mikudagur 7. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 127 - 7. juli 2004
Nr. 127 - 7. juli 2004
5
Fólk frá
Vágatunlinum stóðu
týsmorgunin við
gjaldsstøðina í
Vágum og kannaðu
eftir, um kubbarnir í
bilunum, sum fóru
gjøgnum tunnilin,
vóru í lagi. Fólk sum
koyra við ógoldnum
kubba, kunnu verða
biðin um at lata hann
innaftur
FERÐSLUGJALD
Edvard Joensen
Vágar:
Koyrir
tú
við
ógoldnum kubba, og eftirlit
er við Vágatunnilin, kann
tað henda, at tú verður
biðin um at lata kubban frá
tær.
Týsmorgunin vórðu allir
bilar, sum koyrdu úr Vág-
um gjøgnum Vágatunnilin,
kannaðir fyri at vita, um
teir høvdu galdandi kubbar
í bilinum.
Hetta verður gjørt av og
á, sigur Reinhold Isaksen á
skrivstovuni hjá Vágatunl-
inum. Slíkt eftirlit er mill-
um annað fyri at vita, um
kubbarnir, sum eru í bilin-
um, eru teir, sum hoyra til
hendan bilin og ikki eru
flutt-ir úr øðrum bili.
– Vit vilja eisini vita, um
kubbin situr á rætta stað og
er sjónligur, sum hann skal.
Um ikki, kann tað henda, at
hann ikki verður skrásettur,
tá hann fer gjøgnum gjald-
støðina.
Eisini kemur tað fyri, at
onkur koyrir við kubba,
sum ikki er goldið fyri. Tað
vil so siga einum kubba,
sum er útgingin og ikki
endurnýggjaður.
Taka kubbar
Sosialurin frætti týsmorg-
unin, at fólk frá Vágatunl-
inum stóð við tunnilsmunn-
an og tók kubbar úr bilum,
har ikki var goldið.
Reinhold Isaksen sigur,
at soleiðis er mannagongd-
in vanliga ikki.
– Tað, vit gjørdu hendan
morgunin, var eitt vanligt
stakroyndareftirlit, vit gera
soleiðis av og á. Vit hava
eitt yvirlit yvir bilar, sum
ikki hava goldið fyri kubb-
an, teir hava. Og koma slík-
ir bilar gjøgnum eftirlitið,
kunnu vit biða um at fáa
kubban frá teimum, um
eftirstøðan er so stór, at vit
halda tað vera neyðugt at
gera so. Og vanliga fáa vit
eisini tað, tí fólk vita sjálv,
hvussu vorðið er.
Tað kemur fyri, at eftir-
støðan er so mikið stór, at
vit lata hana fara til
inkasso, og tað eru vanliga
slíkar kubbar, vit biðja um
at fáa aftur. Og tað nyttar í
grundini ikki so nógv hjá
fólki at nokta. Tí gera tey
tað, verður kubbin bara
heintaður á annan hátt,
sigur hann.
Tað er soleiðis, at kubbin
er skrásettur til ein ávísan
bil, og hann skal sita á sjón-
ligum stað. Tað vil siga í
forrútinum,
soleiðis
at
eftirlitsskipanin við gjald-
støðina ikki skal hava
nakran trupulleika av at
skráseta hann, tá koyrt
verður gjøgnum støðina.
Tað, sum eftirlitið týs-
morgunin millum annað
skuldi gera, var at vita, um
allir kubbarnir stóðu har,
teir skuldu og í tí rætta
bilinum.
Tað hendir seg, at fólk
ikki tíma at festa hann, men
leggja hann í ein lumma í
hurðini, í handskarúmið
ella aðrastaðni, fyri síðan at
gloyma hann. Og so kann
eisini henda, at hann ikki
verður skrásettur, tá koyrt
verður ígjøgnum tunnilin.
Men tað kemur bara aftur
um aftur, tí fotoeftirlitið
sær bilin, og um tú koyrir
uttan gjald, kostar tað bót,
sum er væl dýrari enn eitt
kubbagjald.
Nógv ferðsla
Tað koyra rættiliga nógvir
bilar gjøgnum Vágatunnilin
hesa árstíðina, sigur Rein-
hold Isaksen.
Yvirlitið fyri juni mánað
vísir, at knappliga 1.200
bilar koyrdu dagliga gjøgn-
um tunnilin. Í mei var talið
umleið 100 lægri. Og verð-
ur tað í ár, sum tað var í
fjør, fer juli helst at verða
tann mánaðin, har flestir
bilar fara gjøgnum Vága-
tunnilin. Í august fer so at
minka aftur, um gongdin
skal væntast at verða sum í
fjør, sigur hann.
Tað ferðast nógv fólk
vestur í Vágar hesa tíðina.
Eitt nú eru nógvar summar-
legur á Zarepta í Vatns-
oyrum, sum nógvir bilar
koyra til. Eisini verður
Vestanstevna
komandi
vikuskifti, og tá vænta tey
nógva ferðslu gjøgnum
tunnilin, sigur Reinhold
Isaksen.
Leiðslan í danska
flogfelagnum Maersk
Air vil hvørki vátta
ella avsanna tíðindi
um, at felagið ætlar at
gevast við Føroya-
flúgvingini. Endalig
støða er ikki tikin,
sigur stjórin
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Afturvendandi tíðindi frá
fólki í ferðavinnu og flog-
ferðslu vilja vera við, at
danska flogfelagið Maersk
Air ætlar at gevast at flúgva
til Føroya. Felagið hevur
røkt hesa flúgving í 34 ár.
Leiðslan í Maersk Air vil
ikki vátta hesi tíðindi. Men
tey verða heldur ikki aftur-
víst.
– Vit arbeiða alla tíðina
við framtíðarætlanum, og
tað er eingin endalig støða
tikin enn, um vit fara at
gera hatta, tú nevnir, ella
ikki, sigur stjórin i Maersk
Airt, Finn Øelund, umvegis
kunningarstjóran í felagn-
um.
Per Brinch, kunningar-
stjóri, sigur, at honum er
kunnugt, at stjórin, Finn
Øelund, hevur tosað við
onnur flogfeløg um fram-
tíðarætlaninar hjá Maersk
Air. Eitt av hesum feløgum
er Atlantic Airways, sigur
Per Brinch. Men hann vil
ikki siga nágreiniliga, hvat
tosað hevur verið um. Bert
tað, at eingin endalig støða
er tikin.
Tað einasta, hann vil siga
um Føroyarutuna er, at
Maersk Air hevur havt
framgongd í ferðafólkatali
síðan í vetur. Tað er ikki
einans tí, at fleiri fólk ferð-
ast, sigur hann. Felagið
kann vísa á ein størri
prosentpart av teimum,
sum ferðast, sigur kunning-
arstjórin hjá Maersk Air.
Magni Arge, stjóri í
Atlantsflogi, sigur í stuttari
viðmerking, at hann kennir
ikki til slíkar ætlanir hjá
kappingarneytanum.
– Tað er eingin ynski-
støða, um tað hendir. Men
verður tað veruleiki, fara
vit at spenna okkum so
mikið meira út á farleiðini
til Danmarkar. Vit hava um-
støður til tað í løtuni, nú vit
hava trý flogfør, sigur
Magni Arge, sum heldur, at
tænasta verður ikki verri,
um bara eitt felag fer at
flúgva millum Føroyar og
Danmark.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerkingar frá øðrum
pørtum í ferðavinnuni, áðr-
enn
blaðið
fór
til
prentingar.
Maersk Air umhugsar framtíðina
Kanna kubbar í Vágum
Leiðslan í Maersk Air vil
hvørki vátta ella avsanna
áhaldandi tíðindi um, at
felagið ætlar at gevast við
Føroyaflúgvingini
Mynd: Edvard Joensen
Týsmorgunin vórðu allir bilar, sum koyrdu úr Vágum, kannaðir fyri at vita, um kubbarnir vóru
í lagi. Mjólkarbilurin slapp ígjøgnum uttan trupulleikar
Mynd: Edvard Joensen
Fara at hyggja eftir tara og
gomlum bygdum í Suðuroy
Hesa vikuna verður
skipað fyri øðrvísi
tiltøkum í Suðuroy.
Seinasta vikuskiftið
vóru heili 136 fólk við
í teimum tiltøkum,
sum kunningarstov-
urnar í oynni skipaðu
fyri
FERÐAVINNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tari er ikki bara tari.
Tað fara kunningarstovan
á Tvøroyri og í Vági at vísa
suðuroyingum og teimum
sum ferðast í Suðuroy í
annaðkvøld.
Í morgin skipar kunning-
arstovurnar í Suðuroy fyri
forvitnisligum taratúri til
Fámjins, har fólk fáa høvi
at kunna seg við hesa plant-
una niðri við sjóvarmálum,
sum er lágt í metum hjá
teimum flestu.
Á ferðini er ætlanin er at
vassa í mølini og hyggja at
tí fjølbroytta tara vøkstrin-
um. Høvi verður at hoyra
um t.d nøvn, útbreiðslu osfr
av ymiskum tarasløgum og,
hvar hann veksur. Og hetta
er í veruleikanum nógv
meiri fjølbroytt, enn fólk
flest geva sær far um.
Tað vera tey bæði, Agnes
Mols Mortensen og Niels
M. Jacobsen, sum fara at
siga frá á túrinum.
Bussur koyrir av Kunn-
ingarstovuni í Vági kl.
17.15 og av Kunningarstov-
uni á Tvøroyri kl. 17.45.
Eftir túrin koyra bussarnir
heimaftur
Fólk eiga sjálvsagt at
hava gummistivlar við og
eiga fólk onkra bók um
plantur og djór í fjøruni,
ger tað uttan iva túrin meiri
áhugaverðan at hava eina
slíka bók við.
Hesin túrurin kostar til-
samans 100 krónur fyri
vaksin men hjá børnum er
hann ókeypis
Hyggja at gomlum
bygdum
Leygardagin verður skipað
fyri gongutúri úr Víkar-
byrgi til Akrar.
Koyrt verður til Víkar-
byrgi og farið verður út um
bøgarðin har varðagøtan
byrjar. Gingið verður eftir
varðagøtuni
niðan
á
Brúnna, sum er 249 metrar
og síðani oman eftir Akra-
vegnum, framvið Ærgisá
og oman á Akrar.
Túrurin tekur umleið ein
tíma og hann er ikki tungur
at ganga. Á hesum túrinum
verður tað Gudmund Poul-
sen úr Sumba, sum sigur
frá.
Til hendan túrin koyrir
bussur av Kunningarstov-
uni á Tvøroyri kl. 10.00 og
av Kunningarstovuni í Vági
kl. 10.30.
Aftaná túrin koyra buss-
arnir fólk heim aftur á
kunningarstovurnar.
Kostnaður fyri gongutúr-
in og busskoyring er 100
krónur fyri hvønn, men tað
er framvegis ókeypis fyri
børn.
Fólk kunnu melda seg til
túrarnar á kunningarstovuni
í Vági og á kunningarstov-
uni á Tvøroyri. Síðsta freist
at melda til taratúrin er hós-
dagin kl. 16.00 og til
gongutúrin skal meldast til
fríggjadagin klokkan 16.
Kunningarstovurnar siga
eisini, at tey, sum eru við á
øllum gonguferðunum eru
við í lutakassti um eitt gávu-
kort upp á 2000 krónur.
136 fólk
Seinasta vikuskiftið skipaði
ferðavinnan í Suðuroy fyri
fleiri tiltøkum, og har vóru
tilsamans ikki færri enn
135 fólk við, so tað má
sigast at verða væleydnað,
har vóru bæði børn og
vaksin og har vóru eisini
fleiri útlendsk ferðafólk.
Seinasta
vikuskiftið
gingu tey úr Trongisvági til
Fámjins, tey vóru í fjørð-
inum við gomlu sluppini,
Johonnu og tey vóru í
Akrabergi og hugdi at fugli.
Í stórfingnu natúiruni
omanfyri Fámjin. 12 ára
gamla Sharada, fremst á
myndini, var yngsta
gongufólki á hesi ferðini
Tann fimm ára gamli Fríði Stenberg Olsen stendur so hugagóður og kikar eftir fugli í Akrabergi.
Elsta fólkið á túrinum var væl yvirt tey áttati
C
M
Y
K
5
4