hósdagur 19. februar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
2 • 20. ferbuar 2015
GOTT ÁR HJÁ
BÝARBÓKA
SAVNINUM
Malan Hilmarsdóttir
BÝARBÓKASAVNIÐ
Á
BÓKA
SAVNINUM
FEBRUAR
2015
Árið 2014 hilnaðist væl hjá Býar
bókasavninum í Havn. Talið av vitjanum
var hægri enn nakrantíð áður, 119.000, og
eru tað 4.000 fleiri enn í 2013. Tað vóru
eisini 418 fleiri, sum læntu tilfar, og tað er
ein hækking á 12%. Ein orsøk er helst tann,
at Býarbókasavnið á vári í 2014 fór undir
at læna út e-bøkur, ljóðbøkur, filmar og
annað tilfar á netinum.
Samstundis hevur talið av siðbundnum
bókaútlánum verið lækkandi síðstu árini.
Hetta er ein gongd, sum eisini sæst í
øðrum londum, og sum ber boð um,
at bókasavnsvanarnir eru í broyting.
Brúkarum í dag tørva, at bókasavnið í
størri mun enn áður miðlar ta vitan og
kunning og tær mentanartænastur, sum
bókasavnið bjóðar atgongd til, og hetta er
eisini nakað, sum sást aftur í virkseminum
hjá Býarbókasavninum í 2014.
Av slíkum tiltøkum í 2014 kunnu nevnast:
átta rithøvundatiltøk við upplestri
og samrøðum, níggju lesiringakvøld
við 4-6 lesiringum hvørja ferð, níggju
skapandi tiltøk fyri bæði børn og vaksin,
fimm listaframsýningar við føroyskum
listafólkum,
sjey
bindikaféir
við
fyrilestrum, umframt ein hóp av smærri
bókaframsýningum, útgávutiltøkum og
øðrum kunnandi og upplýsandi tiltøkum.
Nógvir lánarar spyrja alsamt eftir bókum
á enskum máli, og bókasavnið hevur tí lagt
seg eftir at keypa fleiri bøkur á enskum,
bæði til vaksin, ung og børn.
HER ERU NAKRAR AV TEIMUM
NÝGGJASTU BÓKUNUM TIL VAKSIN
RICHARD FLANAGAN hevur skrivað
THE NARROW ROAD TOO THE DEEP
NORTH. Kærleiki, deyði og kríggj eru
í høvuðsheitum eyðkennini fyri hesa
søgu. Árið er 1943, og í einari japanskari
fangalegu á Burma, á tí sokallaðu deyðans
jarnbreyt, stríðist skurðlæknin Dorrigo
Evans fyri, at menninir undir hansara
leiðslu ikki skulu doyggja í hungri, av
kolera ella verða bukaðir til deyðis. Dorrigo
sjálvur verður eltur av minnunum um eina
gølu, ið stóðst av sambandi hansara við
eina unga kvinnu í familjuni.
NORA WEBSTER er heitið
á sera væl skrivaðu bókini
eftir COLM TOIBIN. Í einum
lítlum býi á eysturstrondini
í Írlandi býr Nora Webster,
ið nýliga er blivin einkja.
Hon er ein klók, men til
tíðir nakað snarsint kvinna,
sum hevur ilt við at sleppa
minnunum um mann
sín, men hon roynir sum
frægast at lívbjarga sær og
sínum fýra børnum. Eisini
minnini um mammuna, og
hvat tað var, sum gjørdi, at
tær báðar sótu so illa um
sátt, pína hana.
LILA er søgan um ungu gentuna,
sum heimleys hevur reikað runt
á vegunum, og sum ein dagin
kemur inn í eina kirkju í býnum
Gilead í Iowa. Hetta broytir
fullkomiliga lív hennara, hon
giftist við prestinum, John Ames,
og byrjar eitt vanligt trygt lív.
Nýfunnin kærleiki og tryggleiki
eru tó ikki altíð so lættir at
sættast við. MARILYNNE
ROBINSON hevur skrivað bókina
Lila, eins og bøkurnar Gilead og
Home, sum eisini snúgva seg um
persónar úr býnum Gilead.
ACADEMY STREET eftir MARY COSTELLO er ein
livandi og hjartanemandi søga um kvinnuna
Tess, ið vaks upp í Írlandi í 1940´unum. Longu
sum smágenta missir hon mammu sína, og hetta
merkir hana fyri lívið. Hon flytur seinni til New
York og búsetist á Academy Street. Hon upplivir
lukkuliga dagar, men eisini stórar sorgir, og øll
árini tráar hon støðugt eftir at hoyra til.