Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 125 - 4. juli 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 125 - 4. juli 2000 Í Leysari luft –Et ivaðist í at leypa, men so hevði eg brotið meg sundur. Og eg sá í ondini, at eg skuldi blíva hangandi har, líka út á Stóru Dímun, sigur John Magnussen, vitapassari ÁKI BERTHOLDSEN Vildi illa til, kundi tað rætti- liga enda galið, tá ið tyrlan hjá atlantsflog hósdagin skuldi flyta tann nýggja vit- an út í Stóru Dímun. Vitin skuldi krøkjast í eina línu undir tyrluna og síðani flúgvast út. Men ein ella onnur ófati- lig misskiljing gjørdi, at maðurin, sum krøkti í, fylgdi við, tá ið tyrlan fór upp fra við vitanum hang- andi niðurúr sær í línuni. John Magnussen, vita- passari í Sørvági, viðgong- ur, at hetta var ein dramatisk løta. Hann sigur, at hann veit ikki, hvat tað var, sum hendi, tí hann hevur arbeitt nógv við tyrluni, og tað hev- ur hann bara havt góðar royndir av. Men hesuferð kundi tað blivið ein galin endi. Hann sigur, at hann var farin upp á takið á vitanum at krøkja línuna í. –Eg fór í gjøgnum stigan upp á takið á vitanum. Lukkutíð hevði dagin fyri bundið stigan í ein stropp í eitt hondfang uppi á tak- skegginum. – Tá ið eg skuldi krøkja í, mátti eg heilt upp á takið fyri at røkka at krøkja í. John Magnussen sigur, at hann var akkurát byrjaður at taka seg niður av takin- um aftur, tá ið hann føldi, at vitin fer at halla. – Vitin helti bara meiri og meir. Eg grunaði, at her var okkurt galið og eg hugsaði um eg skuldi leypa. –Men í somu løtu føldi eg, at vit fóru uppfrá og fóru útyvir bátahylin. –Har hekk tyrlan so eina góða løtu, til vitin var hildin uppat at sveiggja. John Magnussen sigur, at hevði hann ikki havt bundið stigan, hevði hann bara havt hendurnar og armarnar at líta á, og so ivast hann í, hvussu endin hevði verið. –Men nú fekk eg sett føt- urnar í stigan og tað bjarg- aði mær. Vitapassarin sigur, at tað vóru nógvir tankar, sum fóru ígjøgnum høvdið hesa løtuna. –Eg sá eisini fyri mær í ondini, at teir veruliga ikki varnaðust, at eg hekk undir tyrluni og at eg skuldi blíva hangandi har allan vegin út á stóru Dímum. Og so fóru tankarnir ordi- liga á glið og eg kom eisini at hugsa um, hvat hevði hent, um Tyrlan hevði fing- ið trupulleikar leiðini og hevði slept slinginum...... – Men so kom eg eisini at hugsa um arbeiðsfelaga mín og eg sá, at hann gekk niðri á keiini og leikaði í sum ørur maður so eg tonkti, at tyrlumanningin mundi nokk fara at varnast, at okkurt var galið. John Magnussen sigur at so sá hann, at hurðin í tyrl- uni fór upp og tá heldur hann, at flogskipararnir hava sæð hann. Tá varð hann skjótt settur niður at, so at hann fekk fast undir føturnar aftur. John Magnussen sigur, at hann veit ikki, hvussu leingi, hann varð hangandi. – Men slíkar løtur eru alt- íð langar og tað skerst ikki burtur, at eg havi hugsað nógv um tilburðin síðani eg fór heim at halda vikuskift- ið, leggur hann afturat. Hann sigur, at sjálvur hevur hann ikki hoyrt frá tyrluskiparanum. – Men eg havi hoyrt frá yvirmanni mínum í Vita- tænastuni, at tyrluskiparin hevur verið í sambandi við hann, har hann hevur átikið sær alla skylduna av mis- takinum. Tyrlan hevur mangan ver- ið eitt hent amboð. Ikki minst hevur hon verið nógv brúkt til flutning av hesum Eg eri sera glaður fyri at vanlukka ikki stóðst av slagnum ymsastaðni í Før- oyum og tað hevur lætt ó- metaliga nógv um, tá ið annars trupul arbeiði skulu fáast frá hondini Men hetta er fyrstu ferð, at nakað tílíkt, sum hetta, er komið fyri. Sjálvur tekur John Magn- ussen eisini hetta sum eitt mistak av tí slagnum sum ikki eiga at henda, men sum kortini henda av og á. – Eg havi nógvar royndir av tyrluni, tí vit hava havt nógvan flutning av hesum slagnum fyri Vitatænastuna og tað fara vit uttan iva eis- ini at hava í framtíðini. – Higartil hevur tað altíð gingið uppá stás og tað fer tað uttan iva eisini at gera hereftir, sigur hann. John Magnussen varð lyftur einar átta metrar upp í luftina, áðrenn tyrlumanningin varnaðist hann og setti hann niður aftur, Myndina tók Leivur Nygaard ein maður uppi í, tá ið tyrlan lyfti sær upp frá við vitan- –Hendinin á Tvøroyri var eitt óhapp, sum ikki eigur at henda og sum ongan- tíð er hent fyrr, sigur Hans Erik Jacobsen, sum hevur flogið yvir 10.000 ferðir við slíkum flutningi ÁKI BERTHOLDSEN – Eg eri sera fegin um, at ongin skaði stóðst av. Tað sigur Hans Erik Jacobsen. flogskipari. Tað var hann, sum var skipari á tyrluni hósdag- in, tá ið hon skuldi flyta vitan út í Stóru Dímun. Men sum tað sæst á greinini omanfyri, hekk um hangandi niður úr sær. Hans Erik Jacobsen er eisini leiðari á tyrludeildini og hann sigur, at slíkt eigur sjálvsagt ikki at koma fyri. Og tað er heldur ongantíð komið fyri fyrr. Sjálvur hevur hann flogið yvir 10.000 flutningsferðir sum hesar, so hann hevur drúgvar royndir á økinum. –Men nakað sum hetta er ongantíð hent fyrr, sigur hann Hann sigur, at ongin hevði skyldina av tí, sum hendi, uttan hann sjálvur. Hans Erik Jacobsen sigur, at hann er ógvuliga harmur um tað, sum hendi. – Men tað, sum eg hugsi mest um nú aftaná, tað er, at maðurin ikki datt av so at vanlukka stóðst av hesum og tað eri eg ómetaliga feg- in um, sigur hann. Flogskiparin sigur tað var ein samanspæl ímillum ymisk viðurskifti, sum gjørdi, at hetta mistakið hendi. –Eg fór avstað, áðrenn maðurin var sloppin niður av vitanum aftur. Stórt meiri er ikki at siga um tað. Hann sigur, at hann var komin nakað út av keikant- inum, tá ið hann sá mannin í speglinum og bakkaði inn aftur við honum. Men hann sigur, at tað var eisini tann nógvi vindurin, sum gjørdi, at, at tað end- aði, sum tað gjørdi. – Talan var um rættiliga ein tungan flutning. Og fyri at halda tyrluni stúttari í luftini, settu vit eitt sindur á fyri at tátta línuna. Men tað var frískur vindur inn á gronina, og tað var altso nóg mikið til at tyrlan fór uppfrá, hóast eg ikki ordi- liga hevði sett á til at lyfta slingið. –Eg helt sjálvandi, at maðurin var liðugur, men tað var beinanvegin, at eg sá hann í speglinum, so eg fekk bakka innaftur við honum. Hans Erik Jacobsen sigur at hendan hendingin fær teir ikki at broyta mannagongdina, tá ið slíkur flutningur skal ger- ast. –Slíkur flutningur kann ikki avgreiðast øðrvísi, enn hann verður nú. – Tað einasta, vit mugu gera, er at leggja okkum í geyma at hugsa um hvønn annan, tá ið vit ar- beiða. – Tað gera vit sjálvandi sum er og eitt óhapp kann altíð henda. Men hendan hendingin er so ein áminning á okk- um um, hvussu neyðugt tað er at vit hugsa um hvønn annan, sigur Hans Erik Jacobsen. – Eg vil bara vóna, at eg ikki komið úti fyri nøkrum slíkum aftur, leggur hann afturat. – Tað, sum hendi var eitt mistak, sum ongnatíð er hent fyrr og sum helst ikki skal henda aftur. Men tað var eisini vindurin, sum lumpaði okkum, sigur Hans Erik Jacobsen tyrluskipari og leiðari á tyrludeildini hjá Atlantsflog SVEINUR TRÓNDARSON - Fyri tað um tað gongur væl í løtuni, og landskassin hevur eitt gott gjaldførið, so merkir tað ikki, at landsstýr- ið fer at brúka til høgru og vinstru, sigur Karsten Han- sen, landsstýrismaður við fíggjarmálum. Fyrrapartin fríggjadagin almannakunngjørdi hann landskassaroknskapin fyri 1999, og tað var í samsvari við lóg og rætt, sum fyri- skrivar, at roknskapurin skal vera framlagdur áðrenn 1. juli árið eftir. Á tíðindafundinum stað- festi Karsten Hansen, at or- søkirnar til framúr góða raksturin hjá landskassa- num eru fleiri. – Vit mugu ikki gloyma, at konjuktur- arnir hava verið við okkum, men tann førdi fíggjarpolit- ikkurin hevur eisini havt sína ávirkan á, at landskass- aroknskapurin er so góður. Samgongan hevur ført ein konjunkturjavnandi politikk Landskassaavlopið 648 milliónir krónur Avlopið á landskassaroknskapinum var heilar 648 milliónir krónur í fjør. Hetta eru 513 milliónir meira enn mett, men fyri tað skulu føroyingar ikki væntað, at landsstýrið fer at oysa til høgru og vinstru, sigur Karsten Hansen og tí verður eisini hildið fram við, segði landsstýris- maðurin. Landsstýrismaðurin segði eisini, at samgongan hevur lagt eina íløguætlan, sum raðfestir hvussu íløgurnar skulu gerasts, nær og hvar. – Vit hava alla tíðina eyguni eftir búskaparligu gongdini í landinum, og tað vil siga, at vit alla tíðina ansa eftir at búskapurin ikki verður ovhitaður, segði hann. Hann nevndi eisini, at landsstýrið er farið í sam- ráðingar við kommunurnar um íløgukarmin fyri næsta ár, og tað arbeiði skal skjótt vera liðugt. Sjálvur metir hann, at íløgukarmurin fer at vera á leið tann sami, sum í ár. Um sjálvan raksturin segði Karsten Hansen, at tað í longri tíð hevur verið tosað nógv um, at almenni part- urin av búskapinum er vaks- in ov nógv. – Hetta er ikki heilt rætt. Almennu útreiðsl- urnar eru øktar 11 prosent, og tað er væl minni enn tær eru í privatu vinnuni. Tá vit samstundis hugsa um, at lønarvøksturin er umleið átta prosent í tíðarskeiðnum talan er um, eru útreiðslurnar bert øktar okk- urt um trý prosent, segði Karsten Hansen. Í sambandi við spurning- in um eitt nú frádráttin hjá handverkarum og sjómans- frádráttin segði Karsten Hansen, at landsstýrið ar- beiðir við ætlanum um at minka um frádráttirnar. Í fjør varð frádrátturin til handverkarar, sum arbeiða uttanlands minkaður, og tað hevði ikki við sær, at hand- verkararnir fluttu uttan- lands. – Hetta merkir, at vit uttan iva kunnu minka frá- dráttin enn meir, sigur Kar- sten Hansen og vísir á, at tað er tørvur á handverkar- um í Føroyum. Ein av orsøkunum til, at landskassin hevur eitt betri úrslit enn væntað var frammanundan er, at skatt- ainntøkur landskassans vóru nógv hægri enn vænt- að varð frammanundan. Mett var, at umleið 2,1 mia. krónur fóru at koma inn í skatti og avgjøldum, men har komu 2,5 mia. krónur. Samstundis er rentubyrðan minkað munandi orsakað av lægri lánum, og alt í alt gevur tað størra avlopið. At útreiðslurnar samstundis eru øktar, er kanska ein á- bending um størri virksem- ið. Hvat peningi viðvíkur er landskassin heldur ikki illa fyri. Í løtuni hevur lands- kassin 1,6 mia. krónur tøkar í Landsbankanum og á bók aðrastaðni og tað merkir, at landskassin fíggjarliga er rættiliga væl fyri. Skuldin hjá landskassa- num var við árslok komin niður á 4,5 mia. krónur, og tá eru tær 500 mió. krónur- nar, sum danski staturin hevur eftirgivið ikki drignar frá. Javnaðarflokkurin fingið skrivara Hans Jørgensen úr Miðvági varð í gjár settur í fulltíðar- starv sum skrivari hjá Javnaðarflokkinum JOHN JOHANNESSEN Nú skal verða lættari at fáa fatur á Javnaðarflokkinum. Hetta lovar nýggi skriv- arin, Hans Jørgensen, sum í gjár varð settur í starvið sum skrivari hjá tingbólki Javnaðarfloksins, men sum eisini skal virka sum sam- skipari fyri flokkin annars. Javnaðarflokkurin gjørdi av at seta Hans Jørgesen í starvið eftir at tingið sam- tykti at lata øllum flokkum pening av fíggjarlógini til ein skrivara fyri tingbólkin. Men hetta starv er tó bert eitt parttíðarstarv, og tí hev- ur Javnaðarflokkurin gjørt at sjálvur at rinda Hans Jørgensen tað, sum í restar til eitt fult starv, soleiðis, at hann eisini kann virka sum samskipari av arbeiðinum hjá flokkinum sum heild. Hans Jørgensen sigur, at fyrsta málið, hann hevur sett sær er, at tað altíð skal bera til at fáa fatur á Javnaðar- flokkinum. Tá fjølmiðlafólk ella onnur ynskja at fáa fatur á flokkinum, skulu tey bert ringja á skrivstovu floksins á Gamla Apoteki, og so syrgir Hans Jørgensen fyri, at tey fáa fatur á rætta viðkomandi. Um eingin er á skrivstovuni, skal telefonin sjálv stilla um onkran í flokkinum. Hesum máli ætlar Hans Jørgensen at røkka til Ólav- søku, tá tingið kemur saman aftur. Fyrsta tíðin fer til at gera skrivstovuna klára. Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, ynskir Hans Jørgensen tillukku við nýggja starvinum Mynd: Jan Müller Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum