Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr tinginum Um 14 dagar sleppur and­støð­ an í Løgtinginum at síggja uppskotini til ný­skip­an av fiskivinnuni, sum samgongan og lands­stýris­mað­urin við fiski­vinnu­málum lata gera í hesum døg­um. Hóast hesi boð frá lands­ stýrismanninum, so er onki, sum bendir á, at andstøðan fer at hjálpa samgonguni at samtykkja uoppskotini. Báðir formannirnir í stóru andstøðu flokkunum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen, javnaðarflokkrin, hava eins og Poul Michelsen, Framsókn, við meira ella minni klárum orðum boða frá, at sums tøðan er, so fara tey ikki at taka undir við samgongu upp­skotunum. Poul Michelsen, Framsókn, var rættuliga klárur á kjak­ fundinum í Klaksvík um fiskivinnuna. Hann boðaði frá, at Framsókn ynskir stórar og radikalar broytingar í fiskivinnuni. Bæði Aksel V. Johannesen, Javnðarflokkurin, og Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hava um­ framt tað teir søgdu í Klaks­ vík, í politisku viðmerk­ing­ um skorið út í papp, at teir eru ósamdir við lands­stýris­ mannin við vinnu­málum. Ósemjan er fyrst og fremst um, hvussu núver­ andi lógarverk um fiski­ vinnu skal umsitast, men í viðmerkingunum sæst eis­ini greitt, at teirra álit á lands­ stýrismannin ikki er serliga stórt. Ivasamt er eisini um Sjálv­ stýrisflokkurin fer at taka undir við einum uppskoti, sum samgonga sjálv hevur evnað til uttan andstøðuna. Hvat við samgonguni? Andstøðan hevur altso sagt rættuliga greitt, at utt­ an teirra greiðu ávirkan á ný­skipanina, so skal sam­ gongan ikki rokna við, at and­støðan tekur undir við uppskotunum. Í samgonguni sjálvari eru fleiri tingfólk eisini iva­som. Serliga er tað í sam­band­s­ flokkinum, at undirtøkan ikki er stór. Hóast tað, so kann sam­ gongan kortini atkvøða upp­skotini ígjøgnum, tí hóast tríggir tinglimir úr Sambandinum ikki atkvøða fyri, so eru kortini 17, sum kunnu bera uppskotini ígjøgnum. Okkurt bendir eisini á, at samgongan vil hava Sjálv­ stýrisflokkin við. Eydnast tað, so kunnu fýra limir úr Sambandsflokkinum at­ kvøða ímóti og nýskipanin kortini samtykkjast. Kemur hendan støðan í, so fer at standa nógv á løgmanni: vil hann, sum formaður Sambandsfloksins fara so langt, at hann veruleikanum býtir Sambandsflokkin í tveir partar? Árni Gregersen Tað dregur saman um til eina avgerð, um vit í hesum um­fari fáa eina nýggja fiski­ vinnuskipan – ella um alt fellur á gólvið og bíðar til eftir eitt løgtingsval. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum boðaði um vikuskiftið frá, at tað fara ikki at ganga meira enn 14 dagar til andstøðan fer at fáa eitt uppskot frá samgongunia t taka støðu til. Framvegis vil hann onki siga um, hvussu hetta upp­ skot fer at síggja út og hvørjar broytingar tað fer at leggja upp til. Andstøðan er framvegis ikki vitandi um, hvat tað fer at ganga út uppá og hon boð­ ar gjøgnum ymiskar kanalir frá, at uttan mun til, hvussu upppskotið sær út, so fer hon neyvan at taka undir við uppskotinum. Politikkur At skipa fyri einari nýskipan av fiskvinnuni hevur drigið so leingi út, at tað er sera torført hjá landsstýrinum at koma ígjøgnum politisku skipanina við einari broyting nú. Bert fáir mánaðir eru til vit undir øllum umstøðum skulu hava løgtingsval, Tí eru allir flokkar – bæði samgonga og andstøða – ógvuliga varnir við møguliga at gera eina hovsa-loysn her í vár. Fólkaflokkurin hevur lands­stýrismannin við fiski­ vinnumálum og er helst tann flokkurin, sum er klárastur at gera eina nýskipan, men sum tað liggur nú, so verður tað ein loysn, sum er eftir floksins politikki. Gamaní hava bæði umboð fyri Sambandsflokkin og Mið­ flokkin verið við til at kjakast um fiski­vinnupolitikkin og eru eisini komin til eit tslag av semju. Politiski trupulleikin hjá samgonguni er, at hetta kjak ongantíð er komið út til samlaðu tingmanningarnar. Serliga í Sam­bands­flokk­ inum er ósemja um, hvussu ein nýskipan skal síggja út, men leiðslan – tað vil siga floks­formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen og eitt ella tvey umboð fyri flokkin afturat – hevur enn ikki gjøgnumgingið ætlarnirnar um broytingar við samlaðu tingmanningina. Í kvøld er ein sambands­ fundur í Fuglafirði, sum eftir klokkan 20.30 er al­ mennur. Her fer Kaj Leo Holm Johannesen saman við Annfin Olsen, reiðara, at tosa um nýskipan av fiskivinnuni. Hvussu nógv formaður Sambandsfloksins alment fer at leggja fram er ivasamt, men nakað fer hann at avdúka. Fundur í morgin Orsøkin er, at sum ætlanirnar eru nú, so hevur tingbólkur Sambandsfloksins fund í morgin, har hjøvuðsmál á skránni júst er fiskivinnu­ nýskipanin. Á hesum fundi fer ein stórur partur av tingfólkinum at krevja at fáa at vita, hvat nýskipanin gongur út uppá. Tað kann ljóða sum flokk­urin ikki hevur ára­lag, men tað er eisini eitt klárt tekin um, at fiski­vinnu­ nýskipanin ikki innanfloks er nóg væl umrødd. Hetta er eisini eitt tekin um, at tingmanningin veit, at tey ikki í útgangsstøðinum eru samd um, hvat skal gerast. Tí vilja tey greitt vita, hvat tey sum hava samráðast við restina av samgonguni, eru gingin við til og hvussu ætlanin er hjá samgonguni, at ein nýskipan fer at síggja út. Útlitini Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, hevur sett arbeiðið í gongd at gera tey uppskot, sum skulu brúkast til at broyta núverandi skipanina. Landsstýrismaðurin hev­ ur sjálvur sitið í teimum samráðingum, sum hava verið í samgonguni um ný­ skipanina. Tí hevur hann sjálvandi biðið umsitingina gera upp­ skot, sum er í samsvar við tað sum semja – ella felags fatan – er um. Sjálvur er hann tættur sum fløskan um hvat ætlanin er. Á fundi um sama evnið í Klaksvík í seinastu viku legði landsstýrismaðurin út við at siga, at hann als ikki vildi siga nakað um, hvat er á veg. Valið nærkast, men bæði landsstýrismaðurin og løg­ maður hava sagt, at tað ikki er avgerandi, at nýskipanin verð­ur gjørd undan valin­ um. Teir siga báðir tó, at eydn­ ast tað ikki at fáa samtykt eina nýskipan áðrenn val­ ið, so er tað ikki nøkur van­ lukka. Góð tíð er til 2018 siga teir. Avgerð um nýskipan nærkast í stórum Neyvan nøkur semja millum andstøðu og samgongu um fiskivinnunýskipan – eisini órógv í samgonguni Andstøðan meldar frá til semju um nýskipan Verður ein nýskipan av fiskivinnuni borin gjøgnum Løgtingið, so verður tað uttan stóran part av andstøðuni Jacob Vestergaard lovar, at andstøðan nú verður boðsend Formaðurin í Sambandsflokkin fær eitt torført val í fiskivinnupolitikkinum