Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 • mikudagur • 7. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Tað hevur ikki gingið meiri enn næstbest hjá klaksvíkingum í landskappingini, men í tveimum venjingar- dystum ímóti ávíka- vist nummar eitt og trý í donsku kapping- ini, hevur KÍ fingið fulla úrtøku. Mána- kvøldið vóru donsku meistararnir úr FC Keypmannahavn við Toda Jónsson á odda bastir við vøllin á Djúpumýru KÍ-FC KEYPMANNA- HAVN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Mánakvøldið var dystur millum KÍ og FC Keyp- mannahavn leiktur í Klaks- vík, og tað er einki dulsmál, at hetta var ein dystur, sum klaksvíkingar høvdu sæð fram til í langa tíð. Hjá klaksvíkingum er vitjanin hjá donsku meistarunum serliga forkunnug, tí at helst mætasti føroyski fót- bóltsleikarin nakrantíð, Todi Jónsson úr Klaksvík, telist millum leikararnar á danska meistaraliðnum. Klaksvíkingar omaná Tað var bítandi kalt í Klaks- vík mánakvøldið, og kanska var tað tí, at donsku leikararnir vóru so stirdir, at tað gekk so striltið hjá teimum at koma í gongd. Hinvegin vóru leikararnir hjá KÍ tendraðir frá fyrsta bríksli, og tað var sjón fyri søgn, at danmarksmeistar- arnir ikki høvdu væntað so mikið harða mótstøðu, sum teir nú einaferð fingu. KÍ gjørdi eisini tað rætta í, at teir ikki løgdu seg aftur á vøllin at bíða eftir danska liðnum, men hinvegin valdu teir at spæla sítt egna álopssinnaða spæl, og tað gav eisini úrslit. Leiktir vóru ikki meiri enn slakir tíggju minuttir, tá ið 100 ára føðingardagsbarnið legði seg á odda. Klaksvík- ingar fóru í skjótálop í høgru síðu, og eftir gott samanspæl millum Erling Fles og Leon Bjartalíð end- aði bólturin hjá unglinga- leikaranum Julian Samuel- sen, sum úr stuttari fjar- støðu hevði lætt við at seta bóltin í málið hjá Balazs Raboczki, ungarska mál- verjanum hjá FC Keyp- mannahavn, og so var øll áskoðarafjøldin í Klaksvík á gosi. Annars var fyrri hálv- leikur rættuliga javnur, og spælið gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjum vølli. Álopsparið hjá FC Keyp- mannahavn, Alvaro Santos og liðskiparin Todi Jóns- son, fingu ikki nógvar bólt- ar at arbeiða við, og har- afturat høvdu teir báðir miðverjarnir hjá KÍ, Niclas Niclasen og Ove Nysted gott tak á teimum báðum framherjunum. Tað sást eisini, at donsku meistararnir ikki hava vant serliga leingi, og væntandi dystarvenjingin var eisini sjónlig. Klaksvíkingarnir vóru hinvegin væl vanda- miklari, tá ið teir fóru í álop, og fleiri ferðir var rættuligur vandi á ferð, tá ið heimaliðið herjaði á. Mill- um annað hevði Eyðun Klakkstein, sum tykist stór- trívast á sentrala miðvøllin- um, ein stóran møguleika, sum Raboczki fekk vart fyri. Tá ið ein góður hálvur tími var leiktur, vísti KÍ eisini eitt skúladømi upp á kontrafótbólt, tá ið hann er bestur. FCK er í álopi, men klaksvíkingar vinna bóltin av teimum. Bólturin verður spældur skjótt í vinstru síðu, har Erling Fles strýk- ur avstað við honum. Kom- in væl oman ímóti brots- teiginum hjá donsku meist- arunum, sendur Erling eitt høgt innlegg yvir í høgru síðu av brotsteiginum, har miðverjin Ove Nysted kom stormandi, men skallarin hjá Ova fór eitt lítið vet upp um málið. Eitt fyrimyndar- ligt skjótálop. FC Keypmannahavn fekk eitt ávíst trýst í lag seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, men hóast Toda Jónsson var nær við stutt fyri steðgin, so eydnaðist tað KÍ at halda tørn, og tí kundu klaksvíkingar fegnir fara til hálvleks við einari 1-0 leiðslu. Skiftu alt liðið út Í hálvleikssteðginum skifti venjarin hjá FC Keyp- mannahavn, Hans Backe, alt liðið hjá sær út við und- antaki av høgra miðvallar- anum, Michael Silberbauer, sum leikti hálvan seinna hálvleik eisini. Tað var týðuligt, at nýggju menn- inir hjá FCK fegnir vildu hava javnvág í málskoring- ina aftur, men hóast teir høvdu bóltin nógv, gjørdust teir ongantíð av álvara ser- liga vandamiklir framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Ístaðin var seinni hálv- leikur merktur av nógvum ljótum og ófantaligum spæli frá báðum síðum, og tað er einki at taka seg aftur í, at var talan um ein lands- kappingardyst, so hevði dómarin havt reyða kortið á lofti fleiri ferðir. Tað einu løtuna gjørdist spælið so mikið ófantaligt, at dóm- arin, Oddmar Andreasen, noyddist at kalla liðskipar- arnar báðar, Atla Danielsen hjá KÍ og Bo Svensson hjá FCK, til sín og fáa teir at sissa sínar menn. Tað nærmasta, ið nakar kom einum máli í seinna hálvleiki, var, tá ið Erling Fles slapp leysur av verjuni hjá FC Keypmannahavn. Hetta hendi, tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir at leika. Erling vann ein bólt frá nýggja finska leikaran- um hjá FCK, Janne Saarin- en, í verjuni hjá danska liðnum, og hann slapp at renna einsamallur ímóti danska málinum. Eykamál- verjin hjá FCK, Benny Gall, kom út ímóti, og hann fekk bjarga út til horna- spark. Rætti hugburðurin Tíðin hjá dómaranum gekk undan, og tá ið dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, stóð tað framvegis 1-0 til KÍ á máltalvuni, og rómur- in á klaksvíkingum var øgi- ligur. Teir høvdu júst framt eitt megnaravrik og bast donsku fótbóltsmeistarun- um á Djúpumýru í Klaks- vík. Eftir ein slíkan dyst spyr man seg sjálvan eisini, hvussu tað ber til, at KÍ ikki er við í oddinum í føroysku landskappingini, tá ið teir nú hava bast bæði donsku meistarunum úr FCK og bronsuvinnarunum úr Es- bjerg. Eitt er undir øllum umstøðum greitt, og tað er, at vísa klaksvíkingar sama stríðsvilja og hugburð í seinnu helvt av lands- kappingini, sum teir gjørdu í dystinum mánakvøldið, so verða teir fyri vist við heilt har frammi í landskapp- ingini, tá ið tað heila verður avgjørt seinni í ár. KÍ-FC Keypmanna- havn 1-0(1-0) 1-0 Julian Samuelsen 10. KÍ skuldi verið í superliguni Lars Jacobsen og liðfelagar hansara í FC Keypmannahavn megnaðu ikki at bróta niður verjumúrin hjá KÍ við teimum fýra Jan Andreasen, Ova Nysted, Niclas Niclasen og Harley Bertholdsen á odda. Mynd: Álvur Haraldsen Eyðun Klakstein, sum byrjaði á sentrala miðvøllinum hjá KÍ, var við í øgiliga nógvum av tí, sum klaksvíkingar høvdu at bjóða uppá fram eftir vøllinum. Mynd: Álvur Haraldsen 15 14 Nr. 127 - 7. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin 24. juni fingu 10. flokkarnir á Venjingarskúlanum í Havn handað prógv, tilsamans 38 næmingar. Á myndunum eru næmingarnir saman við lærarunum 10.a. Finnur Victorsson Carlsen, Jóhan Martin Christiansen, Frank Davidsen, Teitur Egholm Fossaberg, Egil við Gjógvará, Jórun Haraldsen, Ann Leivsgarð Henriksen, Alexander Hentze, Dan Sofus Hofgaard, Jógvan Einarsson Jacobsen, Hildur Joensen, Lisa Nattestad Lamhauge, Timmi Nielsen, Simona Mikkelsen, Aksal Holm Norðfoss, Erhard Petersen og Bára Poulsen. Mynd: Lützen`s Foto 10.b. Fía Jákupsdóttir Andreasen, Heini Mohr Arnason, Elna Horn Baldvinsson, Bogi Berg, Dan Brimsvík, Bjartur Dal- Christiansen, Sunhee Karmlsdóttir Durhuus, Eydna av Fløtum, Sigrid Kristina Hansen, Jóngerð Jensen, Eyð Grækarisdóttir Joensen, Jónrid Biskupstø Joensen, Linda Johannesen, Ragna Juul, Fróði Ludvig, Júst Norðbúð, Magnus Remberg, Herdis Viderø Reynheim, Niels Jón Sigurheim, Eyðun Müller Thomsen og Rannvá Tórgarð. Mynd: Lützen´s Foto 10. flokkar prógv á Venjingarskúlanum 13 ára gamli havnar- drongurin vann rættiliga óvæntað føroyameistaraskapin í snartalvi í viku- skiftinum. Nøvn sum Olaf Berg og Ólavur Simonsen megnaðu ikki at steðga Helga TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Fimta árið á rað varð føroyameistaraskapurin í snartalvi (5 minuttir hvør til talvið) leiktur fyrsta leygardagin í juli mánaða. Tað hevur víst seg seinastu árini, at kappingin verður hampiliga væl mannað í summarmánaðanum, men undirtøkan kundi tó verið betur í ár. 33 telvarar tóku lut. Teir sum møttu gjørdu sína skyldu, um man kann siga tað soleiðis. Serliga Helgi D. Ziska, 13, úr Havnar Telvingarfelag. Helgi vann FM fyri ungl- ingar á páskum og nú tók tók hann øll á bóli leygar- dagin í Eysturskúlanum. Garvaðir menn sum Torkil Nielsen, Rani Nolsøe, Jóan Hendrik Andreasen, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang v.f., fingu ongantíð rættiliga fatur í Helga, sum frá fyrsta umfari legði seg á odda og til síðsta bríksl helt hinar aftanfyri seg. Eitt einastandandi gott avrik, sum prógvar evnini hjá nýggja Ziska-manninum í føroyskari telving. Telving á netinum hevur hjálpt Helst hevur nógva telving- in hjá Helga á internetinum hjálpt uppá snartelvingina. Talv hóskar seg optimalt til internetbrúk. Eitt nú nýta telvarar sum Leko, Shirov og Adams nógv internetið til at styrkja skjótleikan í sjálvari fysiskari telvingini á teimum 64 puntunum. Tað hevur í skjótt nøkur ár verið kent, at Helgi er serliga sterkur snartelvari, men at hann vann seg framum fleiri føroyskir elitutelvarar, hevði eingin væntað. Kanska einans Helgi sjálvir trúði uppá sensatiónina. Vinnarin seinastu trý árini, John Rødgaard, var burturstadd- ur leygardagin. Helgi vann kappingina við 15 stigum av 18 møgu- ligum. Olaf Berg fekk 14,5 stig á øðrum plássi og Ólavur Simonsen 12,5 stig á triðja plássi. Júst Ólavur átti annars metið sum yngsti snarmeistari í Føroy- um, tá hann í 1994 vann FM sum 17 ára gamal. Hetta met sprongdi Helgi væl og virðiliga leygardag- in í Eysturskúlanum. Hálvt stig frá norminum Eins og í kapping í Keyp- mannahavn í februar mán- aða, varð Heini Olsen aftur einans hálvt stig frá sínum næsta IM-normi, tá hann í IM-kapping í K41, Valby, endaði nr. 3 við 5,5 stigum av 9. Eitt gott úrslit, umleið 1,5 stig yvir væntaðu skor- una. Spell fyri Heina fann hann ikki vinnandi leikin í seinasta umfarinum, og mótstøðumaðurin fekk bjargað sær javnleik við ævigum skáki. Heini tykist væl á veg til IM-heitið. Tveir normar resta í áðrenn hann kann kalla seg altjóða meistara. Í summar fær hann kjansin aftur, tá hann helst luttekur í kappingum á flatlondum, og í heyst verður talv- olympiada á skránni í Mallorka. Í HM sum verður leikt í Tripoli, Libyen, hava Mich- ael Adams og Kasimzd- hanov leikt seg í finaluna. Vinnarin av hesum tvídysti telvar eftir ætlan síðani ímóti Garry Kasparov eina- ferð komandi ár. Og vinn- arin av hesum dysti hittur vinnarin av uppgerðini Vladimir Kramnik-Peter Leko, ið telva í sept/okt. Loksins í 2005/2006 fáa vit vónandi ein sannan heims- meistara, soleiðis at talv- heimurin sleppur undan boksing-syndrominum við fleiri heimsmeistarum! Adams vann 2,5 - 1,5 á Teimour Radjabov í hálv- finaluni og Kasimzdhanov vann eftir umdyst á Veselin Topalov. Helgi Dam Ziska føroyameistari Tríggir teir fremstu í FM kappingini í snartalv: frá vinstru: nummar tvey Olaf Berg, vinnarin Helgi Dam Ziska og nummar trý Ólavur Simonsen C M Y K 14