hósdagur 19. februar 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
21
Jóhannes Kjarval, norðmaðurin Edward
Munch og hollendingurin Vincent van
Gogh góvu týdningarmiklan íblástur,
og tað sama var galdandi fyri William
Heinesen og Ingálv av Reyni. Í listini hjá
Thomasi Arge verður ymiski íblásturin tó
settur inn í eitt sjálvstøðugt myndamál,
sum kortini samstundis verður leitandi
og roynandi. Tað er hóast alt eitt ungt
listafólk, vit umrøða her.
Myndevnaliga gekk Thomas Arge
nýggjar leiðir. Hann var tan fyrsti,
sum gjørdi føroyska hagan til sítt
høvuðsmyndevni, og við tí fór hann frá
siðvandu myndini av Føroyum, sum
bygdin í líðini við fjørðin við fjallinum og
himmalinum omanfyri. Tann blómandi
og menniskjavinaliga síðan av føroysku
náttúruni fer til viks til fyrimuns
fyri ómilda heimin í homrunum og
reynunum. Ongi blíðkandi fyribrigdi sum
tjarnir, løkir og dýralív eru í oyðimørkini
hjá Thomasi Arge, sum sostatt verður
til eina sálarmynd. Sett út í hansara
oyðimørk, er tað sum um vit eru á einum
berligum og fremmandum knøtti, áðrenn
søgan byrjaði.
Nakað sum er eyðkeynt fyri listina hjá
Thomasi Arge er hansara tjúkka, pastosa
litlag. Mangar av hansara myndum eru
næstan meira relieff enn málningar, og
klakin av liti hann ofta brúkar, verður
nýttur til at sjónliggera rættiligt grót í
myndunum. Samanumtikið er kortini
talan um oljulit, og óstýriliga tilfarið
dánar skap, sum vekja frí hugasambond
hjá áskoðaranum. Tað er, sum tá vit
eygleiða skýggini í luftini og halda, at
vit kenna aftur eitthvørt skap ella fólk.
Á tann hátt er tað ikki bara talan um
tað, sum kennist aftur í myndevninum
hjá Thomasi Arge, men eisini tær
óteljandi
innaru
myndirnar,
sum
áskoðarin sjálvur leggur aftur at. So
við hesum rúmar hansara list enn eina
hugtakandi greipu av mótsetningum
við síðuna av ekspressionismu og
impressionismu, nevniliga samrøðan
millum veruleika og hugflog. Av tí at
myndirnar hjá Thomasi Arge samstundis
snúgva seg um fjallaheimin, er tað
ikki langt til fólktrúnna og hennara
ímyndum um náttúruna sum íbygda við
yvirnatúrligum verum og serliga: grótið
sum steinrunnin trøllabørn, sum ikki
megnaðu at krógva seg, áðrenn sólin
reis.
Eitt eyðkent dømi um listina hjá
Thomasi Arge, tá hon er best, er Hamrar
frá 1975. Tað vísir eina stóra urð niðan
fyri ein hamara, sum kanska kundi verið
ein partur av syllini av stabbagróti, sum
gongur fram við kantinum av Norðradali
– eitt av teimum mongu plássunum
Thomas Arge ofta vitjaði á rossabaki. Í
hvussu so er líkist urðin einum dunga
av gimsteinum, og teir eru eitt greitt
dømi um íblásturin frá Kjarval, hvørs
myndir Thomas Arge sá á einari stórari
framsýning, sum var í Keypmannahavn,
meðan hann læs.
Myndin er kortini meira modernað
enn tann hjá íslendinginum. Ikki bara
hevur hon størri dám av málningi
orsakað av tjúkka litlagnum við slóðum
eftir hondunum á listafólkinum. Har er
heldur onki rúm í myndini: Vit standa
næstan á høvdinum niður í grótheimin,
við tað at fjallið næstan steingir av
aftanfyri. Útsýnið víkir fyri einum
innsýni, og her kunnu vit so fara á
eina uppdagingarferð inn í fjallið og í
yvirførdum týdningi inn í okkara egnu
sál.
Listin hjá Thomasi Arge bergtekur í
meira enn einari merking.
Framsýningin á Listasavni Føroya
kann síggjast til 2. páskadag, 6.4.