Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 Verkstova við listamannin Bjarni Hinrikkson í Sandoynni, Kollafirði og Klaksvík. Listaleypurin er ein verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar í Føroyum fíggja, til tess at bjóða skúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist. Verkstovan “Daydreaming” var eitt av tilboðunum heystið 2014. Fimm skúlaflokkar í Føroyum fingu vitjan av íslendska listamanninum Bjarni Hinrikssyni. Bjarni hevur gingið í tekniseriuskúla í Frankaríki og er ein av stigtakarunum til íslendska tekniseriusamstarvið GISP! Í verksmiðjuni Daydreaming skrivaðu og teknaðu næmingarnir eina stutta teknisøgu og nýttu seg sjálvan og heim sítt sum íblástur. Endamálið var at spæla við hugflogið og dreymarnar, sum vit kunnu uppliva í gernadisdegnum. Tað var ikki neyðugt at duga at tekna; bara ein dugdi at eygleiða og hevði gott hugflog. Sum sæst í heftinum, hava næmingrnir dugað at eygleiða og hava teir gott hugflog. Allar teknirøðir í heftinum eru skaptar eftir einum degi. Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum DAGDREYM Kollafjarðar skúli Sandoyar Meginskúli Ósáskúlin í Klaksvík 20.-24. oktober 2014 Teknisøguverksmiðja við Bjarni Hinriksson Jórun Jórun