hósdagur 19. februar 2015síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
17
annað tílíkt, er eisini væl kend og spælir
við í heitinum.
At standa við sítt
„Hon er omma mín“ er ein yrking í fýra
ørindum um eitt barn, sum stend ur
øðru megin millum normarnar í barna-
mentanini um, hvussu foreldur og omm-
ur og abbar skulu vera, og hinu meg in
síni egnu foreldur, ommu og abba, sum
- eins og fólk flest - ikki fylgja hesum
normunum. At hetta eru normarnir í
barna mentanini, merkir ikki, at børnini
hava skapt teir, men heldur at tey ogna
sær normar í samfelagnum. Øll ørindini
eru eins uppbygd: Fyrsta regla nevnir
okkurt, sum eyðkennir ávikavist ommur,
abbar, mammur og pápar yvirhøvur.
Onnur og triðja regla eru um, hvussu
púr asta ólík omma, abbi, mamma og
pápi frásøgufólkið eru normunum, og
fjórða regla greiðir frá kolldømingini hjá
„børnunum“, nevniliga at hetta er óhósk-
andi. Í seinastu reglu í hvørjum ørindi
mót mælir frásøgufólkið dóminum og fer
í part við ommu síni o.s.fr.:
Ommur siga søgur, bjóða børnum bomm.
Mín snakkar mest um Harley Davidson.
Á síni motorsúkklu buldrar hon framvið.
Og børnini tey siga, hon er einki ommulig.
Men :/: hon er omma mín :/:
Barnið stendur millum bólkamentanina
og sína persónligu støðu og torir at halda
fast við sítt egna. Ein eldri barna yrk-
ing, sum hevur sama temað, t.e. at barn
ber næstringar sínar – foreldur, abba
og ommu – saman við teir hjá øðr um
børn um, er „Abbi tín er ríkur“ eftir Hans
Andrias Djurhuus. Har eru mót setn ing-
ar nir ikki millum ólíkar lívsstílar, men
millum ríkidømi og fátækt.
Poppur og móti tiknir í favn
Flestar yrkingar í bókini eru eins og „Hon
er omma mín“ í fyrsta persóni. Í teimum
flestu er tað týðiligt, og tað er drongur,
sum eigur røddina,og tað er eisini væl
styðjað av myndunum.
Í einari yrking, „Kalla meg Babe“,
eigur genta røddina. Babe er skúlagenta,
komin í tannárini og uppslúkt av at liva
í ungdómsmentanini – poppi og móta – .
Málið er føroyskt ungdómsmál:
Eg tími ikki skúlan.
Foreldur eru tóm.
Útvarpið er rotið,
har er ongin vón.
Systkin eru strævin.
Eg fái andaneyð.
Millum mínar vinir
eri eg okey.
– sett við slangi, enskum máliskum og
orðum, partvíst við føroyskari stav set-
ing: up to date, kjatti, trend, hittar, hott,
rular, stinkar, megagott.
Babe hevur ikki fyrivarni fyri hesi
ment an, eins og drongurin í „Hon er om-
ma mín“ hevur fyrivarni fyri norm un um,
ið verða hildnir fram fyri hann; tvørt ur-
ímóti gevur hon seg heilt yvir til henn-
ara av ungum eldhuga, og eingin setir
fing urin á tað. Men so kemur mynda-
mað urin Edward Fuglø uppí og tulkar
hana við vaksnum eygum sum eitt stórt
barn, ið ímyndar sær at vera ein vaksin,
sexut genta við tamarhaldi á støðuni.
Siðbundin formur
og boðskapur
Mótsetningur til „Babe“ er „Karin“.
Yrkingin er ein siðbundin triðja per sóns-
søga um Karina, frá hon er lítil, til hon
er seytjan ár. Læran í søguni er løgd í
munn in á einari gamlari konu, og boð-
skap ur hennara er tann klassiski, at
góðska, her millum ættarliðini, gentuna,
mammu na og ta gomlu konuna, er meira
verd enn tað verðsliga virðið í tí gull-
ringi num, sum søgan snýr seg um.
Nýggj fyrimynd
Í „Eitt hitt“ ger ein drongur yrking og
tóna lag, syngur, spælir og venur tað so
væl, at lagið verður eitt „hitt“ um allan
heimin. Sagt verður frá, at sangurin
hoyrdist,tá ið forsetin hevði hildið røðu,
pápi dreingin er hugtikin av lagnum, og
mamma hansara murrar sangin meðan
hon hyggur út á vánna. Henda yrkingin
setir fram eina nýggja fyrimynd til før-
oysk ar dreingir at stremba fram ímóti
hundr að ár aftan á sangir sum „Tá eg
verði stórur“ (1907) og „Kongaríkið í
Bábylon“ (1915). Eina utopi um eitt før-
oyskt heimshitt, sum verður at hoyra,
tá ið ein føroyskur forseti hevur hildið
røðu.
Kular røtur og annar
skaldskapur fyri børn
Kular røtur hevur einki av tí meta máls-
liga orðaleikinum, sum vit síggja helst
og best hjá Alexanduri Kristiansen,
men eisini øðrum, ið yrkja til børn. Í
Kul um rótum er tað hittinorðaða knýtt
at tí episka í yrkingum, sum varpa ljós
á heimin hjá nútíðarbørnum og -tann-
áringum.
Stílurin hjá Steintóri Rasmussen er
real ist iskur, skemtið er á innihaldsfláini,
mál burðurin leggur seg aftrat veruligum
ung dóms máli. Millum annað hetta ger
tað áhugavert at bera yrkingarnar sam-
an við tær gomlu føroysku barna yrk ing-
ar nar.
Bera vit saman við Barnarímur (1915)
Hans Andriasar er munurin ovurstórur
á umstøðum, umhvørvi og søgum. For-
eld ur, tað at gerast vaksin fyllir minni
nú. Børnini og tey ungu hava størri
al bogarúm, og fyrimyndirnar eru úr
popp- og ungdómsmentanini. Men sum
víst omanfyri, rúma yrkingarnar eisini
óbroyttum virðum og metingum, hóast
tað, sum er uttanum, er umbroytt: familj-
an er enn kjarnin í tilveruni, og lutfallið
mill um dreingir og gentur er ikki broytt.