Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 127 - 7. juli 2004 Nr. 127 - 7. juli 2004 19 So varð javnt Í einum sera spennandi tíggjumannafarsróðri á Fjarðastevnu øktist spenn- ingurin um føroyameistara- heitið bara enn meira. Havnarbáturin, sum hevði fýra stig meira enn Nólsoy- ingur, endaði á fjórða pláss- inum, meðan nólsoyingar vunnu. Nú eru teir so javnir í stigum. Róðurin hjá tíggju- mannaførunum er annars altíð spennandi. Og upp aftur tættari er tað altíð millum bátarnar, tá róð verður á 1.000 metrum. So- leiðis var eisini á Fjarða- stevnu. Vágbingur, sum vann á heimasjógvi, vikuna áðr- enn, fekk besta startin. Men Nólsoyingur og Eysturoy- ingur vóru væl við. Eisini Havnarbáturin. Hesir togaðust aftur og fram undir róðrinum, men tað tóktist tó einu løtuna sum, at Nólsoyingur fór at fara frá hinum. Inntil Havn- arbáturin svaraði aftur. Teir løgdu seg á odda stutt áðr- enn endaspurtin, men fingu harða kapping í sjálvum spurtinum. So harða, at teir endaðu afturi á fjórðapláss- inum, tá samanumkom. Nólsoyingur dró longsta stráið, og Eysturoyingur kom við einum sera góðum endaspurti inn sum numm- ar tvey. Vágbingur, sum byrjaði so væl, mátti sostatt taka til takkar við einum triðjaplássi. Fýra teir fremstu bátarnir komu á mál innan fyri eitt sekund, so tættari kundi tað neyvan verðið. Tað var avbera gott fyri Nólsoying, at Havnarbátur- in ikki megnaði at fáa meira enn trý stig, tí við teirra sjey stigum, bleiv javnleikur millum teir báðar bátarnar. Sostatt er lagt upp til eina sera spenn- andi og tætta kapping í tíggjumannaførunum tað, sum eftir er av kappingar- árinum. - sae - 1 Nólsoyingurin 04.38.08 2 Eysturoyingur 04.38.16 3 Vágbingur 04.39.07 4 Havnarbáturin 04.39.09 5 Vestmenningur 04.41.21 6 Skálabáturin 04.43.20 7 Hoyvíkingur 04.45.00 Ovurfegnir nólsoyingar, sum nú liggja javnir í stigum við Havnarbátin í kappingini um at gerast føroyameistarar 2004 Mynd: Álvur Haraldsen Eins og hjá gentunum komu fýra tíggjumannafør eisini sera jøvn um málstrikuna á Fjarðastevnuni Myndir: Álvur Haraldsen Magni Brøðraberg, báts- formaður á Havnarbátin- um, var vónbrotin eftir róðurin. Men hann dugdi tó ikki at seta fingurin á júst hvat gekk galið hjá Havnarbátinum í Vestmanna. – Tað var ikki so heilt galið hjá okkum. Vit lógu nummar trý inntil sjálvan endaspurtin, og soleiðis sum róðursmaðurin hjá okkum rópti, so helt eg, at tað kanska fór at ganga, greiðir hann frá. Magni heldur tó ikki, at her beinleiðis er nakar vandi á ferð. Hann fegnast heldur um, at kappingin er so hørð og spennandi. – Her er ongin munur millum teir fremstu bátar- nar, so her kann alt henda enn, heldur hann fyri. Hóast Havnarbáturin endaði á fjórðaplássinum hesuferð, so fara teir at halda fram við teirra skrá og øllum tilrættislegging- um fyri árið. – Nú er tað spennandi, og hetta ger bara Ólav- søkuna enn betur, sigur Magni Brøðraberg. - sae - Gott fyri Ólavsøkuna Manningin á Nevinum Reyða er í ferð við at gera spádómarnar um, at ongin fer at taka Argjabátin til skammar. Fyrst góvu teir Argjabátinum harða kapp- ing á Jóansøku í Vági og aftur á Fjarðastevnu var tað líka við, at klaksvíkingarnir tóku Argjabátin. Argjabáturin byrjaði tó best og legði seg fram um í sjálvum startinum. Men sum í øllum hinum róðrun- um kom Kvívíkingur sterkt aftur og legði seg fremst. Tá gott helvtin var rógv- ið, hevði Argjabáturin tó tikið Kvívíking aftur. Og tá byrjaði Nevið Reyða úr Klaksvík at ganga væl. Teir tóku seg longur og longur fram, og beint áðrenn enda- spurtin vóru teir meira enn hálva bátslongd á odda. Hetta helt tó ikki til endan, tí í teimum allar- seinastu tøkunum, fór reyði báturin av Argjum framum, og eydnaðist tað tí heldur ikki hesuferð at steðga sigursrøðini hjá Argjabátin- um, sum nú næstan 100 % sikkurt kunnu kalla seg føroyameistarar. Komandi vikuskifti verð- ur kappróður í Sørvági, og tá fara áttamannaførini aftur at rógva á 1.500 metrum fyri seinastu ferð í ár. Um tað fer at broyta nakað upp á úrslitini, kann bara tíðin vísa. - sae - 1 Argjabáturin 05.02.10 2 Nevið Reyða 05:03.07 3 Kvívíkingur 05.06.13 4 Ørvur 05.07.23 5 Knørrur 05.14.04 6 Miðvingur 05.16.03 7 Tofta Regin 05.23.07 Hóast ivasama byrjan aðru ferð startdómarin skeyt róðurin hjá seksmannafør- unum í gongd, so megnaði Sundabáturin at vinna róð- urin í Vestmanna leygard- agin. Og sum hinar ferðirnar, tá teir hava vunnið, var rómurin øgiligur á kaiini av viðhaldsfólkunum, sum vóru komin at síggja róð- urin. Seksmannaførini við monnum startaðu tvær ferðir á Fjarðastevnu, tí nakrir bátar loystu seg úr fasta startinum, áðrenn dómarin skeyt róðurin í gongd. Hetta verður nú mett at vera tjóvstartur, hóast bátarnir ikki byrja at rógva áðrenn skotið, og tí skjýtur dómarin av. Í tí fyrra startinum fekk Sundabáturin ein góðan start, og ein av manningini sigur, at hann hevði ongan hug til at steðga, tá hann hoyrdi skotið, tí báturin gekk so væl. Men har var onki at gera. Bátarnir máttu steðga og byrja umaftur. Aðru ferð gekk ikki so væl hjá Sundabátinum. Starturin var onki at reypa av, og tí gekk tað ein løta, áðrenn teir komu fyri seg. Men teir komu so líðandi fram, og hildu seg har – tó í harðari kapping við serliga Jarnbard. Um hálvt málið byrjaði Jarnbardur at taka seg long- ur og longur fram, og tað endaði eisini við, at blái báturin úr Havn legði seg á odda. Hetta mundi taka nakað av luftini frá fleiri av við- haldsfólkunum hjá Sunda- bátinum, men sum onkur tók til, so er ein róður ikki yvirstaðin fyrr enn dómarin hevur skotið. Á fleiri stevnum hevur Sundabáturin havt ein framúr endaspurt, og á Fjarðastevnu var tað onki undantak. Teir tóku seg longur og longur fram á Jarnbard, og komu framum. Tá avtornaði lógu teir nær- um eina bátslongd framm- anfyri. Sum vera man var frøin stór, og tað var ein undarlig sjón at síggja fleiri av manningini reisa seg upp í sigursgleði, so skjótt sum skotið gekk av. Tí teir vóru nóg illa komnir upp á bein- ini, so duttu hesi undan teimum, og teir lógu sker- flatir í bátinum. Tað gekk so ein løta, og so komu teir uppaftur at standa og tá bar til. Við rópum og sangi varð Sundabáturin drigin upp og borin upp um høvd, og har skortaðu ikki hendur at taka í. Sundabáturin liggur nú sjey stig framman fyri Jarn- bard í kappingini um at ger- ast føroyameistari, so tann veruligi spenningurin fram- yvir man fara at vera, hvør fer at vinna tær báðar kom- andi stevnurnar. - sae - 1 Sundabáturin 05.18.04 2 Jarnbardur 05.20.15 3 Gongurólvur 05.21.23 4 Strálan 05.23.00 5 Víkingur 05.26.00 6 Hósvíkingur 05.26.10 7 Sølmundur 05.28.21 8 Lómur 05.31.06 9 Hvessingur 05.38.11 10 Sandingur 05.39.09 11 Smyril 05.45.22 Argjabáturin fekk harða kapping Róðursmaðurin á Sundabátinum, Martin Simonsen, var ikki í iva um, at teir høvdu vunnið, tá skotið brast á Fjarðastevnu. Ovur- fegnir royndu rógvar- arnir at reisa seg, men so nógv høvdu teir givið í endaspurtinum, at beinini fóru undan teimum. Martin viðgongur beinanvegin, at start- og endaspurturin hjá teimum er teirra styrki. – Vit eru ikki so góð- ir í miðróðrinum, men alt hitt er gott, og tað var tíbetur nóg mikið til at vinna í dag, sigur hann stórsmílandi. Hann greiðir frá, at starturin hjá teimum fyrru ferð hendan dag- in var nógv betur, með- an tann seinni ikki eydnaðist so væl. Men tað legði manningin líka í, tí tá endaspurtur- in var av, var ongin ivi um, hvør hevði vunnið. Martin sigur, at teir fara at halda fram at venja, sum teir higartil hava. Teir gleða seg eisini til at fara til Sørvágs aftur at rógva 1.500 metrar, tí tað er harðari at rógva tann stytra teinin. Hóast onki er enda- liga avgjørt enn, so viðgongur Martin, at okkurt skal ganga heilt galið, um teir norðan úr Sundi og Norðdepli ikki skulu gerast meist- arar í ár. - sae - Oddur Olsen er róðurs- maður á Nevinum Reyða. Hann dylir ikki fyri, at hann veruliga trúði, at teir fóru at vinna á Fjarðastevnu. – Eg hevði okkum at vera fremstir frá um- leið 400 metrum. Fekk tó ikki mett so væl um munin, men eg ivaðist ikki í, at vit vóru fremstir, sigur Oddur. Eftir at hava ligið so longi framman fyri Argjabátin, sum hevur verið suverenur higar- til í ár, var tað eitt stórt vónbrot fyri manning- ina og róðursmann at síggja reyða bátin av Argjum fara fram um í teimum allarseinastu tøkunum. Oddur sigur, at hóast munurin var so lítil, sum hann næstan kundi vera, so var hann bangin fyri, at Argja- báturin var farin fram- um, tá skotið gekk. – Tað loysir seg nú ikki at dvølja við hetta tapið. Vit hava gjørt framgongd, og eg haldi, at tað koyrir rímuliga væl hjá okk- um í løtuni, hóast tað heldur ikki hesuferð rakk til eitt fremsta- pláss, sigur Oddur Olsen. Og við einum skeivum smíli leggur hann afturat, at næstu ferð verður tað Nevið Reyða, sum vinnur. Á Vestanstevnu, sum verður í Sørvági, skal aftur rógvast á teimum longru teinunum eis- ini. Bæði 1.500 og 2.000 metra málini verða rógvin har, og tað gleða Oddur og hansara manning seg til. – Okkum dámar bet- ur at rógva á 1.500, so nú er bara at venja nokk til komandi leyg- ardag, sigur Oddur Olsen, róðursmaður á Nevinum Reyða. Argjamenn høvdu enn størri orsøk til at fegnast um sigurin á Fjarðastevnu, tí hendan dagin kundi tað tað sama havt verðið klaksvíkingarnir umborð á Nevinum Reyða, sum vunnu róðurin Mynd: Álvur Haraldsen Sundabáturin luktar gullið nú Sundabáturin hevði stóran fjepparaskarða við á Fjarðastevnu, og varð báturin lyftur upp um høvd í sigursrúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Ivaðist ikki Vónbrot C M Y K 19 18