mánadagur 23. februar 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Kára á Rógvi til minnis
Tað vóru sorgarboð at fáa at
Kári á Rógvi ikki er millum
okkum longur.
Sólin sløknaði og tað bleiv
myrkt, tá eg fekk boðini, at
Kári var deyður. Hóast kunn
ug við sjúkralegu hansara, so
vóru vónirnar um, at hann
aftur kom fyri seg og tók upp
sín álitissess sum formaður í
nevndini í Fasta Gerðarrætti
enn ljóslivandi.
Sum nevndarumboð fyri
fakfeløgini á almenna ar
beiðsmarknaðinum í Fasta
Gerðarrætti havi eg haft
eitt tætt og gott samskifti
og samstarv við Kára, sum
fyrimyndarliga
røkti
for
mansstarv sítt. Kári hevur
verið formaður frá tí, at Fasti
Gerðarrættur varð settur á
stovn og til nú. Sáttmálin um
Fasta Gerðarrætt kom í gildi
1. apríl 2006, og var fyrsta
málið lagt fyri Fasta Gerðar
rætt 30. august 2006, og
fyrsti úrskurður var sagdur
30. januar 2007.
Kári hevur havt sera stór
an týdning fyri føroyskan
arbeiðsrætt. Kári var fortalari
fyri, at einstaki løntakarin
sjálvur skuldi royna síni mál
í geðarrættinum. Hann helt í
minni mun, at løgfrøðingar
skulu føra málini, tí tá hava
tey lyndi at flyta seg ov langt
burtur frá gerandisdegnum í
arbeiðslívinum. Fasti Gerðar
rættur var settur á stovn til
tess at skapa eina føroyska
skipan, har partarnir á ar
beiðsmarknaðinum í ein
um
óformellum
rættar
umhvørvi
kundu
loysa
arbeiðsmarknaðartrætur og
seinni eisini tulkingarósemj
ur.
Kári gekk ógvuliga høgt
upp í leiklutin sum nevnd
arformaður, og var hann
høvuðsfyriskipari av árligu
almennu
arbeiðsmarkn
aðardøgunum og skeiðum
í
arbeiðsmarknaðarrætti
fyri pørtunum. Hesi skeið
vóru ætlað at styrkja um
fatanina av arbeiðsmarkn
aðinumog teim skipanum,
sum hava týdning fyri ein
vælreguleraðan
arbeiðs
marknað. Kári var ein sera
góður undirvísari og var altíð
stuttligur og áhugverdur
at lurta eftir. Fyri Kára var
gerandisdagurin týdningar
miklari fyri frálæruna enn
tungi lógarteksturin.
Kári undirvísti á Fróð
skaparsetrinum, har fleiri
umboð fyri fakfeløgini á
almenna arbeiðsmarknaði
num hava luttikið á hansara
skeiðum um kollektivan ar
beiðsrætt og fyristingarlóg.
Kári skrivaði bøkur um
evnið og gav tí stirvna lógar
málinum nýggjan ham og eitt
serføroyskt snið. Hann var
altráður at deila sína vitan
við onnur og kom fegin inn
á gólvið at umrøða ymiskar
støður og at ráðgeva um iva
mál.
Í einari av bókum Kára
er ein tekning av einum
dinosauri, sum sonur hansara
hevur teknað. Kári fortaldi
stoltur um sonin, sum helt,
at ein dinosaurur sjálvandi
átti at vera við í bókini hjá
pápanum.
Við Kára blivu arbeiðs
rættur og fyristing áhugaverd
fyri fleiri, og hansara lætta
og stuttliga sinni gjørdi, at
sjálvt tann tunga løgfrøðin
varð minni torskild fyri van
lig fólk.
Ein oddviti í føroyskum
arbeiðsrætti er sløknaður.
Saknurin er ómetaliga stórur,
og plássið kemur at standa
tómt. Eg eri sera takksom
fyri at hava kent Kára.
Við djúpastu samkenslu
við Jóhonnu og børnunum.
Maud Wang Hansen
Forkvinna í Føroya
Pedagogfelag og
Nevndarlimur í Fasta
Gerðarrætti
Minningarorð um
okkara kæra bróður
Enok Borðá
f. 19. september 1960 – d. 23. februar 2014
Hóast
februar
mánaður
skjótt er um at vera úti, og
tað fer at ganga móti ljósari
tíðum, so kennast sorgin og
saknurin enn líka stór hjá
okkum, tí fyri júst einum ári
síðani, tann 23. februar, mistu
vit okkara kæra bróður,
Enok. Hann fekk álvarsama
sjúku, og eftir heilt stutta
sjúkralegu máttu vit ásanna,
at likam hansara ikki orkaði
meira, og andaðist hann bert
53 ára gamal.
Enok var yngstur av okk
um systkjunum, men kort
ini var tað hann, sum visti
allarmest um okkara ættar
bond, tí tað hevði hansara
stóra áhuga, og sagt varð,
at minni hevði hann sum
fáur. Hann kundi eisini tosa
um mangt ymiskt, eisini frá
gamlari tíð, sum honum var
fortalt.
Hann hevði stóran áhuga
fyri seyði og óførur bakka
maður. Tað var ikki so sjáld
an, at boð vóru eftir honum
at koma at taka seyð, sum
var komin í óføri.
Øll, sum kendu Enok,
vistu, at hann var ein still
førur og róligur maður; men
hann hevði eisini sína mein
ing og kundi siga til, tá ið
okkurt var, sum ikki hóvaði
honum.
At hann hevði nógvar
vinir, bóru mongu føðingar
dagarnir, sum hann helt,
boð um, tí tá vitjaði altíð ein
fjøld av fólki. Og tann stóri
skarin, sum fylgdi honum til
hansara seinasta hvíldarstað
her á fold, ber eisini boð um
tað sama.
Enok var ein kendur og
avhildin maður. Takk fái tit
øll, sum ríkaðu lív hansara.
Ein serlig tøkk til tín, Ruth,
sum bleiv kona hansara; men
tíverri untist tykkum bert fá
ár saman.
Við hesum orðum fara vit
bæði systkini at takka tær,
góði bróður, fyri alt, sum vit
hava havt saman við tær,
og minnast aftur á mangar
góðar løtur í okkara barna
heimi.
Vit lýsa frið yvir minnið
um okkara elskaða beiggja,
Enok.
Eg veit ein góðan
seyðamann,
og fylgi síni elskar hann;
tey teljast í mong túsundtal,
tó røktar hann øll líka væl.
Sólrun og Elvin