Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 3 Fogh svarar Hoydal Nú hevur Anders Fogh Rasmussen svarað Høgna Hoydal upp á hansara fyrispurning viðvíkjandi ES-grund- lógini. Miðskeiðis í juni spurdi Høgni Hoydal um hvørt forsætisráðharrin helt tað vera í samsvari við fólkarættarligar grundreglur, at Dan- mark tekur avgerð um ES-grundlógina og tey fýra donsku fyrivarnini, uttan, at fólkið í Føroy- um og Grønlandi verður spurt. Anders Fogh Rasmus- sen svarar, at tá danir innlimaðu seg í EF, valdu Føroyar at verða uttanfyri. Forsætisráð- harrin heldur, at lógirnar um innliman í EF og ES ikki eru galdandi fyri Føroyar. Hann sigur, at hetta er orsøkin til, at fólkaatkvøður ongantíð hava verið í Føroyum viðvíkjandi ES. – So leingi sum ES- limaskapurin hjá Dan- mark ikki fevnir um Føroyar og Grønland, so ætlar stjórnin at halda fast um hesa manna- gongd. Talan er um eina greiða, rættarliga støðu, sum ikki elvir til iva um hvørt fólkaræðisligar grundreglur verða hild- nar, sigur Anders Fogh Rasmussen, forsætisráð- harri, í svari til Høgna Hoydal, fólkatingslim. -hkm Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út nýggja bók. Tað er tann vælkenda bókin um støddfrøði Skygni, sum kemur út av nýggjum. Hon eitur Skygni 9. Støddfrøði. Bókin við- gerð sjey høvuðsevni. Hvørt kapittul hevur ávísar, fastar tættir: tvær støðuroyndir, blandaðar uppgávur, grønar og blá- ar síður, virkni við av- ritssíðum. Tær grønu og bláu síðurnar eru ætlað- ar lærara og næmingi at tillaga undirvísingina eftir ávísum tørvi. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen hava stað- ið fyri nýggju útgávuni. Grafik Studio hevur gjørt uppsetingina, og Hestprent hevur havt satsgerðina og prentum- sitingina um hendur. Skúlabókagrunnurin gevur eisini út Lærara- mappu til Skygni 9. Læraramappan er eitt ringbind, har leiðbein- ingar, støðuroyndir, av- ritssíður og svarlistar eru at finna. Skygni 9 er 313 blað- síður og kostar 276 kr. -hkm Skygni av nýggjum Tvær avgerðir eru tiknar í Norðoya Sparikassa um fram- tíðar deildir stovn- sins. Ongin deild verður latin upp í Sandavági, og eftir Ólavsøku letur deild- in hjá stovninum við Klaksvíksvegin aftur PENINGASTOVNUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tá Føroya Sparikassi fyrr í ár gjørdi av at lata deildina aftur í Sandavági vóru røddir frammi um at fáa Norðoya Sparikassa at lata upp deild í bygdini. Hesum tankanum var stovnurin í norðoyggjum ikki heilt avvísandi yvir- fyri, og sagt varð, at stovn- urin vildi taka málið upp til viðgerðar. Tað hevur stovnurin nú gjørt, og er avgerð tikin um, at Norðoya Sparikassi fer ikki at lata upp deild í Sandavági. – Vit hava viðgjørt hetta drúgt – bæði innanhýsis og í nevndini, men vit hava gjørt av ikki at fara til Sandavágs, sigur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Hann vísir á, at um ein peningastovnur skal koma til eina bygd sum Sanda- vág, so er fyritreytin fyri, at tað skal bera seg, at markn- aðarparturin verður oman fyri 50 %. – Tað trúgva vit ikki uppá kann lata seg gera hjá okkum, tí hinar deildirnar liggja tætt við Sandavág um enn ikki í bygdini, sigur Eyðfinn Reyðberg. Eisini vísir hann á, at vinnulívið í Sandavági ikki er so sterkt. Stjórin hevur boðað frá í Sandavági, at Norðoya Sparikassi ikki fer at lata deild upp. Tað var serliga kommun- an, sum spurdi seg fyri, tann tíð tað var, men nú hevur hendan so fingið boð um avgerðina hjá Norðoya Sparikassa. Lata aftur í Klaksvík Samstundis sum hetta mál- ið er avgreitt, er ein onnur avgerð tikin, sum fær av- leiðingar fyri fólk á vestara armi í Klaksvík. Deildin hjá Norðoya Sparikassa, sum liggur við Klaksvíksvegin, letur aftur aftan á Ólavsøku. Hetta er ein avgerð, sum sambært sparikassastjóran- um, ikki er tikin her og nú. – Hetta hevur verið áveg- is í eina tíð, men eg skal viðganga, at hon kemur nakað fyrr enn væntað, sigur hann. Eyðfinn greiðir frá, at høvuðsorsøkin til, at deild- in letur aftur, er, at auto- matiseringarnar føra við sær færri og færri manu- ellar avgreiðslur. Fólk leggja meiri og meiri fastar flytingar inn, og fleiri avgreiða sjálvi flytingara umvegis internetið. – Hetta er bara so, og vit hava havt hetta í huganum í fleiri ár, sigur Eyðfinn Reyðberg. Peningastovnurin lat aft- ur deildina á Kósini fyri trimum árum síðani. Fyrra- árið varð bygningurin, har deildin við Klaksvíksvegin húsast, seldur og nú letur so tann deildin aftur. – Tá vit seldu bygningin, gjørdu vit ein sáttmála við nýggja eigaran um, at hann ikki kundi sigast upp innan fyri tey komandi tíggju árini av honum. Men nú fara vit so longu úr honum, nakað nógv fyrr enn væntað, greiðir Eyðfinn frá. Ongar uppsøgnir Hóast deildin letur aftur, so verða tað ikki talan um uppsøgnir hjá Norðoya Sparikassa. – Vit hava onnur hol at fylla út á høvuðsdeildini, tí tað er ein sannroynd, at vit hava roynt at hildið starvs- fólkatalinum niðri seinastu árini, og tí merkir hetta ikki nakra uppsøgn. Men tað verða tvey færri, sum koma at sita við avgreiðsluna, slær Eyðfinn fast. Hesi koma tó at røkja aðrar uppgávur á stovnin- um ístaðin. Eyðfinn Reyðberg sigur at enda, at stovnurin hevur koyrt við lágum starvs- fólkatalið seinastu árini, og vísir hann á, at um hugt verður at starvsfólka-talin- um, so hevur Norðoya Sparikassi mest útlán og innlán pr. starvsfólk. Deildin hjá Norðoya Sparikassa við Klaksvíks- vegin letur sum sagt aftur eftir Ólavsøku, og so er alt virksemið hjá peninga- stovninum í Klaksvík á ein- um og sama staði á høv- uðsdeildini við Ósávegin. Hoydal spyr Fogh: Er tað í samsvari við fólkarættar- ligar grundreglur, at Dan- mark tekur avgerð um ES-grundlógina og tey fýra donsku fyrivarnini, uttan, at fólkið í Føroyum og Grønlandi? Fogh svarar Hoydal: Talan er um eina greiða, rættarliga støðu, sum ikki elvir til iva um hvørt fólkaræðisligar grund- reglur verða hildnar Norðoya Sparikassi ikki til Sandavágs Samstundis sum deildin hjá Norðoya Sparikassa við Klaksvíksvegin letur aftur, hevur leiðslan somuleiðis tikið avgerð um, at stovnurin ikki fer at lata upp deild í Sandavági Restorffs Bryggjarí hevði týsdagin ølsmakking í sambandi við fyrstu tapp- ingina av nyggja pilsnara teirra. Bryggimeistari Mortan Mørk er inspireraður av tjekkiska pilsnarsmakkin- um. Etikettin er designað av Anker Eli Petersen, og navnið á nýggja pilsnaran- um er Tarvur. -hkm Smakka sær á Nýggjur tarvur í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang Í næstum verður fundur ímillum bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri fyri at vita um áhugi er fyri at leggja kommurnar saman KOMMUNUSAMAN- LEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú ætla sumbingar av álv- ara at seta hol á kjakið um kommunusamanlegging í Suðuroy. Í næstum fer Sumbiar Bygdaráð sostatt at bjóðað Tvøroyrar Býráði á fund. Á hesum fundinum fara bygdaráðið í Sumba og býráðið á Tvøroyri at vita, um áhugi er fyri at leggja báðar kommurnar saman í eina kommunu. Tað kann tykjast løgið, at bygdaráðið í Sumba vendir sær til Tvøroyrar Komm- unu. Men Sumbingar bjóðaðu herfyri øllum hinum seks kommununum í Suður- oynni á fund um at leggja alla oynna í eina kommunu Allar seks kommunurnar hava svarað. Men tað er bara Tvøroyrar Býráð, sum er sinnað at koma á fund um at leggja alla Suður- oynna í eina kommunu. Alla hinar fimm komm- unurnar søgdu, at tær eru ikki sinnaðar at leggja alla oynna í eina kommunu. Fundur um samanlegging Á bygdaráðsfundi í Sumba mánakvøldið, viðgjørdi bygdaráðið svarini frá kommununum. Borgarstjórin, Jacob Vestergaard ásannaði, at tað eru bara Sumbiar og Tvøroyrar Kommuna, sum eru fyri at leggja alla oynna í eina kommunu. Hann segði, at hann nú fer at bjóða Tvøroyrar Kommunu á fund at tosa um samanlegging. Sjálvur heldur hann, at tað er ikki óhugsandi, at Tvøroyrar og Sumbiar Kommuna kunnu leggja saman. – Tá ið bergholið er gjørt ímillum Øravík og Hov, er tað ikki ein hálvur tími at koyra úr Sumba til Tvør- oyrar og tað er ongin fjar- støða at tosa um. Borgarstjórin í Sumba heldur, at tað er nakað tíðliga at tosa um, hvat ein samanlegging ímillum Sumba og Tvøroyri kann bera í sær. Men bygdaráðsfundinum varð nevnt, at eitt úrslit, sum ein slík samanlegging kann bera í sær, er, at tey eldru skúlabørnini í Sumba, sum nú ganga í skúla í Vági, ístaðin skulu á Tvøroyri at gera skúlan lidnan. – Suðuroyggin er so mikið lítil, at tað er heilt burturvið at tosa um fjarstøðu í Suðuroynni. Vit hava væl eisini fingið vegir og tunlar at brúka. Bygdaráðið ásannar, at í longdini tænir tað ongum endamál, at Sumba og Tvøroyri skulu leggja sam- an í eina kommunu. – Endamálið við eini samanlegging ímillum tær báðar kommunurnar skuldi einans verið at fingið gongd á eina samanlegging í Suðuroy, so at øll oyggin kann leggja saman, tí vit eru øll í sama báti, antin vit vilja, ella ikki, sigur borg- arstjórin í Sumba. Hóast bygdaráðið í Sumba samtykti at hava fund við Tvøroyrar Býráð um samanlegging, ætlar borgarstjórin at umrøða málið á fundi einaferð afturat. Bygdaráðið var ikki full- mannað hendan dagin og á einum komandi fundi vil hann hava bygdaráðið at viðgera málið meiri ítøki- liga. – Tað hevði verið áhuga- vert at lagt Sumbiar og Tvøroyrar kommunu sam- an, tí so høvdu vit í hvussu so er brotið tað óndu ring- rásini sum tykist at forða fyri øllum práti um saman- legging, sigur borgarstjórin í Sumba. Tí hevði hann onki havt ímóti at lagt báðar komm- unurnar saman, tí so sær hann fyri sær, at øll oyggin er ein kommuna um fýra ár, tá ið kommunuval verður aftur. Tað var tíðliga í summar, at Sumbiar Bygdaráð sendi øllum hinum seks kommununum í Suðuroynni áheitan um at koma á fund at tosa um at leggja alla Suðuroynna í eina kommunu. Sumbingar fingu svar frá øllum seks kommununum. Men tað er bara Tvør- oyrar Býráð, sum tekur undir við at øll oyggin verður løgd í eina kommunu. Niðanfyri sæst í stuttum, hvat hvør kommuna hevur svara Sumbiar Bygda- ráði: Borgarstjórin í Hvalba boðaði munn- liga frá, at bygdaráðið í Hvalba kom ikki á fund um kommunusamanlegging, tí Hvalbiar Kommuna kláraði sjálv tær uppgávur, sum vórðu álagdar kommun- uni. Tvøroyrar Býráð svarar stutt, at tað er samt um at halda fund um kommunu- samanlegging og væntar at fáa fundar- boð. Fámjins Bygdaráð svarar enn styttri at tað er samt um ikki at fara á fund um kommunusamanlegging. Hovs Kommuna vil ikki vera við á einum fundi um samanlegging á hesum sinni. Bygdaráðið heldur, at hetta er eitt so álvarsamt mál, at tað eigur ikki at verða skundað ígjøgnum í hesum val- skeiðnum. Men verður neyðugt at leggja kommunur í Suðuroy saman, er Hovs Bygdaráð samt um, at øll oyggin skal vera ein kommuna. Í Porkeris Bygdaráð eru fimm bygda- ráðslimir. Men ein meiriluti av teimum upp á fýra bygdaráðslimi, heldur, at skal samanlegging koma upp á tal, skal øll oyggin leggjast í eina kommunu. Hin- vegin halda porkenningar ikki, at tíðin er búgvin til at leggja kommunur í oynni saman. Kommunan er heldur sinnað at víðka tað samstarv, sum er ímillum kommunurnar. Vágs Býráð boðaði enn einferð á, at tað tekur ikki undir við at leggja alla oynna í eina kommunu. Hinvegin er Vágs Býráð ikki ímóti, at Suðuroyggin verður løgd saman í tvær kommunur. Vágs Býráð leggur dent á, at tað er samt um málið. Sostatt vil Vágs Býráð ikki fara á fund, har uppleggið er at øll oyggin skal leggjast í eina kommunu. Hetta halda kommunurnar í Suðuroy um samanlegging Sumba og Tvøroyri tosa um at leggja kommununar saman Sumbiar Bygdaráð hevur tikið ítøkilig stig til at leggja Suðuroynna í eina kommunu, men undirtøkan er vánalig. Frá vinstru eru teir Niclas Hentze, Jacob Vestergaard, Snæbjørn Vestergaard og Jacob Poulsen. Poul Johannus Poulsen var ikki á fundi mánakvøldið C M Y K 3 2