Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 11 Tað tykist, sum eingin endi er á teimum ræð- uleikum, sum amerikanska hersetingarvaldið fremur í Irak. Seinastu tíðindi snúgva seg um børn í fongslum. Tað er vorðið próvað, at meira enn hundrað børn sita føst í amerikanskum hernaðarfongslum í Irak. Børnini eru tikin í sambandi við, at amerikanskir hermenn hava rannsakað húsini hjá foreldrum teirra, sum iva- leyst hava verið undir einumhvørjum illgruna. Tað er eisini vorðið prógvað, at børnini eru pínd og illa viðfarin. Nú eru vit eftirhondini so von við tíðindi um ræðuleikar í kríggj, at vandi er fyri, at vit venja okkum við hesi ræðuleikatíðindi. Men hesi tíð- indi um børnini í irakskum fongslum er kortini mest sum ov mikið. Hvussu ber tað til, at heim- sins leiðandi stórveldi, sum eftir hvat forseti tess sjálvur sigur, er í Irak fyri at tryggja demo- kratiið, ber seg soleiðis at? Hvat eru tað fyri mekanismur, sum gera, at hermenn bera seg soleiðis at móti sínum medmenniskjum - í hes- um føri børnum? Hví góðtekur almenningurin í USA hetta? Hví góðtaka tey sameindu hjá USA hesi ólíkindi? Hvussu leingi skulu hetta óskil og hesin harðskapur halda fram? Tað er tíverri einki eindømi, at børn verða revsað fyri misbrot, sum foreldur teirra hava framt ella eru illtonkt fyri at hava framt. Tað er tíverri heldur ikki óvnaligt, at børn verða revsað og forfylgd bert tí at tey eru børn av foreldrum, sum av einihvørji orsøk hava borið seg soleiðis at, at samfelagið ikki vil kennast við tey. Tað er óneyðugt at nevna dømi í nýggjari tíð í Europa og í USA. Sama ger, einki kristið, framkomið, humant og demokratiskt samfelag kann góðtaka, at børn verða fongslað og tortorerað. Hetta er heilt uttan mun til, hvat foreldur teirra møguliga hava gjørt ella ikki hava gjørt. So skjótt hesi ræðuligu tíðindi bórust, tók norska stjórnini stig til harðliga at mótmæla hjá USA. Hetta er líka so sjálvsagt, sum tað tænir Noregi til æru. Hvat ger danska stjórnin? Hvat ger ES? Hvat ger Føroya lands- stýri, munnu mong spyrja í hesum døgum. DAGSINS MEINING Sosialurin Børn illa viðfarin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johannes Hansen Tað vísir seg, at hvørja ferð fiskiskapur, fiskidagatal og hvussu stórar nøgdir, ið kunnu fiskast o.a. verður umrøtt, so verða smábátar- nir onkursvegna altíð drig- nir upp í málið. Tað hevur verið nevnt eitt tal uppá umleið 800 smábátar, eisini kallaðir frikadellufiskarar, ið eru inni í fiskiskapinum. Hvussu nógvir av hesum 800 bátunum dríva útróður, so tað munar, er ilt at siga. Nakrir eru, sum gera eitt sindur meira við tað enn aðrir og kanska avreiða eitt sindur, men hvussu nógvir eru teir, ið kanska ongantíð avreiða, ella bert hendinga ferð, slíkir, ið stórt sæð bert fiska til húsbrúk? Eg rokni við, at tað er nógv tann størra helvtin. Tí er tað ør- kymlandi fyri smábátaeig- ararnar altíð at verða drig- nir upp í málið, tí sjálvsagt føla teir á sær, at teir eru undir mistanka fyri at vera til ampa fyri fiskastovnar- nar, tí at verja fiskastovnar- nar er jú tað, tað heila gongur út uppá. Ein av frøðingunum, Óli Samró, úttalaði seg í út- varpinum eftir kjakið 22/06 ímillum Petur Steingrund og Jón Kjartanson, og nevndi, at smábátarnir áttu at verið tiknir úr fiskidaga- skipanini, nakað, ið Bjørn Kalsø og aðrir undan hon- um eisini hava verið inni á, og koyrdir í eina ella aðra skipan, ið líkist tí, ið er fyri haruskjóting. At taka smábátarnar úr fiskidagaskipanini taki eg fult undir við, og lat so teir fiska, sum vilja fiska. Tað hevði lætt nógv um hjá teimum, ið umsita fiski- loyvini, og eisini teimum, ið hava rætt til at fáa tey. Er veður og streymur til vildar kunnu menn fara til út- róðrar og kanska avreiða eitt sindur, um teir hava fiskað meira, enn brúk er fyri at taka við til hús, uttan at hugsa um fiskiloyvi. Fyri at koma aftur til haruloyvið hjá Óla Samró má eg viðganga, at eg hevði ilt við at skilja tað, annað enn sum bíligt skemt, og óivað nógvir við mær. Tosar man um loyvi til at skjóta haru, so kostar tað pening, og tað rættiliga nógvan eisini, harafturat er man avmarkaður til tann hagan, man hevur keypt. Meinar Óli Samró, at eigararnir av smábátunum kortini skulu keypa sær fiskirættindi, kanska í ein- um fiskidagabanka? Fiski- dagabanki hevur fyrr verið uppi og vent, men kanska hann er ætlaður øðrum bólkum? Og síðani verða avmarkaður til eitt ávíst pláss, líka sum við haru- haganum. Hvør skal taka sær av vaktarhaldinum? Fær tú loyvi at fara til út- róðrar t.d. Norð ímillum Grynnur, og dittar tær suður á Riv, kanst tú so vænta at blíva tikin og fáa bót, líka sum sunnudags- fiskarin, ið nevndur varð í Dimmalætting týsdagin 29. Juni, eitt satt bragd má sigast? Um so er, er skipan- in betri í verandi líki. Hevur tú ein bát, ið er tilmeldaður áðrenn 01/01/95 minnist meg rætt, so hevur tú rætt til eitt fiskiloyvi uttan at gjalda fyri tað. At fara til útróðrar og fiska til húsið – fyrst og fremst – og eisini avreiða, um nakað er at avreiða, er aldargomul føroysk ment- an, sum útróðrarmaðurin ikki hevur goldið fyri fyrr, men sambært Óla Samró »skal der andre boller på suppen« fyri smábátaeigar- arnar. Er tað so, at eg havi misskilt Óla Samró, hevði tað verið gott, um hann greiddi almenninginum nærri frá, hvat hann meinti við, tá hann segði, at smá- bátaeigarar skuldu komið undir eina skipan, ið líkist tí fyri haruskjóting. Sólvit Simonsen Nú eru nógva staðni í Føroyum tikin skilagóð stig, í einigheit, at leggja kommunur saman og so- leiðis taka tøk í felag um stórmál, sum smáar komm- unur ikki eru førar fyri at lyfta. Hvussu er við kommun- unum í Sandoynni? Nú er eitt heilt skeið runnið og ikki eitt kis um nakað sum helst. Vit skulu bert liggja við somu trøllaleiðum, sum hava verið. Tað var soleiðis, tá ið kúgvin var í kjallar- anum, vit bardust um jørð og haga og ansaðu væl eftir at tín kúgv ikki skuldi koma inn á mín jarðarteig. Soleiðis var tað, og tað er ikki so galið, um tað bara kann forseta nøkulunda so- leiðis, verður helst hugsað. Vit eru 1500 fólk tilsam- an, ið búgva í Sandoynni. Ein lítil bygdarkommuna. Endamálið, hevði eg hugs- að mær, skuldi verið tað, at vit øll skulu hava tað gott. Er ongin av kommunufor- monnunum so mikið at sær komin, at hann kundi t.d. kallað til ein fund og vita hvat fólkið hevur at siga. Eitt er ungdómurin í oynni – einasta, vit hava at bjóða teimum um veturin, er ein øl og ein spruttfløska. Tað máttu tit verið so frægir í felagsskapi at kunna farið undir arbeiðið við ítróttar- høllini. Tað standa jú seks milliónir í stuðli klárar til brúks. Tað er bæði synd og skomm, at vit skulu vera slíkir eftirbátar. Og kunnu tit ikki fáa hetta frá hond- ini, so havi eg eini ráð til tykkum: Vælsignaðir, latið vera við at stilla upp aftur til valið í heyst, og latið frískar kreftir koma framat, tí tað sær út fyri mær sum summi av tykkum hugsa sum Nólsoyar Páll segði so skilagott í Fuglakvæðinum: Vertin á hvat annar fær. Eg skal nøra at mær. Og løgtingsmenninir báðir, tykkara uppgáva er at arbeiða fyri alla oynna. Tað er jú tað, tit eru valdir til. So takið hendurnar saman og leggi til brots, fólkinum í oynni til heiðurs. Arbeiða tit saman, so er óætlað hvat tit kunnu draga til oynna. Haruloyvi fyri at fara til útróðrar – Hvat verður tað næsta? Er Sandoyggin eftirbátur Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. VIÐMERKINGAR Petur í Gong Brúkarasamtakið Brúkarasamtakið hevur sett sær fyri at taka sam- gonguna uppá orðið, og fáa sett í gildi eina lóg um marknaðarføring. Blandið nú ikki saman við forngripin "Lov om køb" frá 1906. Men hvat er henda marknaðarføringarlógin fyri nakað, og hvat kann hon brúkast til? Lógir av tílíkum slagi leggja vanliga út við, ikki at loyva marknaðar- føring, ið stríður ímóti góðum handilssiði mill- um vinnufyritøkur, ella er órímulig yvirfyri brúkara, ella sum á annan hátt stríður ímóti góðum marknaðarfør- ingarsiði. Víðari kann setast sum krav, at eing- in niðurgerð ella munur skal gerast á fólki, og at greitt skal framganga, at talan er um marknaðar- føring. Her hava vit nakrar sera umfatandi og grundleggandi treyt- ir, og skuldu vit tí ikki havt fyri neyðini at gjørt meira við lógina. Brot á fylgandi greinar í lógini høvdu eisini verið brot á hesar fyrstu treytirnar. Men hetta hevði verið ov trupult at fingist við. Tí er eisini neyðugt at hyggja eftir kendum støðum, ið kunnu íkoma, og ikki kunnu góðtakast. Eg kann nevna tvey dømi, ið hava elvt til øsing summa staðni í seinastuni. Røð- arin á Ólavsøku roynur at selja okkum máling. Bilhandlarin letur ókeypis motorsúkklu við tí nýggja bilinum. Um vit hyggja at lógum um marknaðarføring í grannalondum okkara, eru bæði hesi dømi brot á nærri útpeikaði øki í lógunum, og høvdu tí helst ikki komi fyri. Sostatt er skilagott at peika ávís øki út, fyri lættari at kunna átala og steðga óhepnari markn- aðarføring. Sum dømi um hesi nærri útpeikaðu øki kunnu millum annað nevnast tilætlað villleið- ing, uppkrav uppá ikki umbidnar vørur ella tænastur, hópbrøv gjøg- num teldupost, SMS ella telefax, prísmerking (nú undir kunngerð frá Kappingarráðnum) og mangt annað. Alt eftir, hvat kann tykast at vera rímiligt í okkara samfe- lag, og hvat rørist í fólk- inum. Tað nýtist sjálv- sagt ikki at vera tað sama, sum í grannalond- unum. Eitt heilt annað øki, ið aðrastaðni verður um- fatað av lógum um marknaðarføring, er vinnuloyndarmál. Neyð- ugt er oftani at geva t.d. handverkarum tekn- ingar, ið helst ikki skulu berast víðari. Hugsi ikki sum er, at nakað forðar fyri at seta hesar tekn- ingar beint í bløðini. Við lóg um marknaðarføring nýtist hetta ikki at vera loyvt longur. Alt innlit, ið er fingið frá einum virki, má sostætt ikki berast víðari, ella endur- gerast. Líkamikið um tú ert í starvi hjá virkinum, um tú sjálvstøðugt ar- beiðir fyri virkið, ella kanska av órøttum hevur fingið hetta innlit. Við lóg um markn- aðarføring fáast skipaði viðurskifti. Fyri allar- flestu virkir og handlar fær hetta sum so ongan týdning, tá hesi longu fylgja vanligum fólka- skikki. Men við einari lóg um marknaðarføring kunnu vit lúka spilluna burtur soleiðis, at brúk- arin verður vardur fyri teimum minni hepnu marknaðarføringartiltøk unum. Hampa handils- fólk verða tá ikki noydd at fara útum síni egnu mørk, bert fyri at fylgja við hinum. Ein lóg um marknaðarføring ger karmarnar eins fyri øll, og má tað sigast einans at vera til gagns fyri allar partar, veitara sum keypara. Lóg um marknaðar- føring – hvat er tað fyri nakað? Herborg Joensen Tórshavn, 1. juli 2004 Ingi Mohr roynir at skava út yvir veruleikan. Nógv mundu ógvast við tá leiðarin á Heilbrigdinum Ingi Mohr tann 30. juli 2004 í útvarpinum royndi at skava útyvir, at hægstu læknaligu myndugleikar í ríkinum hava staðfest, at tað var starvsfólkið á Heil- brigdinum, sum hevði á- byrgdina av, at systirsonur mín Kenneth doyði á stovn- inum sunnudagin tann 05. januar 1997 bert 19 ára gamal. Skilir Ingi Mohr veruliga ikki, at tað er stovnurin, sum er beinleiðis orsøkin til at Kenneth doyði? Hvat hendi á Heilbrigd- inum tann 05. januar 1997? Nei Ingi, tær nýtist ikki at vaska tínar hendur fyri Føroya fólki í sambandi við hendingina á Heilbrigdin- um tann 5. januar 1997. Undirritaða veit fullvæl hvat hendi hendan dag, tí hósdagin tann 2. januar 1997 koyrdi eg Kenneth á Heilbrigdið, ikki tí hann hevði »drukkið mjólk«, sum Ingi Mohr so forhánis- liga tosar um, men tí hann hevði tørv á hjálp, sum so nógv onnur í samfelag okk- ara. Eg helt at eg læt hann í varðveitslu hjá fakliga út- búnum fólki við ábyrgdar- kenslu, men har fór eg fullkomuliga skeiv. Tað er ein veruleiki, at Kenneth ikki var nakar garvaður narkomanur, men kortini varð hann við- gjørdur sum slíkur, tí hann fekk ein yvirdosis sum tók lívið av honum. Ingi Mohr segði í út- varpinum, at Heilbrigdið hevur lækna 24 tímar í samdøgrinum, men her lýgur Ingi, tí Kenneth varð yvirdoseraður uml. kl. 24.00 tann 4. januar og starvsfólkið, sum var á vakt hetta kvøldið til morgunin eftir, kunnu ikki hava fylgt væl við, tí kl. 11.00 sunnudagin tann 5. januar funnu tey útav, at hann var deyður. Hvat fyri 24 tímar læknavakt snakkar Ingi Mohr um? Líkkanningarnar vístu, at hann var deyður uml. kl. 05.30, t.v.s. at hann hevði ligið uttan uppsýn í nógvar tímar. Eg ringdi sjálv til Heil- brigdið 3 ferðir leygar- kvøldið tann 4. januar, síðstu ferð var eftir mid- nátt, har eg tosaði við vakt- ina. Eg spurdi vaktina eftir Kenneth og eg minnist orðarætt, at vaktin segði við meg, at »nú kann eg lova tær, at hann svevur eftir tann dosis, sum hann hevur fingið«. Væl varð doserað, tí Kenneth vaknaði ongantíð aftur. Eg ringdi so sunnumorg- unin tann 5. januar kl. 08.00 og kl. 10.00 og spurdi eftir honum, men svarið eg fekk var, at hann svav. Tá hevði drongurin ligið deyður í 5 tímar uttan at tit á Heilbrigdinum vistu tað. Er hetta tann professio- nella viðgerð, sum Ingi Mohr tosar um? Ingi Mohr royndi í út- varpinum at billa fólki inn, at viðgerðin og tey fólk, sum starvast á Heilbrigdin- um eru professionell, og at heimið hevur altjóða viður- kenning. Eg haldi ikki, at tað er tekin um professionella viðgerð, at ein maður sum hevur fingið eina yvirdo- sering skal liggja uttan eftirlit í 6, 8 ella kanska 10 tímar. Og hvar er tann altjóða viðurkenningin, sum Ingi Mohr tosar um? Hetta er ikki einasta dømi um at fólk, sum eru komin til viðgerð eru deyð á Heilbrigdinum. Ingi Mohr veit, at hetta ikki er eindømi um at fólk, sum erukomin til viðgerðar á Heilbrigdinum eru deyð á stovninum. Tað er tí ikki júst tekin um professionella viðgerð, og enn minni er talan um professionella leiðslu, tá leiðarin á stovninum, held- ur enn at viðureknna trupulleikarnar, fer út al- ment við úttalilsum, hvørs endamál uttan iva eru at hevna seg inn á tey, sum ditta sær at finnast at teim- um mannagongdum, sum Ingi Mohr hevur høvuðs- ábyrgdina av. Ingi Mohr, fyri meg kemur tað ikki óvart, at tú tykist at virða tey deyðu og teirra avvarðandi so lítið, tí eg kenni títt lyndi. Kann ein stovnur virka við einari leiðslu, sum ikki vísir virðing fyri teimum persónum, sum leita sær hjálp á stovnin- um? Høvuðsfyritreytin fyri at ein stovnur kann virka nóg væl er, at leiðslan hevur virðing fyri tí arbeiði sum gerast skal, og dugur at vísa opinleika og viðurkenning fyri teimum mistøkum, sum gjørd verða, heldur enn at royna at fjala hesi mistøk. Úttalilsini hjá Inga Mohr í útvarpinum benda ikki júst á, at hann hevur teir eginleikar sum skulu til fyri at kunna viðurkenna, at hann og tann stovnur hann hevur ábyrgdina av, eisini kunnu gera mistøk ja so stór mistøk, at persónur, sum er komin á heimið til viðgerðar ikki kemur liv- andi út aftur frá stovninum. Edmund Joensen Samgongan hevur ætlanir um at valskipanin skal end- urskoðast. Høvuðsorsøkin til at hetta kom at standa í samgonguskjalinum, var ynskið um at rætta uppá skeivleikarnar, sum av og á koma í av verandi skipan. Hetta hendi til dømis eftir seinasta løgtingsval, tá triðistørsti flokkur fekk ein tingmann meira enn bæði størsti og næstørsti flokkur. Helst eru bæði fyrimunir og vansar við at gera allar Føroyar til eitt valdømi. Men eftir mínum tykki eru fyrimunirnir nógv fleiri og størri enn vansarnir. Flokk- arnir fáa tá ta umboðan, sum teimum tilkemur eftir atkvøðutalinum, og eingin tilvild fer longur at avgera tingmannabýtið. Tær stórbroytingar sum henda, og eru hendar í sam- felagnum, eru eisini natúr- ligar orsøkir til, at hóskiligt er at hava allar Føroyar í einum og sama valdømi. Oyggjarnar Vágoy, Streym- oy og Eysturoy eru bundnar saman, og Norðuroyggjar koma við um stutta tíð. Tá eru umleið 85 %, ella fleiri enn 40.000 av íbúgvum landsins á einum saman- bundnum vegakervi, og eingin er longur burtur enn ein tíma frá tí sum er longst burtur. Ein onnur stórbroyting sum er í ferð við at henda, er kommunusamanlegging- in. Við einum valdømi slepst undan, at ein komm- una liggur í fleiri valdøm- um, so sum støðan er í dag. Høvusætlanin við stórum kommunum var jú at gera tær førar fyri at átaka sær alt fleiri uppgávur, sum í dag liggja hjá landsstýrin- um. Hetta krevur eisini at kommunurnar hava eitt nóg stórt fólkagrundarlag. Føroyar hava ein politisk- an trupuleika av, at so fáar kvinnur eru í politikki. Kvinnurnar høvdu ivaleyst betri møguleikar í einum samlaðum valdømi. Annað er, at vilja flokkarnir veru- liga hesum skeivleika til lívs, ber eisini væl til at broyta uppstillingarháttin. Grønland hevur roynt skipanina við einum val- dømi í nøkur ár. Grundgev- ingin hjá teimum fyri at hava eitt valdømi var, at landspolitikkararnir skuldu tryggja rætta politikkin, og røttu loysnirnar fyri alt landið, meðan kommunal- politikkararnir skulu skapa loysnirnar fyri tey lokalu økini. Nógv bendir á at tey flestu eru sera væl nøgd við skipanina. Tað sigur seg sjálvt, at tá til ber í Grøn- landi við teirra veldugu avstandum og truplu sam- ferðslumøguleikum at hava eitt valdømi, so skuldi ikki stórvegis trupuleikar staðist av eini slíkari skipan fyri Føroyar. Fyrimunirnir við eini slíkari skipan eru nógv fleiri og størri enn vansar- nir. Eg fari at mæla til, at samgonga og andstøða fara undir at viðgera henda spurning í næstum. Tíðin er búgvin til nýhugsan á hesum øki. Aftursvar til Inga Mohr Føroyar sum eitt valdømi C M Y K 11 10