Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 127 - 7. juli 2004 17 Vinmenn fra barnaárum Millum leikararnar í KÍ-hópinum til dystin ímóti FC Keyp- mannahavn mána- kvøldið var Fríðin Ziskason, og hjá honum var talan um ein serligan dyst. Fríðin og Todi Jóns- son hava verið floks- felagar øll barnaárini, og eisini hava teir spælt fótbólt saman øll ungdómsárini VINMENN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir báðir, Fríðin Ziskason og Todi Jónsson, hava verið vinmenn í nógv ár. Teir vóru floksfelagar í skúlan- um, og í KÍ hava teir verið á liði saman øll ungdóms- árini. Árgangurin hjá teimum báðum, 1972, var sera góður hjá KÍ, og teir vunnu mangt eitt steypi á yngri árum. Báðir komu teir eisini á besta liði hjá felagnum í ungum aldri, og hóast tað nú eru nógv ár síðani, at Todi fór úr Klaks- vík, hava teir báðir altíð hildið sambandið við líka. Løtt uppgáva at dekka Toda Tá ið vit fingu eitt stutt prát við Fríðin Ziskason áðrenn dystin, segði hann, at hann vónandi slapp á vøllin at dystast við vinmannin. Fríðin verður bæði nýtur sum verjuleikari og mið- vallari, men sjálvur vónaði hann at sleppa at dekka Toda. – Tað hevði verið ein løtt uppgáva, tí eg kenni hann so væl, helt Fríðin Ziskason skemtandi fyri undan dystinum. Fríðin kom ikki á vøllin fyrr enn seint í dystinum, og tá var Todi ikki longur á vøllinum fyri FC Keyp- mannahavn, so tískil gjørd- ist ikki talan um nakra upp- gerð teirra millum. Hinveg- in kundi Fríðin fegnast um at hava verið við til at bast donsku meistarunum, og tað er ein uppliving í sjálv- um sær hjá einum og hvørj- um føroyskum fótbóltsleik- ara. At Fríðin so eisini hev- ur okkurt at arga Toda við næstu tíðina, ger neyvan upplivingina minni hjá Fríðin Ziskason. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, er øgiliga takksamur fyri, at Todi Jónsson kemur til Klaksvíkar at vitja KÍ við felagi sínum FC Keypmannahavn ERRIN BORGARSTJÓRI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er einki dulsmál, at klaksvíkingar eru góðir við KÍ. At Todi Jónsson eftir 11 ára útlegd kemur aftur til Klaksvíkar á vitjan við FC Keypmannahavn, sigur sambært borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn Jac- obsen, ikki so lítið um, hvar hjartað hjá Toda Jóns- son liggur. Virðiligt umboð Steinbjørn Jacobsen sigur eisini, at ómetaliga nógv børn í Klaksvík síggja upp til Toda, og her er eisini nógv at síggja upp til, tí hann er komin langt í sín- um fótbólti. Harafturat heldur borgarstjórin í Klaksvík, at Todi Jónsson á sínari yrkisleið sum fót- bóltsspælari altíð hevur verið eitt virðiligt umboð fyri býin, og tað takkar hann Toda fyri. Nú KÍ fyllir 100 ár í ár sigur Steinbjørn Jacobsen, at týdningurin hjá felagn- um fyri Klaksvíkar bý er ómøguligur at meta um, tí hann er so ovurhonds stór- ur. – KÍ er miðdepilin fyri einum stórum parti av frí- tíðarlívinum hjá børnum og ungum í býnum, og er fel- agið ein stórur og týðandi partur av uppalingini hjá einum stórum parti av okk- ara børnum, sigur Stein- bjørn Jacobsen. Gleðiligt við nógvum ungum leikarum Um sjálvan dystin mána- kvøldið helt borgarstjórin í Klaksvík, at talan var um eitt ótrúliga flott avrik av klaksvíkingum, og hann vónaði, at avrikini í lands- kappingini verða minst líka góð, tá ið hon byrjar aftur. Somuleiðis fegnaðist Steinbjørn Jacobsen um, at tað eru so nógvir ungir leikarar, ið sleppa at royna seg á besta liðnum hjá KÍ, tí tað ber bert boð um, at felagið hevur nógv gott og ungt fólk, sum eru grundar- lagið fyri einari góðari framtíð hjá KÍ. Virðiligt umboð fyri Klaksvík Vinmenninir báðir, Fríðin Ziskason og Todi Jónsson, sum mánakvøldið vóru á hvør sínum liði, tá ið KÍ og FC Keypmannahavn dystaðust í Klaksvík. Mynd: Álvur Haraldsen Borgarstjórin í Klaksvík, Stein- bjørn Jacobsen, heldur Toda Jónsson verða eitt virðiligt umboð fyri Klaksvíkar bý Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 127 - 7. juli 2004 Todi Jónsson helt eftir dystin ímóti sínum barndóms- felagi, at tað var ein løgin kensla at fara út á vøllin sum liðfor- maður fyri FC Keyp- mannahavn til ein dyst ímóti KÍ í Klaksvík TODI Í KLAKSVÍK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru 11 ár síðani, at tann tá 21 ára gamli Todi Jóns- son fór úr Klaksvík um- vegis Havnina til Dan- markar, har hann hevur sligið sítt navn fast í donsk- um fótbólti. Mánakvøldið var Todi fyri fyrstu ferð aftur á vøllinum í Klaksvík, og hesaferð gekk hann á odda fyri felag sítt FC Keypmannahavn. Ikki nóg gott Sum vera man, var Todi Jónsson misnøgdur við, at FC Keypmannahavn noyddist at lúta fyri KÍ. - Sjálandi er tað øðrvísi at spæla á graslíki enn á grasi, og tí skuldu vit venja okk- um við vøllin, men tað er ikki nøkur umbering fyri ósigurin. Kanska undir- mettu vit eisini KÍ eitt sind- ur, men hinvegin eiga teir rós fyri at hava spælt ein góðan dyst, segði Todi Jónsson eftir dystin. Sjálvur leikti Todi í álop- inum hjá donsku meist-ar- unum frá fyrsta bríksli saman við brasiliu-mannin- um Alvaro Santos, men í hálvleikinum skifti FCK at kalla alt liðið út, eisini Toda. Teir 45 minuttirnar, ið Todi fekk á vøllinum, var onkuntíð nær við, at hann fekk skorað, men tað bleiv við tað. At áskoðararnir í Klaks- vík høvdu eyguni serligani vend ímóti Toda Jónsson, er einki dulsmál, og Todi segði eisini eftir dystin, at hann var greiður yvir, at áskoðararnir væntaðu sær eitt sindur av honum, nú hann var komin á vitjan í heimbýnum við danska felagi sínum. Glaðir fyri vitjanina Hópurin hjá FC Keyp- mannahavn venur hvønn dag, meðan vitjað verður í Føroyum. Hvønn dag til og við hósdagin verður vant klokkan 11 á Tórsvølli, og tíð er eisini til at taka sær eitt sindur av løttum. Í gjár seinnapartin skuldu donsku fótbóltsmeistararnir ein túr við Norðlýsinum, og ætl- anin var at vita, um tað ikki fór at eydnast teimum at fáa eitt kók, greiðir Todi Jóns- son frá. Eisini hava spælararnir hjá FC Keypmannahavn havt høvi til at hyggja seg eitt sindur um í høvuðs- staðnum, og til dømis hevur ein bilafyritøka í Havn latið sjey bilar, sum eru til taks hjá donsku meistarunum, meðan vitjað verður í Før- oyum. Todi Jónsson sigur, at liðfelagar hansara og restin av ferðalagnum lata væl at Føroya vitjanini. Í kvøld skulu danmarks- meistararnir so í dyst við føroyameistararnir úr HB. Tann dysturin verður leikt- ur á grasi á Tórsvølli, og Todi Jónsson sigur, at tá verður avrikið óivað betur, enn tað var í Klaksvík mánakvøldið. Ítróttarstjórin hjá FC Keypmannahavn, Niels Christian Holmstrøm, helt ikki, at donsku meistarar- nir kunnu brúka graslíki sum umber- ing fyri ikki at kunna basa klaksvíkingum FCK-VITJAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið vit fingu orðið á Niels Christian Holmstrøm í hálvleikssteðginum, var hann als ikki nøgdur við avrikið hjá danska liðnum fyri steðgin. Hann helt, at hóast donsku leikararnir skuldu venja seg við at leika á graslíki, so eiga teir at verða so mikið stinnir, at teir eiga at basa einum liðið sum KÍ, hóast teir ikki fáa nakað forerandi frá klaks- víkingum. Ikki óvæntað støði Ítróttarstjórin í FC Keyp- mannahavn segði í hálv- leikssteðginum, at KÍ hevði spælt rættuliga væl, og at klaksvíkingar høvdu verið nær við at gjørt fleiri enn tað eina málið. Niels Christian Holmstrøm rósti klaksvíkingum fyri góðan stríðsvilja, men hann helt tó ikki, at støðið var hægri enn væntað, hóast tað kundi tykjast sum um, at FC Keypmannahavn hevði hug til at undirmeta KÍ. Spurdur um tað var nakar leikari hjá KÍ, sum Niels Christian Holmstrøm ser- liga legði til merkis, svar- aði ítróttarstjórin í FC Keypmannahavn, at tað vildi hann ikki gera nakrar viðmerkingar til enn, hóast onkur klaksvíkingur hevði gjørt tað rættuliga gott í fyrra hálvleiki eftir hansara tykki. Dagligi leiðarin í KÍ, Bill McCleod Jacob- sen, var sera errin av sigrinum hjá KÍ á donsku meistarunum mánakvøldið KÍ-100 ÁR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein sera fegin Bill McCleod Jacobsen, ið vit fingu orðið á beint eftir dystin ímóti FC Keyp- mannahavn mánakvøldið. Dagligi leiðarin í KÍ, sum mánakvøldið hevði ábyrgd- ina av besta liði felagsins, nú danski venjarin, Ove Flindt Bjerg, er í summar- frí, metti dystin mána- kvøldið sum leikliga hædd- arpunktið í sambandi við 100 ára føðingardag felag- sins. Serliga søtur sigur Herfyri vann KÍ 2-0 á donsku bronsuvinnarunum úr Esbjerg, men Bill Mc Cleod Jacobsen viðgongur, at sigurin á donsku meist- arunum mánakvøldið var serliga søtur, tí talan var um meistaraliðið, sum haraft- urat hevur ein klaksvíking á liðnum. At KÍ nú hevur vunnið á tveimum av teimum fremstu donsku liðunum, heldur Bill átti at givið sjálvsálit, áðrenn lagt verð- ur til brots aftur í lands- kappingini fyrst í august mánaða. Júst sjálvsálitið hevur manglað fleiri ferðir í fyrru hálvu, sigur Bill, sum vónar, at KÍ við eitt sindur meiri av sjálvsáliti fer at gera seg meiri galdandi heilt har frammi í lands- kappingini eftir summar- steðgin. Ein løgin kensla Graslíki eingin umbering Leikliga hæddarpunktið Tað var ein løgin kensla hjá Toda Jónsson at ganga á odda fyri FC Keypmannahavn til dyst ímóti barndómsfelagnum KÍ á Djúpumýru í Klaksvík mánakvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Ítróttarstjórin í FC Keypmannahavn, Niels Christian Holmstrøm, helt ikki, at donsku leikararnir kundu brúka graslíki sum umbering fyri ikki at kunna basa KÍ. Mynd: Álvur Haraldsen Dagligi leiðarin í KÍ, Bill McCleod Jacobsen, var sera errin av sigrinum hjá KÍ ímóti donsku meistarunum úr FC Keypmannahavn. Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16