Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 9 Nýskapandi læntar fjaðrar Í ørgrynnuni av lista- framsýningum á Varmakeldu var framsýningin "Ung list" eitt slag av listar- ligum barometri fyri, hvussu listin hevur tað, og hvagar leiðin gongur. Og listin hevur tað gott, men lukkutíð avdúkar hon ikki, hvar hon fer UNG LIST Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Longu frá byrjan var áhugin fyri at vera við á framsýningini "Ung List" óvæntað stórur, frætta vit frá fyrireikarnum, sum við hepnari hond megnaðu at seta saman eina sera fjøl- táttaða framsýning á Varmakeldu. 14 ung lista- fólk sluppu framat við um- leið 50 verkum. Ósmæðið smædni Ein av luttakarnum á fram- sýningini var Ian Luid, sum, hóast hann er ungur, er ein royndur listamaður eftirhondini. Ian er nokk mest kendur fyri sítt ser- merkta spæl við litum og ljósi í landslagsmyndum, men eftir mínum tykki eru hansara persóns - og kenslulýsingar tær bestu. Samstundis sum áleypandi penslastrokini í summum førum fáa kenslurnar at hanga uttan á myndini, megnar hann í øðrum førum at halda kenslunum niðri við júst somu strokum og litum. Málningurin "Eivør" tekur teknikkin eitt stig víðari í spenninginum millum tað áleypandi og tað fjalda. Úrslitið er ein hugtakandi samanseting onkrum gandakendum, inniligum og ósmædnum smædni alt í senn. Prik og spei Grafisku myndirnar, sum Suffíu við Stein hevði við á framsýningini, mugu sigast at vera nakað fyri seg. Á einari sæst ein nakin kvinna sitandi á eini missilrakett, sum hevur kós móti nøkr- um háhúsum í einum stór- býi. À luftdálkaða himmal- inum hanga orðini: "Enjoy the view". Á eini aðrari liggur ein grindahvalur, skorðin á háls, merktur við talinum 8 á hvøljuni, sum við uppískoytinum hjá listakvinnuni verður til "8 has always been my lucky number." Listakvinnan hevur lænt stílin frá 70’ara propa- gandaplakatum og flutt hann beinleiðis inn í nýggju øldina í eini náðileysari parodi uppá hetta ovur- týðiliga og lítið estetiska myndamálið. Hesi verkini hjá Suffíu eru eitt sjáldsamt og fríksligt dømi um Kitsch í føroyskum listahøpi og ivaleyst eisini eitt tiltrongt prik til føroyska sjálvhátíð- arligheit. Í lántum fjaðrum Í einum horni í Gomlu Toy- stovuni er eitt prøvirúm. Svenska listakvinnan Nina Lundstrøm lat ikki hendan møguleika gleppa sær av hondum, men gjørdi rúmið til part av síni sjónbanda- uppseting "Í lántum fjaðr- um." Á gólvinum liggja skógvar og klæðir slødd, og á einum sjónvarpsskíggja ganga ungar kvinnur og lata seg úr og í. Uppset- ingin er ein áhugverd og øðrvísið roynd at seta myndir og orð á, hvussu vit trilva okkum fram til okkurt slag av samleika bæði í eygunum hjá okkum sjálvum og øðrum. Ung list Yngsti luttakarin á fram- sýningini var 13 ára gamla Gunhild Jóhannesen. Í tveimum málningum og eini kollagu lænir Gunhild eitt sindur her, eitt sindur har og setur hurlivasan av inntrykkum saman av nýggjum. Og sjálvt um tú kennir lit og stíl aftur frá teknirøðum ella tíðarinnar ævintýrfilmum, er úrslitið ikki nøkur eftirlíkning. Heldur boðar tað frá einum óræddum yvirskotið til at taka tað, sum kann brúkast, og lata restina liggja eftir - sum eisini tykist at vera eitt felags eyðkenni fyri unga føroyska list júst nú. Suffía við Stein: "Eydnutalið (8)" Gunhild Johannesen: "Pantari" Ian Luid: "Eivør" Eina grøna kollvelting ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, mælir teimum afrikonsku londunum til at skipa fyri einari grøn- ari kollvelting. Á einari ráðstevnu í etiopiska høvuðsstað- num Addis Abeba mána- dagin segði Kofi Annan, at eitt stórt og væl skipað átak fyri at økja landbúnaðarframleiðslu na hevði loyst tær á- haldandi hungurskrepp- urnar í Afrika. Hann segði, at tað ber til at fáa eina grøna kollvelting í lag, bara undirtøkan er nóg stór, og hann segði hetta vera neyðugt, fyri at Afrika skal fáa ta virðing, sum heimspart- urin eigur at hava í al- tjóða samfelagnum. Hagtøl hjá ST vísa, at næstan ein triðingur av øllum fólkinum í Afrika fáa ov lítið at eta ella ov vánaligan mat. Feitar kvinnur fáa feit børn Amerikanskar kanning- ar vísa, at børn hjá feit- um kvinnum gerast ofta ov feit. Nakrir læknar í Chi- cago kannaðu fyrst 8.500 kvinnur, sum vóru við barn. Børnini vórðu so kannað, tá tey vóru fýra ára gomul, og kann- ingin vísti týðiliga, at børnini hjá teimum feitu kvinnunum vóru væl feitari enn børnini hjá hinum kvinnunum. Teir amerikonsku læknarnir siga, at teir hava ikki kannað, hví børn hjá feitum kvinnum gerast feit, men teir halda seg hava prógvað, at tað ber til at fyribyrgja ovurfiti hjá børnum, longu með- an tey eru í móðurlívi, skrivar AP. Robert S. Whitaker, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur, at matvanarnir hjá mamm- uni ávirka fostrið. Hann ivast heldur ikki í, at tað er gott fyri barnið, at mamman er virkin, meðan hon gongur við tí. Læknin var misnýtari Amerikanski varaforset- in, Dick Cheney, hevði havt trupulleikar við hjartanum undan for- setavalinum fyri fýra árum síðani, men læknin Gary Malakoff váttaði kortini stutt fyri valið, at Cheney var nóg frískur til at vera varaforseta- evni hjá George W. Bush. Nú skrivar blaðið New York Times, at læknin gjørdist rúsevnamisnýt- ari, stutt eftir at hann hevði skrivað undir læknaváttanina hjá Dick Cheney. Blaðið sigur seg hava prógv fyri, at Gary Malakoff keypti rúsevni fyri 300.000 krónur í 2001. Sambært blaðnum vistu aðrir læknar, at myndugleik- arnir fingu illgruna til misnýtsluna hjá lækn- anum longu í 1999, og blaðið heldur uppá, at Dick Cheney var eisini vitandi um tað. New York Times hev- ur havt samband við skrivstovuna hjá Che- ney. Har verður sagt, at Gary Malakoff er ikki lækni hjá varaforsetan- um longur. Kettunavn elvir til øði Í India eru fólk í øðini um, at George W. Bush, forseti, hevur eina kettu, sum eitur India. Seinasta fríggjadag brendu umleið 50 ungir indarar eina dukku, sum ímyndaði amerikanska forsetan, og ein felags- skapur hevur biðið ind- isku stjórnina mótmæla, at amerikanski forsetin vanvirðir land teirra. Formaðurin í felags- skapinum, Binco C. Thampan, sigur við tíð- indastovuna DPA, at Bush vanvirðir India, indarar og ta indisku tjóðskaparkensluna við at nýta landsnavnið sum kettunavn. Sambært DPA eru indisku mótmælismenn- inir seinir á sjóvarfall- inum. Kettan India hev- ur verið í Bush-ættini í meiri enn tíggju ár. Navn hennara hevur heldur einki við landið India at gera. Hon er uppkallað eftir kurva- bóltleikaranum Ruben Siere, sum vanliga bleiv kallaður El Indio, skriv- ar DPA. Læknin, sum avdúk- aði, at teir kinesisku myndugleikarnir duldu SARS-sjúkuna, er settur í húsavarð- hald KINA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 72 ára gamli Jiang Yanyong gjørdist sonn tjóðarhetja í Kina, tá hann í fjør avdúkaði, at teir kines- isku myndugleikarnir royndu at dylja ymsar upplýsingar um ta herviligu lungnasjúkuna SARS. Í februar í ár fanst hann aftur at myndugleikunum. Hesaferð skrivaði hann eitt bræv, har hann fordømdi hópdrápið hjá Himmal- friðartorginum í Beijing í 1989. Ein mánað seinni fingu útlendskir fjølmiðlar fatur á brævinum, og sam- bært amerikanska blaðnum The Washington Post er tað innihaldið í hesum brævin- um, sum hevur fingið myndugleikarnar at seta tann atfinningarsama lækn- an í húsavarðhald. Sambært blaðnum vóru læknin og kona hansara á veg á amerikonsku sendi- stovuna í Beijing at fáa sær innferðarloyvi til USA, har dóttur teirra býr. Men á vegnum vórðu tey tikin. Síðani hevur læknin sitið í húsavarðhaldi. The Wash- ington Post skrivar, at myndugleikarnir hava hótt við at lata hann sita har, til hann "hevur broytt hugs- an". Formliga er hann ikki varðhaldsfongslaður, og hann er heldur ikki ákærdur fyri nakað ólógligt. Tað fekk fleiri leiðingar, tá Jiang Yanyong í fjør av- dúkaði, at myndugleikarnir duldu upplýsingar um SARS-sjúkuna. Tá blaðið Time Magazine prentaði avdúkingarnar, fingu heilsumálaráðharrin og borgarstjórin í Beijing sekkin. Samstundis skip- aðu myndugleikarnir fyri einum umfatandi kunning- arátaki um SARS. UTTAN ÚR HEIMI Hóast húsaprísirnir í Danmark eru mun- andi lægri á bygd enn í býunum, flyta alt fleiri og fleiri til býirnar at búseta seg DANMARK Árni Joensen fartekst@mail.dk Framrokningar hjá donsku hagstovuni vísa, at tey næstu 35 árini fer fólkatalið í syðru helvt av Jútlandi á og Bornholm at minka ímillum fimm og tíggju prosent. Hinvegin veksur fólkatalið í høvuðsstaðar- økinum, á Vestursælandi, við Århus og á Vejle-leið- ini. Danska stjórnin hevur júst samtykt ein umfatandi kommunubygnað, men sambært Niels Groes, pro- fessara fær bygnaðarbroyt- ingin onga ávirkan á hugin hjá fólki at flyta til býirnar. Niels Groes sigur við Politiken, at tað broytta samfelagið kann hava við sær, at munur verður á teimum almennu tænastun- um í teimum einstøku økjunum. Tí heldur hann, at tey fátæku økini eiga at fáa ein størri part av skatta- inntøkunum í teimum ríku økjunum fyri at javna mun- in. 2.000 sakførarar úr øllum heiminum eru til reiðar at verja fyrr- verandi irakska eina- ræðisharran SADDAM-MÁLIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað stendur ikki á at fáa løgfrøðingar at verja Sad- dam Hussein. Meiri enn 2.000 løg- frøðingar buðu sær til at verja hann, tá kona hansara søkti eftir verjum. Umleið 400 umsóknir vóru frá løgfrøðingum í Evropa og USA, og felags fyri allar er, at teir eru til reiðar at átaka sær uppgávuna uttan at krevja pengar afturfyri. Fyribils eru 21 sakførarar settir at verja Saddam Hussein. Teir hava hildið til í Jordan ta seinastu tíðina, men ætla sær til Bagdad um nakrar dagar. Ætlanin er, at fleiri av hinum, sum hava boðið sær til at hjálpa Saddam, skulu fara til Bag- dad samstundis. Sum skilst verða fleiri hundrað løg- frøðingar og sakførarar í ferðalagnum. Danir flyta til býirnar Nógvir sakførarar til reiðar at verja Saddam Hussein SARS-læknin settur í húsavarðhald Tann 74 ára gamli Jiang Yanyong er ov atfinningarsamur. Tí er hann settur í húsavarðhald Mynd: Reuters C M Y K 9 8