Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Fríggjadagin 25. juni var móttøka hjá nýggju fyritøkuni P/f Føroyaprent við Hoy- víksvegin í Havn. Fyritøkan er ein sam- anlegging av prent- smiðjunum hjá Dimmalætting og Hestprent Harða kappingin á grafiska økinum - bæði í Føroyum og við útlendskar prent- smiðjur - hevur ført til at leiðslurnar á P/f Dimma- lætting og Sp/f Hestprent hava lagt fyritøkurnar sam- an fyri at styrkja um kapp- ingarførið. Tann 23. juni 2004 stovn- aðu teir nýggju prent- smiðjuna P/f Føroyaprent. Í hesum nýggja felagnum fer alt virksemið hjá Hest- prent og alt virksemið hjá Dimmalætting innan ark- prent í nýggju smiðjuna, sum tó einki hevur við prenting av tíðindabløðum at gera. Stjóri í P/f Føroyaprent er Jon Hestoy frá Hestprent, meðan Hjalgrim Samuel- sen frá Dimmalætting er nevndarformaður. Stovnar- arnir eiga hvør síni 50 prosent í nýggja felagnum. Prentsmiðjan hjá Dimmalætting var stovnað fyri 126 árum síðan og tann hjá Hestprent fyri 20 árum síðan. Nýggja prentsmiðjan hevur eisini yvirtikið bygn- ingin á Hoyvíksvegi 59 frá P/f Dimmalætting. Umleið 30 starvsfólk starvast dagliga á nýggju prentsmiðjuni, sum nú er tann størsta landinum. Á móttøkini hendan dag- in vóru fleiri røður hildnar, nevndarformaðurin Hjal- grim Samuelsen greiddi frá um samanleggingina, og stjórin Jon Hestoy fortaldi um framtíðarætlanirnar. Síðani røddi Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum, ið millum annað greiddi frá sínum góðu royndum við samstarvinum við Dimma- lætting um Prentmiðstøð- ina og samstarvinum við Hestprent, sum umsitur teknisku deildina á Sosialinum. Ingi Samuel- sen, blaðstjóri á Dimma- lætting helt ein talu fyri starvsfeløgum sínum, ið nú fóru at starvast í nýggja felagnum. P/f Føroyaprent, Tórshavn: Størsta fyritøka av sínum slagi í landinum Millum 250 og 300 fólk vóru til móttøkuna hjá P/f Føroyaprent Mynd: Jens Kristian Vang Jón Hestoy, stjóri, og Hjalgrim Samuelsen, nevndarformaður í P/f Føroyaprent Mynd: Jens Kristian Vang F.v.: John Wiliam Joensen, Norðlýsið, Páll Danielsen, Føroyaprent, Jonhard Hammer, Sosialurin, Ingi Samuelsen, Dimmalætting, Jákup Alberg Eliasen, Føroyaprent, og Eyðun Húsgarð, Prentmiðstøðin. Allir hesir, uttan Ingi Samuelsen, hava útbúgving sum prentarar Mynd: Jens Kristian Vang F.v: Oliver Joensen, frá Norðlýsinum, Johannes A. Næs, fyrrverandi lærari og rithøvundur, og Pól á Kletti frá Dimmalætting Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 7. juli. Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa sínum Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi hesin enski munkurin pílagrímsferð til Róm og var tann einasti, ið kom fram. Seinni gjørdist hann biskupur í Eichstadt í Bayern. Leygardagin fara eini hjún í Fuglafirði at halda 70 ára føðingardagar. Tað eru Jytta og Magnus Magnus- son. Magnus fylti 70 hin 27. juni, og 17. september verður Jytta 70. Tey halda føðingardagarnar nú leyg- ardagin 10. juli. Børnini eru heima, og tað verður opið hús hjá Ann, sum er yngsta dótturin hjá Jyttu. Jytta og Magnus hava verið gift í 15 ár. Tey vóru bæði einkjufólk, tá ið tey giftust í 1989. Tey vóru í starvi hjá Skipafelagnum Føroyar, tá ið tey hittust. Hann sigldi við farma- skipunum, og hon arbeiddi í kantinuni á Handils & Frystivirkinum. Tá ið Skipafelagið hevði stóra føðingardagsveitslu á Kambsdali, lagaði tað seg soleiðis, at tey bæði hittust, gjørdust væl og giftust, og síðani hava tey verið eydnusom og hava havt eitt hugnaligt heim í Fuglafirði. Jytta er úr Fuglafirði. Hon er triði yngst av teim- um átta børnunum hjá Janu og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Póli, sum hann varð nevndur. Hon giftist við Poul Friang, sum var danskari, og sum í mong ár var bakari í Fuglafirði. Hann andaðist í 1986. Tey bæði eiga sjey børn: Teresa, sum býr í Århus, Jonna býr í Fuglafirði, Eileen býr í Hirtshals, Lillian býr í Runavík, Mille býr í Århus, og Maria og Ann búgva í Fuglafirði. Jytta var heima hjá børn- unum. Tá ið tey vóru und- ankomin, fór hon at út at arbeiða. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá henni at gera mat. Eftir at hon gavst á Handils & Frystivirkinum hevur hon fyrireikað mat til føðingardagar og veitslur av øðrum slagi, og hon tekur framvegis á seg at levera smyrjibreyð. Nú Magnus er pensioneraður og ikki meiri siglir, hjálpir hann henni, og tað riggar væl. Magnus er ættaður úr Haraldsundi. Foreldrini vóru Anna Katrina og Aðalstein Magnussen, sum var ættaður úr Íslandi. Tey fingu fýra børn, og Magnus var næstelstur. Magnus giftist við Honnu Klein úr Klaksvík. Hon var dóttur til Herdis og Hans Paula Klein. Hon doyði í 1984. Hanna og Magnus eiga tvey børn. Anna býr í Haraldsundi, og Marius býr í Klaksvík. Magnus lærdi til elektrik- ara og arbeiddi í nógv ár sum elektrikari í Klaksvík. Seinni fór hann at sigla sum maskinmaður við skipun- um hjá Skipafelagnum, og tað gjørdist lívsstarvið hjá honum. Nú Magnus er givin at sigla, er hann ofta í egning- arskúrðunum í Fuglafirði, og so hjálpir hann konuni í hennara virki. Børn og svigerbørn og barnabørn hyggja ofta inn á gólvið, og blíðskapurin er óførur. Magnus er innløgumaður. Umframt fisk og egning dámar honum væl at fáast við mat og slakt. Tað kemur eisini yngra ættarliðnum til góða. Teimum báðum verður ynskt hjartaliga tillukku, nú tey hava rundar føðingar- dagar, og vónandi fáa tey saman við familjuni og øllum hinum gestunum eitt gott føðingardagshald í Fuglafirði leygardagin 10. juli. 70 ára føðingardagar í Fuglafirði Gullbrúdleyp Í dag, 7. juli, hava Nancy og Thorolf Bjørklund gullbrúd- leyp. Dagurin verður hildin heima við hús frá kl. 15.00. Sølan av nýggjum bilum minkar fram- vegis. Serliga er sølan av persónbilum og vøruvognum nógv minkað, meðan sølan av nýggjum hýru- vognum er vaksin. Nú verða eisini nakrir kampingvognar seldir BILASØLA Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í nýggjasta tíðindaskrivin- um, sum Bileftirlitinum hevur sent út, sæst, at sølan av nýggjum persónbilum er minkað við næstan 22 pro- sentum í mun til í fjør. Sama tíðarskeið í fjør vórðu seldir 704 persón- bilar í mun til 550 í ár. Sølan av vøruvognum er minkað við meira enn 30 prosentum. Vert er at leggja til merkis, at nú verða nakrir kampingvognar seldir. Áðrenn høgu avgjøldini vóru tikin av, vórðu als eingir kampingvognar seldir. 154 færri persón- bilar seldir Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-JUN í 2004 og 2003. Jun Jun Broyting Jan-Jun Jan-Jun broyting %broyting Akfaraslag 2004 2003 Jun 04/03 2004 2003 2004/2003 2004/2003 Brandbilar 2 0 2 3 1 2 200,00% Bussar 0 0 0 1 3 -2 -66,67% Kampingvognur 2 1 1 3 1 2 200,00% Hýrubilar 2 1 1 20 9 11 122,22% Lastbilar 3 8 -5 10 9 1 11,11% Leguvognar 0 1 -1 0 5 -5 -100,00% Motorsúkkla 2 3 -1 8 8 0 0,00% Neyðsendakfar 0 1 -1 1 2 -1 -50,00% Persónbilar 104 161 -57 550 704 -154 -21,88% Smábussar 1 2 -1 3 5 -2 -40,00% Tangabilar 0 1 -1 0 4 -4 -100,00% Viðfestivognar 17 18 -1 61 53 8 15,09% Vøruvognar 19 24 -5 98 143 -45 -31,47% Samlað 152 221 -69 758 947 -189 -19,96% Í juni 2004 eru skrásett 27 nýggj prutl, og higartil í ár eru skrásett 102 nýggj prutl. C M Y K 13 12