Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 16 øroyskar barna­bók­ ment­ir tóku seg upp, tá ið megin­part­ur­in av føroyingum búði á bygd, og barnasøgur og barnasangir vóru um børn á bygd. Staðseting og evnis­val broyttist lítið, hóast bygd­ar­lívið broyttist og lívið hjá flestum fekk býardám. Úrslitið var, at søgurnar gjørd­ust meir og meir afturlítandi. Vend kom í 1970-árunum: Nú kundu søgur henda í Havn, og gentur kundu vera høvuðspersónar. Hildið varð fast við veruleikakenda frásøgn, men nútíðin var sloppin innum og varð viðgjørd krit­iskt. Realistiska frásøgnin misti sessin sum høvuðsrák í 1990-árunum, tá ið furðu­søgur ella fantastiskar søgur kyk­naðu upp í føroyskum ungdóms- og barna­bók­ m­entum undir ávirkan frá al­tjóða rákinum. Ongar bøkur eru bara. Serstøðan hjá barna­bókmentum er, at tann ætlaði mót­tak­arin, er ómyndingur, óroyndur og ann­að við ‘ó-‘ afturímóti sendaranum, tí vaksna. Hetta hevur í seinastuni ver­ið partur av støðinum undir víð­fevndum kjaki og gransking, sum hev­ur víðkað sjónarringin viðvíkjandi barna­bókmentum. Brot úr Føroyskum barnabókmentum í 100 ár: Stór børn og tannáringar: Kular røtur Ein megintáttur í føroyskum barna­bók­mentum er sangir og yrkingar, og Kul­ar røtur er ein av teimum fáu bóku­num, sum eisini hevur yrkingar fyri stór børn. Edward Fuglø tulkar tekstirnar í ekspressivum og litføgrum myndum. Steintór Rasmussen, f. 1960, eigur sína egnu rødd millum tey, ið yrkja á bun­d­num máli fyri børn. Meðan ymsir aðr­ir yrkjarar, sum yrkja til aðrar aldurs­bólkar enn vaksin, venda sær til mál­ bólkarnar smábørn og børn, eru málbólkar Steintórs stór børn og tann­ár­ing­ar. Fráfaringarstøði hansara er mentan­in hjá hesum bólkunum. Hann yrk­ir út frá áhugamálum og málburði í barna- og ungdómsmentanini. Steintór íbirti tónleikabólkin Kular røt­ur, sum hevur útgivið fleiri barna­fløg­ur. Tekstirnar hevur Steintór yrkt ella umyrkt, og nógvar teirra hevur hann gjørt lag til. Bókin Kular røtur kom út í 2005 við 29 yrk­ingum av fløgunum. Beinanvegin heitið vísir til barna- og ung­dóms­mentanina. Lýsingarorðið ‘kul’ ella ‘kulur’ er komið av tí enska ‘cool’. Tað er tikið inn í føroyskt, hevur fingið føroyska stavseting og bending, sbr. „kular røtur“. Hóast orðið er ikki komið í orða­bókina ella viðurkendar orðalistar enn, so er tó eitt nýggjari dømi um, at tað livir í barnabókmentunum, nevniliga bókarheitið Pól, hin kuli giraffurin, 2007, eftir Bárð Oskarsson. „Cool“ merkir sval­lig­ur, í fluttari merking at hava tamarhald á støðu­ni. Sum slang merkir tað at vera modernaður, flottur og annað jaligt. Heitið í heild minnir leysliga um „gularøtur“, men seinni parturin, „røtur“ rúmar eisini øðrum tilsipingum. Á føroyskum kann ein „rót“ merkja eitt óføra raskt fólk, og samansetingarnar arbeiðsrót, fiskirót hava ta merkingina. Men danska merkingin, ‘rót’ = bartrog ella Barnabøkur Turið Sigurðardóttir Í BARNAØLDINI OG AFTANÁ TURIÐ SIGURÐARDÓTTIR HEVUR UNDIRVÍST Í, GRANSKAÐ, SKRIVAÐ GREINAR OG UMMÆLI UM BARNABÓKMENTIR. FYRSTA DAGIN KEMUR ÚT BÓK, SUM LÝSIR UMHVARVIÐ AV FØROYSKUM BARNABÓKMENTUM Í RÚMLIGA 100 ÁR OG GREINIR EITT ÚRVAL AV FØROYSKUM MYNDABÓKUM, BARNASKALDSØGUM, -SØGUM OG -SANGUM F Permumynd á tí nýggju bókini. Hon er tikin úr fyrstu føroysku myndabókini, Í skýmingini, sum Elinborg Lutzen teknaði og Sofía Petersen savnaði, 1948