hósdagur 19. februar 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
í Comiskey Park í Chicago í 1979 undir slagorðinum
“Disco sucks!”
Eins og anti-disco viðhaldsmenn vóru í øðini inn á
disco rákið fyri kvartari øld síðan, m.a. tí at tað hevði
tætt sambond við svarta og samkynda mentan, eru
nútíðar ummælarar í øðini inn á eina verð, ið er vón
leyst spilt av einari fávitskutari hipp hopp yvirflóð. Tá
verða gomlu rock hetjurnar drignar fram sum dømi um
eina meira høviska tilgongd, sum jú er paradoksalt og
ikki serliga rock’n’roll.
Sanneh rundar av við at undirstrika, at tað er lættari
at gremja seg um rockismu enn at sleppa av við hana.
Tað ber bókstaviliga ikki til at berjast ímóti rockismu, tí
alt málbrúkið kring rættvíst stríð er sjálvt málið í rock
ismuni. Tíðin er tó komin til at halda uppat at halda, at
allir seriøsir rock sangir fara at varða í allar ævir, og at
glinsuttir popp sangir av sær sjálvum eru at fata sum
einnýtislutir.
"Popptimisma"
Í greinini 'The Perils of Poptimism' (2006) í tíðarritinum
Slate Magazine skrivar journalisturin Jody Rosen eitt
framhald av greinini hjá Sanneh. Han ger vart við,
at “rockisma” sum so ikki er nakað nýtt, og at hug
takið í roynd og veru kann brúkast sum karmur um,
hvussu hugskot um smakk og autenticitet hava ávirk
að skriving og tankar um tónleik gjøgnum árini. Øll,
ið hava roynt at greina millum høgt og lágt, list og
skrambul, hitt fólka-autentiska mótvegis tí syntetiskt-
massaframleidda, hava á sín hátt verið “erka-rockistar”.
Rosen kunngerð síðani nýggja hugtakið “poptimism”.
Hugtakið vendir gomlu hugsanunum á høvdið. Fyri ein
“poptimist” eru popp framleiðarar líka týdningarmiklir
sum rock autørar, og áðurnevnda Beyoncé hevur líka
nógva seriøsa viðgerð uppibornað sum Bruce Spring
steen. At tilskriva skomm til popp njótingina er fyri
popptimistin ein skammilig ger í sjálvum sær.
Rosen peikar á, at henda gongdin ikki er komin
óvæntað: hvørt nýtt ættarlið av ummælarum kemur
inn og rættar uppá óhógvið hjá teim undanfarnu, og
í nýggjari tíð er popp tónleikurin vorðin domineraður
av ljódliga uppfinnsamum hipp hopp og dance tónleiki,
meðan kommersiella megin og mentanarliga ávirkanin
frá rock tónleikinum er minkað.
Ein boðskap til ungar gentur
Í áðurnevndu samrøðu kemur Björk við einum boðskapi:
“Eg ynski at stuðla ungum gentum sum eru í 20’unum
og siga teimum: tað er ikki bara nakað sum tit ímynda
tykkum. Tað er hart. Alt sum ein drongur sigur eina
ferð, mást tú siga fimm ferðir. Gentur í dag standa eisini
yvir fyri ymiskum trupulleikum. Eg eri sek í einum: eftir
at hava verið tann einasta gentan í tónleikabólkum í 10
ár, lærdi eg – uppá tann harða mátan – at um eg skuldi
hava míni hugskot í gjøgnum, so mátti eg lata sum um
at teir – mennirnir – høvdu fingið hugskotini.” Víðari
vísir hon á, at tað snýr seg nógv um hvat fólk síggja
á pallinum: eina kvinnu, ið syngur og menn, ið spæla
uppá ljóðføri. Tó sigur hetta einki um hvør arbeiðs
gongdin hevur verið handan leiktjøldini, og enn minni
um hvør er upphavsfólk til listarligu hugsjónina, ið
drívir verkið.
Nú eitt kvøldið vóru Grammy Awards í USA. Sang
arin og sangskrivarin Beck vann “Album of the year”
fyri plátuna Morning Phase. Áðurnevndi Kanye West
var skjótur úti við síni ónøgd um at Beyoncé ikki vann.
Tað tók ikki langa tíð til greinir sóust á netinum, har
tað m.a. var ført fram, at Beck hevði meira uppiborið at
vinna tí at hann “skrivar sínar egnu sangir” og “spælir
uppá fleiri ljóðføri” enn Beyoncé. Her spøkir tann gamla
rockistiska hugsanin aftur. Hvør rætti vinnarin er í ein
um miðla- og ídnaðarshowi sum Grammy Awards er
ilt at siga, men tað slepst ikki uttanum, at plátan hjá
Beyoncé verður mett at vera hennara besta higartil,
og er at fata sum eitt multimedialt meistaraverk innan
modernaðan popp tónleik. So kann tað gera tað sama
hvussu nógvir samstarvsfelagar hava verið inniyvir
framleiðsluni handan leiktjøldini. Beyoncé er ein fram
skygd listakvinna, og feminisma er komin fyri at vera.
Húsin til Björk:
Vulnicura
One Little
Indian, 2015