mikudagur 7. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 127 - 7. juli 2004
Nr. 127 - 7. juli 2004
7
Tað er kalt millum GÍ
og G! Festivalinum,
stutt fyri G! Festivalin
og Gøtustevnu.
Orsøkin til stríðið er
spurningurin um
matsølu í Syðrugøtu,
og hvørgin vil geva
seg. – Kommunan
hevur eftir mínum
tykki veruliga
klokkað í tí, sigur
formaðurin í GÍ,
Jógvan Gregersen
STRÍÐ Í GØTU
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tað er ein rættilig orrusta
íkomin í Gøtu í samband
við Gøtustevnu og G!
Festivalin tann 16. og 17
juli. Tað er ísakalt millum
Ítróttafelagið, GÍ, og tón-
leikasamtakið, Grót, og í
løtuni røkist lítið fyri, at
partarnar kunnu semjast,
áðrenn stevnan og festival-
urin fara av bakkastokki
annað vikuskiftið.
Stríðið snýr seg um,
hvørt tað skal vera GÍ ella
G! Festivalurin, ið skulu
standa fyri matsøluni í
Syðrugøtu. Matsølan kastar
vanliga nógvan pening av
sær, og hvørgin partur vil
lata inntøkuna frá sær.
Í fjør høvdu GÍ og G!
Festivalurin eitt samstarv,
sum bar við sær, at GÍ veitti
festivalinum ókeypis vakt-
arfólk, og fekk afturfyri
møguleikan at hava tivoli
og matsølu í Syðrugøtu. Í
ár er vent í holini.
G! Festivalurin hevur í ár
fingið ræðisrættin frá Gøtu
kommuna yvir Syðrugøtu,
og fyrireikararnir av G!
Festivalinum ynskja tí ikki
at lata matsøluna til GÍ, tí
hon gevur pening í skjátt-
una. GÍ hevur ongan áhuga
í at lata G! Festivalinum
vaktarfólk, um ítróttafel-
agið ikki sleppur at hava
tivoli og matsølu í Syðru-
gøtu.
Fundir
Seinastu vikurnar hava
fleiri fundir verið millum
G! Festivalin og GÍ, men
partarnir hava ilt við at
finna eina semju um mat-
søluna. Sum skilst hevur
ein semingsmaður eisini
roynt seg, men uttan úrslit.
Verður
eingin
semja
funnin millum partarnar,
verður
úrslitið,
at
G!
Festivalurin fer at halda til í
Syðrugøtu, meðan Gøtu-
stevnan verður í Norðra-
gøtu.
Klokkað í tí
Formaðurin í GÍ, Jógvan
Gregersen, er ógvuliga
harmur um, at Gøtu komm-
una fyrr í ár gav G! Festiv-
alinum ræðisrættin yvir
Syðrugøtu.
– Vit hava havt Gøtu-
stevnu í 22 ár og hon er
góðkend av ÍSF, og nú fer
kommunan út og gevur
festivalinum bæði stuðul og
ræðisrættin yvir Syðrugøtu.
Kommunan hevur eftir
mínum
tykki
veruliga
klokkað í tí, vísir ein av-
gjørdur Jógvan Gregersen
á.
Hann sigur, at GÍ hevur
góðtikið, at G! Festivalurin
er sama vikuskiftið sum
stevnan, men ítróttafelagið
vil ikki vil lata meir frá sær.
– Vit hava givið okkum
nóg mikið. Eg hevði vónað,
at vit fingu somu sam-
starvsavtalu sum í fjør, men
tað røkist ikki fyri tí, tí teir
vilja ikki lata matsøluna frá
sær, sigur formaðurin í GÍ.
Jógvan Gregersen setir
spurning við, hvussu skila-
gott tað er, at ein lítil
kommuna
sum
Gøtu
kommuna hýsir tveimum
tiltøkum, ið eftir øllum at
døma skulu kappast sama
vikuskiftið.
Hann heldur lítið um, at
Gøtustevnan og G! Festiv-
alurin, ið eru tvey stór til-
tøk, verða noydd at kappast
á ójøvnum føti. Formaðurin
í GÍ sipar til, at kommunan
hevur veitt festivalinum
fíggjarligan stuðul, ræðis-
rætt yvir Syðrugøtu og
dansiloyvi, uttan at GÍ er
tikið upp á ráð.
Onga viðmerking
Vit ætlaðu at spyrja borgar-
stjóran í Gøtu kommunu,
Halldóru Ranghamar, um
útsagnirnar hjá formannin-
um í GÍ um leiklutin hjá
Gøtu kommunu í stríðnum
millum GÌ og G! Festivalin,
men hon bar seg undan at
gera nakra viðmerking.
STRÍÐ Í GØTU
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Jón Tyril er formaðurin
av G! Festivalinum, og
hann ásannar, at stevið
millum GÍ og G! Festi-
valin ikki hevur verið av
tí besta seinastu vikurn-
ar.
– Vit hava roynt og
royna framvegis at finna
eina semju við GÍ, sigur
Jón Tyril.
Hann greiðir frá, at G!
Festivalurin hevur bjóð-
að GÍ at standa fyri tivol-
inum í Syðrugøtu, með-
an GÍ ynskir bæði at
standa fyri tivoli og mat-
sølu, og hesum ynski vil
G!
Festivalurin
ikki
ganga teimum á møti.
Togtoganin
millum
partarnar snýr seg fyrst
og fremst um matsøluna,
ið vanliga kastar nógvan
pening av sær. Hvørgin
partur ynskir at geva seg,
tí inntøkan av matsøluni
hevur stóran týdning fyri
raksturin hjá feløgunum
báðum.
Jón Tyril fortelur, at í
fjør hevði G! Festivalurin
eitt undirskot á góðar
150.000 krónur, meðan
GÍ hevði eitt fitt yvir-
skot, og henda gongd má
venda, um tað skal verða
G! Festivalinum lív lag-
að.
– Inntøkurnar av mat-
søluni hava týdning fyri,
at G! Festivalurin kann
mala fíggjarliga, og tí
vilja vit ikki lata mat-
søluna frá okkum, sigur
Jón Tyril.
Sum skilst vann GÍ
millum 25-30.000 í mat-
søluni í Syðrugøtu í fjør.
Eingin gjógv
– Eg haldi ikki tað ber til
at siga, at bygdin er farin
í tvey, tí partarnar ikki
eru komnir ásamt um
samstarv.
Jón Tyril er rættiliga
avgjørdur, tá vit spyrja
hann um tað ikki er
óheppið, at gøtubygd er
klovna í tveir partar, nak-
rar fáar dagar undan G!
Festivalinum og Gøtu-
stevn-uni.
Hann er av teirri
áskoðan, at G! Festival-
urin
og
Gøtustevnan
framhaldandi eiga at
vera sama vikuskiftið, tí
so er møguleiki fyri
einum mennandi sam-
starvi millum partarnar.
– Her er talan um eitt
mentanartiltak og eina
bygdastevnu. Eg haldi
tað er skilagott at hava
hesi bæði tiltøk sama
vikuskiftið, tí bygdin er
lítil, og vit hava tí alla
orsøk til at samstarva,
heldur Jón Tyril
Vaktarfólk
Í samband við G! Festiv-
alin, hava fyriskipararnir
mett, at tørvur verður á
fólki til góðar 400 tímar
til vaktarhald. Í fjør varð
semja gjørd millum GÍ
og G! Festivalin um, at
GÍ veitti festivalinum
vaktarhald, og aftur fyri
skuldi
ítróttafelagið
sleppa at skipa fyri tivoli
og matsølu í Syðrugøtu.
Naggatódnin í løtuni
millum GÍ og G! Festiv-
alin ber við sær, at G!
Festivalurin ikki kann
vænta sær vaktarfólk frá
GÍ, og hetta kann elva til
ein stóran trupulleika.
– Eg dugi snøgt sagt
ikki at siga, um vit fara at
finna eina semju, men
tað skal verða mín vón.
Eydnast ikki at finna
eina semju, verða vit
noyddir at leita eftir vakt-
arfólki aðrastaðni, sigur
Jón Tyril.
Hann leggur afturat, at
bæði Gøtustevna og G!
Festival vóru í 2002, og
tá var G! Festival í
Syðrugøtu, og Gøtu-
stevna í Norðragøtu. Tað
ber eisini væl til, hóast
tað óiva er skilabest og
lættast fyri báðar partar
at samstarva um tiltøkini.
Vit ynskja samstarv Stríð í Gøtu
– Vit hava givið okkum nóg mikið. Eg hevði vónað, at vit fingu somu samstarvsavtalu sum í fjør, men tað røkist ikki fyri tí, tí teir
vilja ikki lata matsøluna frá sær, sigur formaðurin í GÍ Jógvan Gregersen
Formaðurin av G! Festivalinum, Jón Tyril,
vónar, at G! Festivalurin og GÍ kunnu
finna eina semju um samstarv. – Eg haldi
ikki tað ber til at siga, at bygdin er farin í
tvey, tí partarnar ikki eru komnir ásamt
um samstarv, sigur hann
Til Føroya at siga takk
Frá 1972 til 1978 ferð-
aðist Lorraine Britten
úr Suðurafrika saman
við Winnie Mandela
og øðrum kvinnum
út á tiltiknu fanga-
oynna Robben Island,
har maður hennara
sat sum fangi. Í hes-
um tíðarskeiði fekk
hon reglulig brøv frá
táverandi forkvinn-
uni í Amnesty í Før-
oyum, Anette Wang,
sála. – Vit gloyma ikki
tey undurfullu og
eggjandi brøv, hon
sendi okkum, tá okk-
ara lív var sera hart í
Suðurafrika, sigur
Lorraine Britten
VITJAN
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Føroysku
fjølmiðlarnir
fingu týsmorgunin høvið at
hitta eitt av mongu offrun-
um undir rasistisku apart-
heid skipanini í Suður-
afrika, sum var í gildi frá
1948 til 1994 í Suðurafrika.
Tað er suðurafrikanska
kvinnan Lorraine Britten,
sum í hesum døgum vitjar í
Føroyum í sambandi við, at
Amnesty International Før-
oya Deild stuðlaði henni
við brøvum frá 1972, tá
maður hennara gjørdist
samvitskufangi hjá Am-
nesty á somu oyggj sum
Nelson Mandela, Robben
Island.
Fyrrverandi forkvinnan í
Amnesty í Føroyum, Anette
Wang, sum setti seg í sam-
band við Lorraine Britten,
og
umframt
regluligt
brævasamskifti frá 1972-
1978, tá maður hennara sat
fangi, helt vinalagið fram
millum Anette og Lorraine,
eisini eftir at maður henn-
ara, Frank Anthony, andað-
ist. Tær hittust á fyrsta sinni
í Onglandi, og Anette vitja-
ði síðani Lorraine í 1984 í
heimi hennara í útjaðaran-
um í Cape Town, Bracken-
fell.
– Eg lovaði altíð Anettu,
at eg skuldi koma at vitja
hana, men tíverri lat hetta
seg ikki gera, fyrrenn hon
var farin, segði Lorraine á
tíðindafundinum. Hon und-
irstrikaði tó, at hon nú hev-
ur høvið at takka Amnesty í
Føroyum fyri umsorganina
gjøgnum hørðu árini í
sjeytiárunum.
Stríddist fyri
útbúgving
Maður Lorraine var virkin
limur í "Unity Movement
of South Africa", sum
stríddist fyri betri útbúgv-
ingarmøguleikum fyri suð-
urafrikansku íbúgvarnar.
Umframt hetta stríddist fel-
agsskapurin og Frank An-
thony fyri rættvísari býti av
landjørðini, og fyrst í
sjeytiárunum varnaðist ap-
artheid-stjórnin, at felags-
skapurin var vorðin ein
vandi, og tí fóru tiltøk í
verk at basa virksemi fel-
agsskapsins.
Í 1971 varð Frank An-
thony saman við 13 øðrum
limum handtikin av stjórn-
ini, og í 1971 varð hann
ákærdur fyri at hava framt
yvirgang. Eftir eina rættar-
sak frá august í 1971 til
mars 1972, sum var longsta
politiska
rættarsakin
í
Suðurafrika, varð hann
dømdur og settur fastur á
Robben Island saman við
millum
øðrum
Nelson
Mandela, táverandi and-
støðuleiðara í ANC flokk-
inum.
Hetta var byrjanin til eina
harða og torføra tíð fyri
Lorraine, sum júst hevði átt
eina dóttir. Hon slapp at
síggja mann sín ein hálvan
tíma einaferð um mánaðin,
og ferðin út á Robben Is-
land tók tilsamans fýra
tímar.
Lorraine, tiltikna Winnie
Mandela - sum eisini fór at
vitja mann sín - og aðrar
kvinnur vórðu á hesum
ferðum koyrdar niður í
lastina saman við fraktini
umborð á skipunum.
Bræv úr Føroyum
Eftir at Frank Anthony var
vorðin fangi á Robben
Island, endaði navn hansara
á einum lista fyri sam-
vitskufangar hjá Amnesty
International.
Táverandi
forkvinnan
í
Føroyum,
Anette Wang, fór at skriva
bræv til Lorraine Britten,
og var hetta byrjanin til eitt
lívlangt
vinalag
teirra
millum.
– Eg hevði ongantíð
hoyrt um Føroyar og fann
mær sjóneykuna fram, tá eg
fekk bræv úr hesum fjar-
skotna landi, og saman við
fyrsta
brævinum
sendi
Annette eisini ein kjóla til
dóttrina, sigur Lorraine
flennandi. Mitt í vónloys-
inum sigur Lorraine, at
brævið gav henni eina
kenslu av, at hon ikki var
einsamøll, og at onkur stóð
saman við henni í sorgini.
Tá Annette Wang fyri
tveimum árum síðani and-
aðist, skrivaði Lorraine
m.a.:"Vit vilja ongantíð
gloyma tað arbeiði, hon
gjørdi fyri Amnesty Inter-
national. Vit gloyma ikki
hennara
undurfullu
og
eggjandi brøv, hon sendi
okkum, tá okkara lív var
sera hart her í Suðurafrika".
So stóran týdning høvdu
brøvini úr Føroyum fyri
neyðstøddu offrini í Suður-
afrika.
Leyslatin - og tó
Í 1978 rann upp dagurin, tá
Frank Anthony varð leys-
latin, men hetta merkti ikki,
at hann fekk frælsi. Fleiri
treytir vórðu settar familj-
uni, og hetta var sambært
Lorraine torført at liva
undir.
– Vit høvdu ikki loyvi at
hava fleiri enn ein gest í
húsi okkara samstundis, tí
løgreglan óttaðist, at vit
hildu fundir og løgdu ætl-
anir. Maður mín slapp ikki
at ferðast, enntá ikki til
Cape Town, sum tekur ein
hálvan tíma við bili at vitja,
og
løgreglan
skrivaði
hvønn dag rapport um
okkum, greiðir hon frá.
Lorraine Britten arbeiddi
øll hesi árini sum sjúkra-
systralærari, og tí høvdu tey
neyðugu inntøkurnar at
lívbjarga sær (eftir suður-
afrikanskum mátistokki).
Men hon sigur, at tey hava
verið heppin samanborið
við tær túsundtals familjur,
sum ikki hava havt neyðugu
umstøðurnar at berja seg
ígjøgnum undirkúganina.
– Umframt arbeiði hevði
eg vinir og familju, sum
stuðlaðu mær, og tí havi eg
havt ein framíhjárætt sam-
anborið við aðrar suðurafr-
ikanskar familjur, sigur
Lorraine Britten at enda.
Ein fantastiskur endi á
tíðindafuninum, har ein
kvinna, sum hevur alla
orsøk at vera beisk, mið-
skeiðis í sorg, sakni og
grovum mismuni kastar
ljós á tað, hon hóast alt hev-
ur at takka fyri. Eitt sinna-
lag, vit ríku luksusdýr í
vesturheiminum eiga at
læra nakað av.
Óli Jakobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum, hev-
ur í nógv ár verið limur í
Amnesty, og hann hevur
samskipað
ferðina
hjá
Lorraine til Føroya.
– Vit høvdu ikki loyvi at hava fleiri enn ein gest í húsi okkara samstundis, tí løgreglan óttaðist, at vit hildu fundir og løgdu ætlanir. Maður mín slapp ikki at
ferðast, enntá ikki til Cape Town, sum tekur ein hálvan tíma við bili at vitja, og løgreglan skrivaði hvønn dag rapport um okkum, greiddi suðurafrikanska
Lorraine Britten frá á tíðindafundi týsmorgunin
mynd: Jens Kristian Vang
Fyrrverandi forkvinna í Am-
nesty International Føroya
Deild, Anette Wang, byrjaði í
1972 at senda brøv til Lorra-
ine, og tað var byrjanin til
eitt lívlangt vinalag
C
M
Y
K
7
6