Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 TÍÐINDI Eirikur Lindenskov Leygardagin 21. februar var eitt lítið hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heine­sen á Varðagøtu 43 í Havn. Høvið var, at grunn­ ur­in Williamshús loksins er sett­ur á stovn. Endamál grunnsins er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listar­liga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Húsið verð­ ur bæði savn og lista­fólka­ bú­stað­ur eins og tað hevur verið í mong ár. Nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt sam­ starv, ið skal tryggja, at hús­ið verður rikið í rættari listar­ligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museu­ms frá 2013. Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnars­dótt­ir, Heðin Mortensen, Gunn­ar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen. – Nevndin hevur nógv góð hugskot til framtíðar brúk av hesum hugnaligu og serligu húsum, hetta fara vit iva­leyst at hoyra meira um seinni. Fyribils kunnu vit øll somul fegnast um, at grunn­urin Williamshús er vorð­in til veruleika, og at framtíðin hjá einum sonn­ um mentanarskatti í Havn á henda hátt er tryggj­að, skriv­ ar grunnurin í tíð­inda­skrivi. Hava stovnað grunn at reka hús Williams Ein grunnur skal nú umsita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen sambært altjóða museumslóg Eirikur Lindenskov – Kringvarp Føroya hevur eftir tilmæli frá Brúkara­ um­boð­num avgjørt at taka bein­leiðis lýsingarnar fyri vinn­ingum burtur úr send­ ingini Orrustan, sum er ein spurna­kapping í sjón­varpi­ num ætlað børnum millum 10 og 13 ár. Hesum boðar Brúkara­um­ boðið frá í morgun. Tað var Sosialurin, sum tók málið upp og spurdi kring­varpsstjóran, Dia Mid­ jord, hví Kringvarp Før­oya hevði beinleiðis handils­lýs­ ing­ar inni í eini barna­send­ ing. Men tað hevði Kring­varp­ ið ikki, segði Dia Midjord. Hann segði, at talan als ikki var um handilslýsingar, men hatta var bara fyri at vísa vinn­ingarnar. Men Brúkaraumboðið hev­ur ikki somu fatan av, hvat er ein lýsing, sum kring­varps­stjórin. Tí Brúk­ ara­um­boðið hevur mælt Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr send­ing­ini – og tað gjørdi Kring­varp­ið í gjárkvøldið. Brúkaraumboðið sigur, at eftir at ivi tók seg upp, um tað var brot á góðan mark­ nað­ar­føringssið at hava lýs­ ing­ar fyri vinningum inni í sendingini, spurdi Kring­ varp­ið seg fyri hjá Brúkara­ um­boðnum. – Brúkaraumboðið mælti Kring­varpinum til at taka lýs­ing­ar­nar úr sendingini, og Kringvarpið hevur avgjørt at fylgja tilmælinum, sigur Brúkara­umboðið. Í grund­gevingini hjá Brúkara­um­boðnum verð­ ur víst á lógina um kring­ varp, har sagt verður at greið­ur skil­nað­ur skal vera mill­um programm­inni­hald, kunn­gerð, lýsing og spon­ sor­er­ing. Víst verð­ur eisi­ ni til lógina um mark­nað­ ar­føring, sum hevur eina serliga grein, sum sigur, at marknaðarføring, sum vend­ir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góð­trún­ið hjá børnum og ung­um og teirra vantandi roynd­ir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja. Brúkaraumboðið vísir á, at tá lýsingar verða bornar fram, má ungi málbólkurin ikki vera í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýs­ing. Tað kann verða trupult hjá børnum og ungum at skyna á, um talan er um eina lýsing ella um programminnihald. Vísandi til kravið um skilnað millum pro­gramm­ inni­hald og lýs­ing­ar og til serligu vernd­ina, sum mark­ nað­ar­før­ings­lógin veit­ir børn­um, mælti Brúkara­um­ boð­ið Kring­varp­i­n­um at taka lýs­ing­ar­nar úr send­ing­ini, og um vinn­ing­ar eru í send­ ing­ini, so upp­lýsa um teir á stuttan og óheft­an hátt, har bert verð­ur upp­lýst um slag og til døm­is skap og ikki um veit­ar­ar og búmerki hjá teim­ um, sig­ur Brúkaraum­boð­ið. KRINGVARPIÐ TÓK LÝSINGAR ÚR BARNASENDING – Brúkaraumboðið mælti Kringvarpinum til at taka lýsingarnar úr barnasendingini »Orrusta«, og Kringvarpið hevur avgjørt at fylgja tilmælinum, sigur Brúkaraumboðið Zacharias Heinesen uttan fyri barnaheimið í Varðagøtu 43