hósdagur 19. februar 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
januar hittust mentamálaráð
harrin, formaðurin í Kommunu
felagnum, stjórin í Norður
landahúsinum og formaðurin
í Listafólkasambandi Føroya
úti á Kollafjarðar skúla. Høvið
var, at nýggjur sáttmáli skuldi
skrivast undir, ein sáttmáli sum tryggjar
at Listaleypurin kann halda fram og vaksa,
nú umsitingin flytir út úr Norðurlandahúsi
num.
Listaleypurin er ein verkætlan, sum
hevur til endamáls, at skúla og forskúla
næmingar skulu fáa høvi at uppliva góða
yrkislist. Tað eru Mentamálaráðið, kom
munurnar og Norðurlandahúsið sum fíggja
verkætlanina, soleiðis at tiltøkini sum Listaleypurin
bjóðar eru ókeypis hjá skúlunum.
Við tí, at listafólkini ferðast úr á skúlarnar, hava
skúlabørn í útjaðaranum sama møguleika at uppliva
góða list sum næmingarnir í miðøkinum. Ikki er
neyðugt at leiga buss, seta ein heilan dag av, ella óróg
va skúlaarbeiðið, tí alt sum er í Listaleypinum er skapt
til at kunna ferðast út tilnæmingarnar, har sum teir
hava sín gernadisdag.
List og skapan er um at gerast skjótast
vaksandi vinnan í Vesturheiminum
Listaleypin byrjaði í smáum í januar 2008 í Føroyum.
Men heilt frá byrjanini av, var undirtøkan úti á skúlu
num positiv, og skjótt var eftirspurningurin eftir
listafólkavitjan fleiri ferðir so stórur sum talið av
skúlavitjanum Listaleypurin hevði at bjóða. Hetta
hongur eisini saman við, at sjálvt grundarlagið er, at
listafólk fáa sømiligar samsýningar. Fyrimyndin fyri
verkætlanina er Den Kulturelle Skolesekken í Norra.
Har er talan um eitt risastórt átak, har landið gjaldaði
heili 192 milliónir krónur, umframt at kommunurnar
standa fyri allar umsitingarkostnaðir. Fyri Listaleypin
í Føroyum merkir hetta bæði, at har eru royndir og
mannagongdir, sum vit fáa ágóðan av, og at nógv
gransking um verkætlanina er tøk.
Í 2011 tók Listaleypurin stigið frá royndarverkætlan
til framhaldandi verkætlan. Tvey ár seinni gjórdi
avstraliska granskarin Anne Bamford eina kanning,”
List
í
uppvøkstri
og
skúlagongd
í
Føroyum”.
Anne Bamford professari hevur gjørt tilsvarandi
kanningar í yvir 30 ymiskum londum og kemur
við grundgevingum um, hví list hevur týdning í
uppvøkstrinum, og atgongdin til list sum naturligur
partur av uppvøkstrinum kann mennast. Kanningin
er ein løtumynd, men Listaleypurin verður lyftur fram
sum eitt átak, sum skapar samband millum umhvørvið
innan skúlagátt og list og mentan í umgevandi
samfelagnum. Harumframt undirstrikar Bamford, at
list og skapan er um at gerast skjótast vaksandi vinnan
í Vesturheiminum, og tí eigur sítt sjálvsagda pláss í
dagligdegnum á skúlanum.
Nýggi sáttmálin fyri Listaleypin frá januar 2015
staðfestir, at ynski er, frá fyriskiparunum eins og frá
skúlunum, at næmingarnir skulu fáa fleiri tilboð, og
at Listaleypinum skal vera eina framtíð lagað. Hetta
hóast Norðurlandahúsið ikki longu er umsitingarstaðið.
Listafólkasamband Føroya bjóðar nú høli, og ætlanin
er, at høvi eisini skulu verða fyriskipað, har lærarar
og listafólk kunnu samskifta um, hvussu listavitjan og
skúladagur samvirka best.
Eitt Listaleypa-ár sær soleiðis út:
Fyrsti skúladagur liggur ein faldari við í minsta lagi
tíggju tilboðum í postkassanum á skúlanum. Lærarar,
næmingar og leiðsla kunnu ynskja tær vitjanir tey vilja
hava, og tekningarskjølini verða send inn áðrenn 15.
september. Ein skrá verður gjørdur, og hvørt listatilboð
vitjar í minsta lagi fimm skúlar.
Í mars mánað søkja listafólk um luttøku. Bæði
føroysk og norðurlendsk ella altjóða
listafólk, innan allar listagreinar, kunnu
søkja. Føroysku listafólkini verða óbein
leiðis stuðlað við tí, at Listaleypurin ongan
tíð gjaldar fyri ferðing, so hetta mugu gestir
áðrastaðni frá finna figging til sjálvir.
Ein
úrvalsnevnd
velur
millum
innkomnar umsóknir, seinast vóru 42
tilboð, sum øll uppfyltu treytirnar fyri
luttøku. Í nevndini eru lærarar og listafólk,
sum koma við hvør sína servitan, og
sum tryggja, at tað næmingarnir fáa
bjóðað í skúlatíð bæði er gott og hóskar
til aldursólkin. Seinastu árini er alsamt
størri dentur lagdur á, at ein partur av
listafólkavitjanina
skal
vera
soleiðis
skipaður, at næmingarnir eru virknir, umframt at vera
“móttakarar”.
Og so verður faldarin fyri komandi ár gjørdur.
Á heimasíðuni www.listaleypurin.fo ber til at síggja,
hvat sum stendur á meny’ini várið 2015. Nevnast
kunnu, eitt nú, jazzimprovisatión við støði í kvæðum,
sum næmingar sjálvir kunnu yrkja og leggja lag á,
ES- virðislønta verksmiðjan Smá tónaskøld við Figura
Ensemble, har føroyska klarinettleikarin Anna Klett
er limur, norska dansibólkurin Panta Rei Dansiteater,
sum sameinir frásøgn, akrobatikk, høgt tempo og eina
stemningsfulla ljóðmynd – og myndar dagbókina hjá
ungari gentu 65 árum síðani....
Í “Bygg eina vindharpu” verða næmingarnir
uttandura, og “høliskravið” er eitt gott stað uttandura,
har vindur er. Keipuleikur, skjaldur og dansispøl,
tónleikafrásøgn...einasta felags treytin er, at tað skal
bera til at turnera á skúlum, við teimum kørmunum
sum eru har. Og sjálvandi, at listafólkini hava hugsa
væl og virðiliga um, at málbólkurin er ungur.
ATGONGD TIL LIST
OG MENTAN ER
MANNARÆTTINDI
Ókeypis
Í
Hedvig Westerlund-Kapnas
LISTALEYPURIN
HAGTØL FRÁ 2014:
Tal av umsóknum frá listafólkum 2014:
41
Allar umsókninar lúkaðu treytirnar fyri luttøku.
Tal av valdum verkætlanum fyri 2014-15:
13
Eitt avboð var.
Tal av umbønum frá skúlum í september 2014:
257
Tal av skúlavitjanum í 2014:
63
Tal av næmingum:
Á vári 2014:
3029
Á heysti 2014:
557