hósdagur 19. februar 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
- Íløgur í mentan geva
øgiliga nógv avkast. Tí vilja
vit í tí nýggja politikkinum
staðfesta, at vit altíð ynskja at
brúka eina minimumupphædd
uppá alt mentanarøkið, segði
hon.
Eingin kommuna í landinum
brúka so stóran lutfalsligan
part til mentan. Og tað endur
speglar undirtøkuna, sum tón
leikur - og mentan sum heild
- hevur í bygdini.
Spurdur um hann kundi víst
á ein mun millum tónleikaum
hvørvini í t.d. Klaksvík og Havn
og so í Gøtu, svarar Jón Tyril
soleiðis:
- Um eg skal siga tað øgiliga
fýrakantað, so kanska tað, at
í Klaksvík tvætlaðu tey við
Dynamitt og Trøllapæturi og
í Havn høvdu tey ironiska
fjarstøðu við MC Hár, 200 og
Páll Finnur Páll. Fólkini her,
hóast tey bæði tvætlaðu og
ironiseraðu, so tóku tey tón
leikin í sera stórum álvara.
Gravalvorligum álvara, tekur
Jón Tyril samanum.
Tað serføroyska
Bygdin Gøta sjálv hevur spælt
ein serligan leiklut í sokall
aður brandingini hjá G! Festi
valinum. Fyriskipararnir hava
megnað at bygt eitt slag av
eini eksotiskari mytologi upp
rundanum festivalin. Ein stór
ur partur av tí, sum dregur frem
mandafólk og serliga útlendskar
miðlar til festivalin er tað óken
da og bygdasliga, eins og stór
sligna náttúran kring Gøtu bygd.
Við
nýggja
festivalinum
HOYMA er Jón Tyril farin upp
aftur longur inn í tað bygdasliga
og serføroyska.
Poengið er ikki, at hetta ikki
kundi hent í nakrari aðrari bygd
í Føroyum. Tað kundi tað uttan
iva. Poengið er at tað hendi
júst í Gøtu. Gøta er ikki so nógv
hugnaligari enn aðrar bygdir.
Bygdirnar í Norðragøtu, Gøtu
gjógv, Syðrugøtu og undir Gøtu
eiði eru vakrar í støðum, men
náttúran er skammfýla av grót
brotum og órøktum vinnuøkjum.
Men av onkrari orsøk hevur
eitt umhvørvi í Gøtu sæð
møguleikar, sum onnur ikki hava
sæð í sama mun. Gøta er ein
púra vanlig bygd. Men Føroyar
eru serligar. Og í Gøtu hava tey
dugað at sett ljóskastaran á tað,
sum ger Føroyar serligar: Fjøll,
sandur og náttúra. Húsagonga,
durðasnapsur og gestablídni.
Søga, matur og skipstroyggjur.
Kensluborin
og
dynamiskur
tónleikur, sum fullur av lívi. Og
hugni.
Og soleiðis hevur Gøta tænt
sum ein máttul, sum ein dynamo
og verið við til at mynda
mentanararvin í Føroyum á sín
serstaka hátt.
Mynd: Kristfríð Tyril MOMO
Mynd: Kristfríð Tyril MOMO
Mynd: Beinta á Torkilsheyggi