Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. februar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 2 • 20. ferbuar 2015 g var stutt síðani komin heim eftir at hava búð í Danmark og eg stóð og hugsaði um hvussu tað bar til at fótbólturin hevði hallir og vallir og góðar umstøður at virka undir, greiðir Jón Tyril frá. - Hví hevði tónleikurin einki sovorðið? Vit sita rundanum køksborðið inni í dalinum í Gøtu og drekka hvør sín einfalda kopp av kaffi, meðan hann greiðir frá hvussu tónleikafelagið Grót byrjaði. - Svarið var, at fótbólturin hevði skipað seg. Og tað kendist greitt fyri mær, at vildi eg hava góðar umstøður til tónleikin, so mátti tónleikurin somuleiðis skipa seg. Grót Stutt eftir kallaðu Jón Tyril og Eiler Hansen inn til fund og við støði í eini útskrift av viðtøkunum hjá gamla LíF, varð Grót stovnað. Hetta var í 1998. Og so varð grótið farið á rull í Losjuni í Gøtu. - Umhvørvið kring Losjuna í Gøtu mitt í 90'unum og frameftir var vælsignað við einum góðum blandi av óvanliga gávaðum tónleikarum og fólki við eldhuga og virkisfýsni, sigur Niels Uni Dam, tónleikaummælari. - Hetta var eitt gott bland. Tí her vóru fólk, ið skaptu tónleik, og fólk, ið skaptu karmar. Støðið á tónleikinum [í Føroyum] hækkaði av hesum. Í umhvørvinum, sum Grót legði lunnar undir, vaks ein hópur av bólkum og tónleikarum fram. Nøkur ár seinni, í 2002, var G! Festivalurin á skránni fyri fyrstu ferð. Og í meira nýggjari tíð byrjaði Jón Tyril HOYMA. Tónleikafelagið Grót er enn til og skipar regluligar fyri konsertum. Eini 600 limir eru í felagnum. Nøkur nøvn, sum meira ella minni beinleiðis hava havt nakað við Grót umhvørvið at gera eru millum annað Clickhaze, Eivør Pálsdóttir, Orka, Høgni Lisberg, Gestir, Petur Pólson og Boys in a Band. Elektroniska tónleikarákið, sum hevur gjørt seg galdandi í Føroyum seinasta áratíggju ella so, vaks seg frá áhugamáli hjá einstaklingum til mentan á pallinum í Grundini á G! Festivalinum. Festivalurin hevur veitt ein pall fyri einum breiðum úrvali av tónleikanøvnum av øllum sløgum úr øllum landinum. Mentan í Gøtu er tó meir enn tónleikur. Sjónleikir í Losjuni seinastu árini hava verið serstakliga væl umtøktir. Ítrótturin, serliga fótbólturin, er líka væl umtøktur sum altíð. Í Gøtugjógv er kanska mest átrúnaðarliga grannalag í Føroyum: Nýggja Gøtu kirkja liggur hinumegna vegin frá brøðrasalinum Filadelfia og einum missiónhúsi í ger. Gamla bygdin í Norðragøtu er eitt væl umtøkt og vitjað ferðafólkamál. Einstøk listafólk innan málningalist, skaldskap, myndatøku, byggi- og filmslist eru at finna stroydd runt í øllum bygdunum. Hendan greinin setur tó ljóskastaran á tónleikin. Tí tað er við tónleikinum, at Gøta kanska einamest hevur sett síni fingramerki á mentanarlívið í Føroyum. Kill the jantelaw! Er tað ein hugburður ella andi í Gøtu, sum ikki er at finna í sama mun aðrastaðni, sum liggur aftanfyri lutfalsliga stóra tónleika- og mentanarvirksemi? - Kanska mentanin er eitt sindur øðrvísi her enn summa aðrastaðni. Hon hevur kanska eitt sovorðið tvist. Tað er í lagið at vera løgin. Og eg haldi kanska, at jantelógin hevur ikki eins nógv vald her, sum onkra aðrastaðni, sigur Jón Tyril. Jón Tyril vísir til vinnulívið í bygdini, sum gjøgnum árini hevur klárað seg sera væl. Og eitt nú tá ið kreppan herjaði fyrst í 90'unum, rakti hon langt frá eins hart í Gøtu sum nógva aðrastaðni. - Fólk hava altíð sagt, at vinnulívsfólkini her tora at gera tingini uppá sín egna máta. Tað rokni eg við er ein partur av tí. Og eg haldi at tónleikaumhvørvið var ávirkað av sama hugburði. Vit hugdu ikki so nógv eftir hvussu hini gjørdu tað, men gjørdu tað uppá okkara egna máta. Jón Tyril vísir eisini á eitt samband ímillum mentan og trúarlív, sum kann hugsast at hava havt týdning. Fleiri av oddafólkunum bæði í Grót og G! Festivalinum høvdu tilknýti til samkomur, og tann bakgrundin, tá ið hon var sett inn í eitt høpi uttan fyri samkomugátt, hevði ið sær, at fólkini gjørdu tingini eitt sindur øðrvísi, enn tað, fólk kendu til innan fyri tónleikatiltøk og sovorðið framanundan. - Vit vóru trý í okkara flokki, sum ikki gingu til prest. So er man eitt sindur ein outsidari beinanvegin - uppá ein góðan máta, smáflennir Jón Tyril. Solidaritetur Júst hendan outsidarastøðan er áhugaverd at eygleiða gjøgnum søguna hjá Grót. Upprunaliga bar felagið orð fyri at vera fyri alternativan tónleik, hvørs fjepparar gingu í ulpu, høvdu geitaskegg og eygleiddu skógvarnar. Og har var sannleiki í. Tónleikurin var nýggjur og øðrvísi, og mátin skipað varð fyri konsertum eisini. Men í Grót hevur altíð verið vítt til veggja. Tónleikasløgini, sum hava verið umboðað, eins væl og fólkini, sum hava luttikið, hava verið fjølbroytt. Tað, at tónleikarar á G! Festivalinum ikki hava búð á gistingarhúsi, men heima hjá fólki, og so alt fyribrigdi HOYMA, har bygdafólk lata heim síni upp fyri tónleiki og gestum, sigur eitt sindur um fólksliga stuðulin tónleikurin hevur í Gøtu. Fert tú á eina Grót konsert í Tøting ein av komandi mánaðunum, er torført at seta fingurin á ein serliga demografiskan eginleika. Øll sløg av fólkum eru umboðað. Ein heilt serligur solidaritetur hevur verið ímillum bygdafólk í samband við Grót og alt tað, sum er sprottið har frá, sum hevur megnað at stýrt ímillum skerini av bygdaklandri og lokalpatriotismu. Hóast Grót hevur havt tað mesta av sínum virksemi í Gøtu, so hevur felagið, tónleikurin og tiltøkini ongantíð bara verið mannað av gøtufólki. Tað er bygdin ov lítil til. Leirvíkingar, fuglfirðingar og eysturoyingar sum heild hava altíð lyft sín týdningarmikla part. Eysturkommuna kunngjørdi í novembur í fjør, at hon fór at seta 10% av fíggjarætlanini av einans til mentan. Í útvarpinum um tað mundi greiddi Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, frá um týdningin av mentan fyri kommununa. Í GØTU EIN DAG E Arni Zachariassen Í GØTU EIN DAG. HAR HENDI EITT UNDUR. EITT SINDUR. UM GØTU SUM MENTANARBYGD. TAÐ HENDI, SUM SO NÓGV ANNAÐ TÝDNINGARMIKIÐ, VIÐ FLUTNINGSBANDIÐ Á EINUM FLAKAVIRKIÐ. Mynd: Olaf Olsen