mikudagur 7. juli 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 127 - 7. juli 2004
Nr. 127 - 7. juli 2004
21
Ein sannur gysari
Genturóðurin á Fjarða-
stevnu var sera spennandi
og tættur. Fýra bátar komu
á mál innan fyri eitt sekund,
og sigur tað alt.
Havfrúgvin fekk besta
startin á heimasjógvi, men
hinir bátarnir lógu har
allatíðina og lúrdu kortini.
Tað hava annars verið
Blikur og Sílið, sum hava
vunnið undanfarnu fýra
róðrarnar, men í byrjanini í
Vestmanna vildu vertirnir
tað øðrvísi.
Tá startspurturin var av,
lat til at Sílið úr Havn var
við at koma seg. Báturin
við drekastevninum legði
seg á odda, og Blikur helt
seg somuleiðis framat.
Hesir tríggir bátarnir
lógu stavn um stavn so at
siga allan róðurin til miklan
spenning fyri áskoðarar
eins væl og rógvarar. Tað er
undirhaldandi at síggja
slíkar róðrar, tí teir bera
boð um, at støðið hækkar
fyri hvørja stevnu, og tað er
bara at fegnast um.
Tá endaspurturin byrjaði
hildu tey flestu, at nú
mundi onkur bátur fara at
ríva seg leysan. Men so var
ikki. Heldur løgdust teir
aftaru afturat. Har kom
millum aðrir Junkarin í
Kvívík við einum knasandi
góðum
endaspurti,
og
Junkarin endaði á einum
deildum øðrum plássi við
Blik.
Ein fantastiska flott og
vøkur sjón at síggja tríggjar
ella fýra bátar koma nærum
javnir um málstrikuna.
Rópið úr málbilinum
hoyrdist ikki, tí trý skot
brustu nærum samstundis.
Øll sum stóðu har rundan-
um, høvdu á tungu, at har
var tætt, og at tað fór at
ganga ein løta, áðrenn
endaliga úrslitið var klárt.
Og so varð. Bíðað varð,
meðan hugt var eftir á
videoupptøkuni. Tað var
javnt. Sílið vann tætta róð-
urin, og tveir bátar vórðu
nummar tvey. Fjórði bát-
urin kom um málstrikuna í
sama sekundið sum hinir
tríggir, so her var veruliga
talan um ein gysara.
- sae -
1
Sílið
05.56.18
2
Blikur
05.56.21
2
Junkarin
05.56.21
4
Havfrúgvin
05.56.23
5
Frúgvin
05.58.00
6
Firvaldur 05.58.05 1G
7
Drekin
06.02.16
8
Fípan Fagra
06.05.06
9
Ørnin
06:06.04
10 Falkur
06.17.07
11 Tjaldrið
06.18.00
12 Spógvin
06.19.07
13 Tekla
06.31.13
14 Dúgvan
06.31.24
Áki Olsen á Bliki:
Misnøgdur
við enda-
spurtin
16 ára gamli Áki Olsen,
sum rør við Bliki, var
vælnøgdur aftaná róður-
in.
–Vit vunnu, so tað var
ikki so galið. Men eg eri
alíkavæl ikki ordiliga
nøgdur við endaspurtin.
Vit vóru for slappir í
spurtinum, og Havfrúgv-
in kom langt inn á
okkum tá. Men annars
gekk tað væl í dag. Vit
hava vunnið alt uttan
Norðoyastevnuna, so tað
er bara gott, sigur hann.
Áki róði í fjør eisini, og
honum dámar stak væl
kappróðurin. – Tað er
ræðuliga hart, og tað er
feitt. Aðrar ítróttagreinar
eru ov lættar, tá man hev-
ur roynt at rógva, haldi eg.
Við teirra fjórða sigri á rað
hevur Blikur av Argjum av
sonnum lagt kós móti
føroyameistaraheitinum.
Og hóast kappingin er hørð
millum manningarnar, so
letur tað til at vera serstak-
liga torført hjá hinum
manningunum at taka Blik.
Hann er í øllum førum end-
aður fremstur fýra teir sein-
astu róðrarnar.
Róðurin á Fjarðastevnu
var annars rættuliga spenn-
andi, tí bæði Spógvin og
Havfrúgvin góvu Bliki ein
skarpan gang.
Spógvin, sum ikki hevur
vunnið síðani á Norðoya-
stevnu, var fremstur ein
part av málinum, men
argjadreingir komu aftur, tá
málið var hálvrógvið.
Spenningurin var varð-
veittur gjøgnum allan róður-
in, og svaraðu manningar-
nar væl aftur til hvørja aðra,
tá hinar spentu meira í.
Hóast Spógvin gjørdi ein
vørr í endaspurtinum, var
tað ov seint, og máttu teir tí
taka til takka við einum
øðrum plássi enn einaferð.
Føroyameistarakappingin
hjá fimm mannaførunum er
nærum avgjørd, tí Blikur
liggur langt fremst. Hetta er
ein av teimum kappingun-
um, har spenningurin um
meistaraskapin er farin.
Men eftir stendur framveg-
is spenningurin um teir
báðar komandi róðrarnar,
sum eru eftir, áðrenn kapp-
ingarárið 2004 er av.
- sae -
1
Blikur
05.40.01
2
Havfrúgvin
05.41.05
3
Spógvin
05.42.09
4
Tekla
05.45.06
5
Fípan Fagra
05.46.03
6
Firvaldur
05.47.21
7
Tjaldrið
05.55.14 1G
8
Kollur
05.55.16
9
Svanur
05.56.03
10 Royndin Fríða05.58.12
11 Sílið
06.04.18
12 Drekin
06.12.00
Torført at taka Blik
Hóast roynt verður av øllum
alvi, so letur tað til at vera
serstakliga torført at taka
Blik av Argjum, sum nú hev-
ur vunnið fýra stevnur á rað
Mynd: Álvur Haraldsen
Orð eru nærum óneyðug til hesa røðina. Fýra bátar stevna púra javnir inn móti málinum
Myndir: Álvur Haraldsen
Suverenan endaspurt
Sigrun Helga, Elna og
Anja á Junkaranum vóru
sera væl nøgdar við teirra
róður. Tær høvdu ein sera
góðan endaspurt, sum tók
tær fram á eitt deilt 2.
pláss við Blik.
– Vit eru væl nøgdar, tí
vit høvdu ein alvorliga
góðan
endaspurt.
Vit
høvdu ein ringan start,
men komu so við í mið-
róðrinum. Og í endaspurt-
inum tóku vit nógvar bát-
ar, siga tær. Elna, sum er
róðurskvinna sigur, at hon
ikki visti hvat nummar tær
vóru. – Eg sá, at vit vóru
væl við, men tað var eitt
ivamál, hvat nummar vit
lógu. Tað var tætt, og vit
ánaðu ikki, hvussu tað
hevði gingist tá vit komu
inn um linjuna. Vit vistu
alíkavæl, at vit vóru ímill-
um fimm teir fremstu bát-
arnar. Men so kom for-
maðurin út við maskin-
báti, og segði okkum, at
vit vóru blivnar nr 2, sam-
an við Bliki. Vit vóru
ræðuliga glaðar!
Tær flestu á Junkaran-
um hava róð í fleiri ár, tó
er ein, sum ongantíð hevur
róð áður.
- eys -
Lómur vísti vilja
Kappingin hjá 6-manna-
førum við kvinnum hevur
higartil ikki verið serliga
spennandi. Jarnbardur tyk-
ist vera ógjørligur hjá hin-
um bátunum at taka, og
leygardagin vunnu tær aftur.
Hesuferð var kappingin frá
hinum bátunum tó harðari
enn vant. Undir miðróðr-
inum vann Páll Fangi, sum
er nr 2 í FM-kappingini, seg
nevniliga fram um Jarnbard,
og var eina løtu oddabátur.
Hetta var tó stokkut gleði, tí
løtu seinni tóku Jarnbarda-
kvinnurnar sær um reiggj,
og vunnu seg framaftur. Páll
Fangi og Gongurólvur tykt-
ust verða teir bátarnir, sum
fóru at fáa ávikavist silvur
og bronsu. Nakað áðrenn
endaspurtin loysti Jarnbard-
ur frá hinum bátunum, og so
mundu tey flestu halda, at
tær aftur fóru at vinna í
stórum stíli. Men Lóma
kvinnurnar
vildu
tað
øðrvísi. Nakað væl inni í
miðróðrinum byrjaði Lóm-
ur at ganga væl, og tær
blandaðu seg skjótt upp í
kappingina. Beint áðrenn
endaspurtin tóku tær bæði
Gongurólv og Páll Fanga,
og við einum øgiligum
spurti vunnu tær seg enntá
inn á Jarnbard. Hetta var tó
ikki nóg mikið til at taka
bláa bátin, men tey fimm
stigini munnu óiva koma
væl við hjá Lómakvinnun-
um, sum hingu fastar í start-
inum á Jóansøku, og tá ikki
megnaðu meiri enn eitt
fimta pláss. Við hesum hava
tær víst, at tær enn kunnu
vera við í kappingini, og nú
eru bert 5 stig upp til
næstbesta bátin, sum er Páll
Fangi. So hóast sannlíkt er,
at
Jarnbardur
verður
meistari á komandi stevnu,
so er enn kapping um
silvurkrónurnar.
Eys
Lómur megnaði við einum øgiligum spurti at taka bæði Gongurólv og Páll Fanga, og at vinna seg inn á Jarnbard, sum í miðróðrinum hevði loyst frá hinum bátunum
Myndir: Álvur Haraldsen
Hóast hóttar eina løtu, megnaðu jarnbardakvinnurnar aftur hesaferð at vinna sannførandi
Myndir: Álvur Haraldsen
Súsanna og Eivy á Jarn-
bardi vóru væl nøgdar eftir
róðurin á fjarðastevnuni,
hóast tað ikki hevði gingið
akkurát eftir ætlan.
– Vit lógu nr. 2 eina løtu,
og tað var ikki ætlanin.
Men vit vístu, at vit knekka
ikki, hóast vit fara afturum.
Vit vinda okkum uppaftur,
og svara aftur, siga tær.
– Vit hava góða venjing
og sera gott samanhald. Og
tá tað gongur væl á stevn-
unum er tað ein góð mot-
ivatión til at halda á. Vit
halda ikki at tað er keðiligt,
at kappingin er so lítil. Vit
vilja vinna, og tað hava vit
gjørt higartil. Og fyri
hvønn róður vit vinna, vilja
vit bara vinna meir.
Tær halda báðar, at tað
besta við kappróðrinum er
samanhaldið í bátinum. Og
so sjálvsagt tað, at vinna. –
Tað er tí vit eru við, tí vit
vilja vinna. Vit vilja rógva
betur og betur, og vinna
meir og meir, siga tær. Enn
vita tær ikki um tær ætla
sær at rógva aftur í næsta
ár.
eys
Súsanna og Eivy á Jarnbardi:
Vit komu aftur!
Helst allaryngsti
jarnbardafjepparin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
21
20