Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 ambært Huffington Post var varpanin av hendingini til milliónir av sjónvarps­ hyggjar­um hin mest ósvika­ liga popp­mentan­a­rliga stað­ fest­ing­in av, at femin­isma er komin fyri at vera. Talan var ikki bert um eitt slagorð í eini sjón­varpsframførslu, tí Beyoncé hevur í ymisk­um samanhangi lýst sína egnu feministisku veking. Á plátuni BEYONCÉ (2013) tematiserar hon femin­ist­iska grundarlagið við m.a. at sampla brot úr talu hjá nigerianska rithøvundanum og feminismu for­sprákaranum Chimamanda Ngozi Adichie. Tað er gamaní ymiskt hvussu feministar taka ímóti boð­skapi­ num hjá Beyoncé. Hjúnarlagið millum hana og rapp­ aran Jay-Z er integreraður partur av hennara al­mennu persona, og í 2013 fór hon á konsertferð undir heiti­num “The Mrs. Carter Show World Tour”. Carter er eftir­ navnið, ið hon hevur tikið eftir húsbondan, og summi vilja verða við at slíkt er í andsøgn við rætta femin­ ismu. Sostatt er ivasamt hvørt Beyoncé er áhugað í at passa inn í ideellu ímyndina av einum feministi. Tó er signalvirðið ikki til at taka feil av: feminisma hevur týdn­ing, eisini í meginstreymsins poppmentan. Kvinnuligir autørar Í januar 2015 lat íslendska songkvinnan Björk sína níggjun­du plátu úr hondum. Vulnicura er produserað av Björk og venezuelska prodúsaranum Arca. Tá fyrs­tu tíð­inda­skrivini komu út, vóru miðlar skjótir at endur­ geva, at Arca hevði produserað plátuna einsamallur. Tón­leika­síðan Pitchfork.com hevði 21. januar samrøðu við Björk. Í samrøðuni umrøða Björk og journalisturin Jessica Hopper m.a. afturvendandi fyribrigdið, har mann­ligir tónleikarar og prodúsarar aloftast fara av­ stað við viðurkenningini. Sipað verður eitt nú til song­ kvinnu­na Joni Mitchell, ið á sinni tók til, at so skjótt eitt mannfólk var við henni í upptøkuhølinum, so fekk hann viðurkenningina fyri hennara flogvit. Staðfest verð­ur í samrøðuni, at heimurin hevur ein trupulleika við kvinnuligum autørum, t.e. kvinnur, ið hava ræðið á teirra egna sjálvstøðuga listarliga úttrykki. Björk gevur til kennar, at hon hevur í mong ár havt ampa av hesum, hóast hon eitt skifti ikki vildi tosa um tað. Í samrøðuni dreg­ur hon parallellir til Kanye West: tá West ger eina plátu savnar hann nakrar av heimsins bestu beat­ makers at gera beats fyri seg. Tó er ikki hugsingur um at seta spurning við hansara upphav (authorship). Til samanberingar brúkti Björk heili trý ár uppá at gera sær beats til plátuna Vespertine frá 2001. Til endans av upp­tøku­tíðini kom duoin Matmos í upptøkuhølið at inn­ spæla percussion í tvær vikur. Teir báðir í Matos hava síða­ni fingið viðurkenning víða hvar fyri at hava gjørt alla plátuna sum hon er. Hetta er heilt einfalt lygn. Men hví er tað so? Rock ummæli og kynsleiklutir Fleiri orsøkir munnu vera til, at stereotypiskar kyns­ fatanir gera seg galdandi í populertónleiki. Ein av­gerð­ andi orsøk er mátin sum kyn og kynsleiklutir hava verið ítalusett í rock og popp ummælum í 20. øld. Í anto­logiini Pop Music And The Press (red. Steve Jones, 2002) hevur amerikanski journalisturin og professarin Kem­brew McCleod greinina 'Between Rock and a Hard Place: Gender and Rock Criticism'. McCleod ger vart við, at yrkið sum rock ummælari hevur verið stýrt av mannfólkum frá byrjan. Greinir og ummæli um populertónleik eru tískil sum oftast skrivað úr maskulinum evnissjónarhornum, og rock’n’roll er mang­an vorið fatað sum verandi samsvarandi við maskulini­tet. Enski sosio-musikologurin Simon Frith vísir í The Cam­bridge Companion to Pop and Rock (2001) á, at ávika­vist poppur og rockur eru tætt knýtt at kyni, og sið­ir innan atburð hjá ávikavist konufólki og mannfólki. Tendens­urin hevur verið at seta rock í samband við posi­tivar maskulinar dygdir, meðan poppur hinvegin hev­ur fingið skolur fyri negativ feminin eyðkenni. Í ár­unum kring ár 2000 sást tó eitt skifti í dikotomiini mill­um rock og popp tónleik, og tað gjørdist meira í lagi at dáma popp tónleik og ummæla hann positivt. Rockisma Amerikanski journalisturin og tónleikaummælarin Kelefa Sanneh skrivaði í 2004 eina nógv umrødda grein í The New York Times við heitinum 'The Rap Against Rockism'. Í greinini ger hann vart við kjak millum tón­leika­um­mælarar um hugtakið “rockismu”. Rockisma er við Sanneh’sa orðum at idolisera tí autent­isku gomlu sagnhetjuna (t.d. Bob Dylan og Bruce Spring­steen) ella undir­grunds­hetjuna, og samstundis halda nýggjastu poppstjørnuna fyri gjøldur; at gera nógv­an háva burturúr punk, og halda lítið um disco; at elska live framførsluna og hata videolagið; at lovsyngja hin­um skramblutta og skrólandi framføraranum, og hata tey, ið lip-synca afturvið playback. Ein “rockistur” elskar sostatt ikki bert rock’n’roll og tess autentisku hetjur, men reduserar eisini rock’n’roll til ein klisju­ fyltan karikatur, ið verður nýttur sum vápn móti popp tón­leiki. Við tíðini er hesin hugburðurin stirðnaður inn í eitt slag av sjálvsøgdum “sunnum fornufti”, har tað er í lagi at halda, at rock bólkar innspæla klassiskar plát­ur, meðan poppstjørnur bert gera “guilty pleasure” stak­løg. Ein rockistur knarrar tískil um, at tónleikur í dag er tann beri yvirfladiski poppur, og minnist í sama við­fangi aftur á gamlar dagar, tá hittlistarnir vóru á trem­ur við fólki, ið “høvdu okkurt á hjarta” og veruliga mein­tu tað. Eisini hóast teir dagarnir ongantíð vóru til. Hvítir menn móti hinum Rockisma er sostatt tengd at fatanum av tí autentiska, og teirri hugsan, ið sigur, at rockur er onkursvegna meira “ektaður” og autentiskur enn poppur. Tó eru eisi­ ni nakrar greiðar kynsligar og etniskar dimensiónir í rockismuni. Sanneh peikar á hvussu rockisma er skyld við eldri og meira útbreiddar fordómar, og at tað neyv­ an kann verða av tilvild, at rockistisk ónøgd sum oft­ast snýr seg um at seta hvítar, heteroseksuellar menn upp ímóti restini av verðini. Ónøgdin er sum oftast vend móti popp stjørnum, disco diva’um, lip-syncharum o.ø., og peikar sostatt aftur á anti-disco bak­slátt­urin, ið tók seg upp síðst í 70’unum. Rákið náddi ein­um hædd­ar­ punkti tá túsundavís av discoplátum vóru brend­ar Knút Háberg Eysturstein “FEMINIST”. TÁ BEYONCÉ FRAMFØRDI TIL MTV MUSIC VIDEO AWARDS Í AUGUST 2014, STÓÐ HETTA ORÐIÐ BRÁDLIGA UPPLÝST AFTANFYRI HANA VIÐ LÝSANDI, STÓRUM STAVUM Rockdrongur ella poppdiva? - um kynsleiklutir í populertónleiki S Beyoncé live á MTV Video Music Awards 2014 Foto: Michael Buckner/Getty Images