Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Stóri finaludagurin i tón- leika kapp ingini Stella Polar- is var í Norð ur landa húsi - num leygarkvøldið. Høll in var fullsett, og áhoyr ar ar nir fingu eina ríka tón leika- upp liv ing. Av teim fjøru ti luttakar unum, høvdu seks ungir tón leikarar kvali fi s- erað seg til finaluna. Hesir vóru: Kristina Thede Johan- sen, saksofon - Birita Poul- sen, sangur - Rúni Hentze, trom pet - Alvi Joen sen, gitt ar - Marta Torkils dótt ir Johan n esen, floyta og Dáv- ur Birgis son, gittar. Hesi mannaðu dóms- nevndina: Mist Thorkels- dóttir, forkvinna - Katrine Gislinge fyri tón leika grein- ina í breiðari merking – Bern- harður Wilkinson fyri Føroya Symfoniorkestur - Martin Mouritsen fyri Tórshavnar Musikkskúla og Leif Hansen fyri áhoyrararnar. Aftan á drúgva viðgerð, kom dómsnevndin fram til, hvus- su virðislønirnar skuldu latast. 1. virðisløn varð latin Alva og í grundgevingini siga dóm ar ar nir at Alvi hevur djúpt innlit í tónleik og er ein sonn stjørna. Alvi er 24 ára gamal og er úr Norðragøtu. Hann býr í Malmø har hann lesur á tónlistarskúlanum. Vinningurin er kr. 20.000,- 2. virðisløn varð latin Biritu Poulsen av Sandi 3. virðisløn varð latin Kris tinu Thede Johansen úr Havn. Tónleikakappingin Stella Polaris verður aftur á vári 2017. Kris tina Thede Johansen Birita Poulsen ALVI JOENSEN VANN STELLA POLARIS 2015 Alvi Joensen Viðurkendur norskur ser- frøð ing ur hevur greinað føroys ka fiskivinnu, og gjørt uppskot til eina ný- skip an. Hann kemur til Før- oya hósdagin at greiða frá. Tað sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi: »Tórbjørn Trondsen, sum er serfrøðingur í fiski vinnu- búskapi og hevur verið ráð- gevi hjá fleiri stjórnum, hev ur greinað føroysku fiski vinnuna, og gjørt eitt up p skot um, hvussu vit skipa hana soleiðis, at hon kast ar sum mest av sær til alt samfelagið. Tað var Javn-að ar flokk- urin á Fólkatingi, sum í juni í fjør - í samráð við leiðslu floks ins - heitti á Trondsen um at gera hetta arbeiði. Úrslitið er rapportin "Fiski vinnan eftir 2018, av- bjóð ing ar og møguleikar". Umframt yvirskipaðu upp gávuna, settu vit Tor- birni Trondsen hesar ítøki- ligu spurningar: 1) Eru royndir í øðrum lond um, sum kunnu nýtast í Føroyum? 2) Er uppboðssøla av fiski døgum ella kvotum ein gongd leið til tess at áseta tilfeingisrentuna - og hvussu kundi ein slík upp boðs søla verið framd í verki? 3) Eiga vit at forða út- lendingum í at fáa atgongd til føroyska fiskivinnu gjøg- num eina uppboðssølu - og hvussu kann sleppast und- a n hesum? 4) Hvørja drívmegi hava reiðar ar til at gera íløgur, um teir ikki hava vissu fyri bæði veiðirættindum og til fein g isrentu í langa tíð fram yvir. 5) Verður yvirhøvur nak- ar kapitalur at gera íløgur fyri, um stóru yvirskotini í vinnu ni hvørva? 6) Vilja bankarnir fíggja nýggj skip, um óvissa er um rætt indini? 7) Fara nógvir fiskimenn brád liga at standa við ong- um arbeiði, um farið verður frá verandi skipan? Tórbjørn Trondsen legg- ur sjálvur høvuð s niður- støð ur nar fram í Østrøm á Skálatrø í Havn hóskvøldið kl. 19:30. Gjørt verður vart við, at talan er um eitt fak ligt arbeiði. Trondsen hev ur havt fríar teymar, og øll sjónar miðini ikki Javn að ar- floksins sjónar-mið.« Rapportin kann lesast her: http://www.jaf.fo/fiski- vinnan+eftir+2018.html Norskt uppskot um føroyska fiskivinnunýskipan