
10
UMMÆLI
Myrkur yvir arabia
ankin um søguna sum eitt
talv, stýrt av einum loynd
um meistara, sigst vera
komin frá tí týska heim
spekinginum Hegel. Eitt gott
dømi um eina viðgerð av
hesum tema er Ibsen-sjón
leikurin Kejser og Galilæer, har høvuðs
persónurin Julian Apostata, rómversk
ur keisari árini 360-363, jagstrar tey
kristnu, men ikki veit av, at hann á
henda hátt kveikir slíkan eldhuga mill
um tey, at kristindómurin verður tann
sigrandi átrúnin. Tá ið Julian vildi for
koma kristindóminum, bjargaði hann tí
nýggju læruni. Hann telvaði, men visti
ikki, at hann var amboð hjá einum loynd
um yvirtelvara.
Kanska kunnu vit síggja innrásina
í Irak í 2003 sum eitt nútíðar dømi um
hetta sama. George Bush yngri, Tony
Blair og Anders Fogh Rasmussen gjørdu
av at fara í hernað móti harðræðinum
hjá Saddam Hussein. Teir hildu seg
gróðurseta eitt fólkaræði í tí arabiska
Miðeystri, men tann loyndi yvirtelvarin
vildi nakað annað.
Hvat hann vildi, síggja vit, nú felags
skapurin ISIS leggur veldugar víddir í
Irak og Sýria undir seg við teirri avleið
ing, at kristin, shia-muslimar og fólk
úr smærri religiøsum bólkum í tíggju
túsundatali antin verða dripin ella mugu
flýggja frá húsi og heimi. Tað er tó part
ur av hesi sorgarsøgu, at stjórnin hjá
Obama greidliga hevur sovið í tímanum.
Fræið til ruðuleikan
Myrkur legst í hesum árum yvir tað
arabiska Miðeystur. Men hvussu byrjaði
henda søgan um ein í vaksandi mun dys-
funktionellan heimspart. Um hetta hev
ur amerikanski rithøvundurin og blað
maðurin Scott Anderson skrivað eitt
stórverk, eina hugfangandi, dramatiska
og sera ruddiliga frásøgn um – sum
hann tekur til - “kríggj, svik, imperiala
fávitska og hvussu nútíðar Miðeystur
varð skapt”.
Sambært Anderson byrjaði niðurferð
in í Miðeystri í 1914, sum ein avleiðing av
tí bardaga, ið tá tók seg upp millum tvær
samgongur – Ententuna og Alliansuna.
Vit rópa henda bardaga Fyrra Heims
bardaga. Sum ivaleyst mong minnast,
vóru í Ententuni Bretland, Frakland og
Russland. Yvir av henni stóð Alliansan,
t.e. Týskland, Eysturríki-Ungarn og Bul
garia. Men 2. november 1914 fór eitt
stórríki aftrat, Tað Osmanniska Ríkið
(ella Turkaland) upp í kríggið í parti við
Alliansuni. Um hetta mundið var alt
Miðeystur stjórnmálaliga eitt óskrivað
blað, og statir sum Irak, Sýria, Jordan
ella Ísrael vóru ikki til. Alt hetta økið var
undir turkiskum valdi.
Men eftir at Turkaland var farið upp í
bardagan, fekk tann arabiska hálvoyggin
so við og við avgerandi týdning. Og tað
er hetta, Arabia sum tungan á vágskálini
í eini orrustu, sum ongin kundi spáa
um, sum bókin hjá Scott Anderson við
ger. Høvuðspersónur í hansara frásøgn
er tann enski (upprunaliga írski) forn
frøðingurin Thomas Edward Lawrence.
Hesin maður gjørdist gitin á øðrum sinni
í 1962, tá filmurin Lawrence of Arabia –
har Peter O´Toole hevði høvuðsleiklutin
– fór sína sigursferð um heimin.
Arabarin Lawrence
Fyrr varð hildið, at Týskland íbirti Fyrra
Heimsbardaga. Í dag halda søgufrøð
ingar, at ábyrgdin lá á fleiri herðum,
m.a. eisini hjá Onglandi og Fraklandi.
Eitt tykist semja vera um. Krígsførslan,
hjá herovastunum í hesum og øðrum
høvuðslondum, var eyðkend av ófati
ligum kleyvarskapi og ófatiligari van
virðing fyri landanna egnu hermonnum
og teirra avvarðandi heima. Umframt
ovurstórt mannfall (um 15 milliónir) var
avleiðingin stillstøða í upp til fýra ár, eitt
blóðugt og bæði likamliga og sálarliga
traumatiserandi skotgravakrígg, hvørs
líðing og ræðuleikar ongin í dag megnar
at ímynda sær.
Tað er í hesum sambandi, at T.E.
Lawrence verður áhugaverdur. Hann
dugdi arabiskt, hann
kendi
hvørt
gil
og
hvønn dal mangastaðni
í Norðurarabia, hann
kendi sinnalag og skikk
ir so væl, at hann næst
an var arabari. Og hann
klakti so við og við eitt
kollveltandi
hugskot.
Arabia var ikki turk
iskt, men hjáland undir
sultaninum í Konstan
tinopel. Hvat um tað
eydnaðist at fylkja ar
abiskar
stammur
til
uppreistur móti Turka
landi?
Ein
arabiskur
uppreistur kundi gera av, hvør gjørdist
vinnari, Ententan ella Alliansan.
Emirurin í Mekka
Lyklapersónurin í eini avtalu við
arabarar var Hussein, emirur (seinni
kongur), hvørs ætt hevði havt Mekka
og Medina um hendur frá 10. øld. Hann
var hashemittur, t.e. ættaður frá Hasim,
langabba sjálvan Muhammed. Hann
hevði fýra synir, m.a. Ali, Abdullah og
Faisal.
Lawrence sá skjótt, at Faisal var tann
føddi høvdingurin, sáttligur, mentaður,
viljasterkur maður við karisma. So
spjaddar og óregerligar tær arabisku
ættirnar vóru, var brúk fyri einum fødd
um leiðara. Ein slíkur var Faisal. Arbeiðið
hjá Lawrence hevði við sær, at ein avtala
varð gjørd millum Bretland og Hussein,
fest á blað í 1915 í tí, sum verður nevnt
McMahon-Hussein brævaskiftið. Vildu
arabarar gera uppreistur móti Turka
landi, skuldi Bretland afturfyri tryggja
teimum sítt egna, sjálvstøðuga ríki í
Arabia.
Fyrri heimsbardagi var tann stóri
sorgarleikurin í 20. øld, tá - sum skaldið
sigur – “mót Fimbuls vetri glefsa glúpskir
hundar”. Kríggið var ein vanlukka og eitt
av imperialismunnar grefligastu mis
tøkum. Tann nýggja tøknin margfaldaði
dráp, pínslu og larmterror á ein hátt,
sum herovastar ikki høvdu tað sum æt
av hugflogi til at fata.
Eftir stuttari tíð stóðu mammur í
hundrað túsundatali í Fraklandi, Bret
landi, Russlandi og Italia og høvdu mist
sínar synir. Til hvat? Til onki! Blóðbaðini
í Verdun, Somme og á Gallipoli vóru
somuleiðis øll úrslit av einum strateg
iskum ódugnaskapi, sum søgan veit fá
dømir um. Og bæði í Bretlandi og Frak
landi vildu statsmenn og herovastar
hava “endurgjald” fyri eyðmýking, burt
urspilt virðir og farin mannalív.
Syces-Picot sáttmálin
Hvør skuldi rinda hetta endurgjald,
um Ententan skuldi sigrað? Valið fall á
Turkaland. Eydnaðist tað at vinna, vildu
Frakland og Bretland hava rovini, og
rovini vóru Arabia. Sostatt var longu
í 1916 gjørd ein onnur loynilig avtala,
sum fekk navnið Sykes-
Picot sáttmálin. Sambært
henni
skuldi
Bretland
fáa Irak og tað sum í dag
er Jordan, og Frakland
skuldi fáa Sýria. Tað
franska og enska yvir
valdið skuldi tó lutvís
vera
ein
óbeinleiðis
stjórnan.
Umframt
tað
eydnaðist tað virknum
zionistum, fyrst og fremst
Chaim Weizmann (sum
seinni
gjørdist
Ísraels
fyrsti forseti) við tí gitnu
Balfour-kunngerðini, at
tryggja sær bretskt lyfti um eitt “heim
fyri jødar” í Palestina. Trupulleikin var
bara, at í Palestina búði frammanundan
eitt fólk - palestinar - summi teirra kristin
– og at hetta var teirra land. Tað kristna
Europa hevði funnið eina eleganta loysn,
nevniliga at tváa sínar hendur og lata
ósek í Palestina rinda prísin fyri, at tey
sjálv í meira enn 19 øldir høvdu jagstrað,
myrt og vanvirt jødar í Europa.
Øllum hesum hendingum og mongum
øðrum greiðir Scott Anderson frá. Vit
hoyra um álopið á Gallipoli, sum kostaði
næstan 250.000 bretskum hermonnum
lívið. Vit lesa um, hvussu turkar í
hevnissøk royndu at beina fyri tí
armenska fólkinum. Ræðulig er frásøgn
in um tann kvinnuliga jødiska njósnaran
Sarah Aaronson, sum var tikin til fanga
av turkum, illa pínd og doyði ein nøtr
andi syndarligan deyða í Nazareth tann
9. oktober 1917. Søgan um, hvussu for
eldrini hjá Lawrence flýddu úr Írlandi og
endaðu í Oxford er merkilig og spennandi
sum ein skaldsøga.
Ibn Saud og Khomeini
Men fyrst og fremst er hetta søgan um,
hvussu arabarar, í fyrstuni á kamelum,
seinni við nútíðar spreingivápnum,
tryggjaðu Fraklandi og Onglandi sigur
á Turkalandi og aftur fyri blivu sviknir.
Tveir av synunum hjá Hussein gjørdust
kongar, Faisal í Irak og Abdullah í tí
nýggja ríkinum Jordan, men dreymurin
um eitt stórarabiskt ríki var av ongum.
Av somu orsøk lækkaði umdømið hjá
hasjemittunum, og ein nýggjur valds
harri, Ibn Saud, trein inn á pallin og legði
at kalla alt Suður-Arabia, har brátt oljan
fór at spríkja, undir seg.
Soleiðis gjørdi Bretland tað bragd at
tryggja einum fanatiskum wahabitti, við
einaræði, afturhaldi og kvinnukúgan á
skránni, høvuðspartin av Arabia, eins og
sama Ongland saman við USA í 1953 við
einum kvetti feldi tað einasta fólkaræðið
í økinum, tað hjá Mossadegh í Iran, og
ruddi slóð fyri Khomeini ajatollah. Er tað
at undrast á, at hesi lond nú syndrast í
dysfunktionellum ruðuleika? Og teir
ISIS-høvdingar, sum hevja Saurons
svørð í tí nýggja Mordor í Irak og Sýria,
eru teir ikki fyri ein part vesturheimsins
egna verk?
T.E. Lawrence var tann romantiska
hetjan, sum vakti eitt eksotiskt fólk úr
dvala og gjørdist tess leiðari og strategur.
Móti krígsenda var hetjuglæman nakað
bliknað, og Lawrence dálkaði sínar hend
ur við ræðuligum gerðum, m.a. móti
verjuleysum turkiskum hermonnum.
Hetja og svíkjari
Umframt tað sveik Lawrence arabarar
nar, og hann visti tað betur enn nakar
annar. Tá ið hann tann 18. oktober 1918
varð kallaður til viðtal á Buckingham
Palace, og Georg V kongur skuldi gera
hann til Knight Commander of the Order
of the British Empire, segði hann sáttliga
við kong, at hann tók ikki av.
Støðan var óvæntað, tí tað var ongan
tíð hent í kongaríkisins meira enn 900
ára longu søgu, at nakar havnaði einum
slíkum heiðuri. Mary drotning var rúk
andi óð, men Lawrence, sum vanvirdi
alt snobbarí, vendi sær stillisliga á og
fór avstað.
Lawrence bar alt lívið djúp sálarlig
arr eftir sín leiklut í Miðeystri. Hann
fekk tó skrivað eina bók – Vísdómsins
sjey súlur. Tey seinastu árini búði hann
í einingi í einum stað, sum rópast Clouds
Hill. Tann 13. mai 1935 kom hann heim
á motorsúkklu, eftir at hava sent eitt
fjarrit. Hinumegin frá á tí smala veg
num komu tveir dreingir á súkklu.
Hann royndi at skáka undan, men mis
ti tamarhaldið á síni motorsúkklu og
slongdist av henni, so høvdið brast í
asfaltið. Hann lá í óviti í seks dagar og
andaðist á Bovington Camp sjúkrahúsi
19. mai 1935. Hann var 46 ár.
Scott Anderson: Lawrence In Arabia.
Forlagið Doubleday. $28.95.
T
Hanus Kamban
T.E. LAWRENCE OG UPPREISTURIN MÓTI TURKUM