hósdagur 19. februar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
20
itt av am
b o ð u n u m
er stílsøgan
við hennara
ávísing
av
stílfrøðilig
um eyðkennum. Hugtøk
sum gotikkur, barokkur,
klassisima, kubisma og
surrealisma kunnu tískil
vera hent amboð. Sum
tað er við øllum flokk
ingum, røkka stílsløg
og ”ismur” ov stutt, tá
talan er um veruleikan,
sum jú er størri og ríkari,
enn okkara medvit kann
rúma. Tað er ikki minni
galdandi fyri blómandi
og óstýriliga veruleikan
í listini.
Eitt dømi um lista-
verk, har eitt stílistiskt
heiti ikki røkkur, er lítli
málningurin Roðin frá
1975 eftir Thomasi Arge.
Tað er eitt landslag,
helst ein líð úti við Hoy
víksgarð, har hann búði.
Mest av øllum líkist
myndin einum havi í
andarisi – ein virknaður
sum mennist av ógvis
ligu sporunum av pensli
og spartli í tí tjúkka og
seiga
litevninum.
Tí
liggur væl fyri at rópa
myndina ”ekspression
isma”, eitt myndamál,
har huglagið hjá lista
fólkinum hevur størri
týdning enn tann part
urin av náttúru, sum
verður endurgivin.
Mitt í ørskapinum er
myndin kortini eisini
ein saklig skráseting av
ljósi og litum, ta løtuna har vetrarsólin
stendur lágt oman fyri sjónarringin. Kavi
er í fjøllunum, og tað gula og appilsingula
sólarljósið lýsir móti kaldligu og ljósu
tónunum í landslagnum, mest hvítt,
síðan grønt og blátt. Kavin er ikki
tjúkkur mest eitt følv, sum tað sæst av
deyðagrasinum, í skapi av ljósabrúnum
blettum. Tað er kortini nóg hvítt til,
at litaðir skuggar av andstøðulitum
í kvøldhimmalinum kunnu dansa í
kavanum, har eisini smá sólarglamp í
bjørtum gulum skyggja.
Sæð
við
hesum
brillunum
er
myndin hjá Thomasi Arge eitt petti av
”impressionismu”, tvs. ein roynd at lýsa
litirnar í náttúruni í ljósi og huglagi.
So rein ekspressionisma er myndin
ikki, hóast ógvisligi dámurin er tað
týdningarmesta. Her ber til at samanbera
við eitt undangongufólk sum Ruth
Smith, sum í grundini er impressionistur,
men sum við uppøsta arbeiðinum við
penslunum eisini avdúkar eitt sinni, og
tískil eisini er ekspressionistur.
Tað er ikki lætt við hesum flokkingum,
men tað er júst blandingin av mátti í
myndamálinum og tað sakliga, sum ger
listina hjá Thomasi Arge til nakað serligt,
og sum í hansara bestu verkum lyftir
hann upp á altjóða støði. Hann er føddur í
1942 í Havn, varð útlærdur timburmaður
í 1964 og sama ár slapp hann inn á
Kunstakademiið í Keypmannahavn. Í
1970 er Thomas Arge aftur í Føroyum
og tað er í teimum fáu árunum, áðrenn
hann doyr í 1978, at hann skapar eitt
lívsverk, sum setur hann á fyrsta rað í
føroyskari list.
Útlendsk listafólk sum íslendingurin
THOMAS ARGE Á
LISTASAVNINUM
E
Nils Ohrt
BERGTIKIN
EINS OG Í ØLLUM VÍSINDUM HEVUR LISTASØGAN SUM MÁL AT SKAPA
SKIL OG GREIÐU Í MUN TIL TANN VERULEIKA, SUM EITUR LISTIN