Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak ES-limaskapur. Stórir møguleikar - men tabu at tosa um... Sjúrður Skaale Tórsvøllur, 11. juni 2003. Før­ oyar spæla móti Týsklandi. Okkara fullsetta stadion er um at bresta av spenningi, tí sensatiónin er fá sekund burtur. 89 minuttir eru farnir, og tað er 0-0. Men so fellur, sum so ofta, sleggjan sum smildrar vónina:  Miroslav Klose skor­ ar fyri Týskland... Teir mongu føroysku áskoð­ararnir sótu sum slignir á nevið – men teir fáu týsku fegnaðustum at sleppa undan eyðmýkingini. Teirra millum var tann 18 ára gamli Christian Rebhan. Upplivingin kveikti hansara áhuga fyri Føroyum, og var ein orsøk til, at hann í fjør vardi eina doktararitgerð um ein lítið granskaðan spurning: Hvussu ber tað til at Føroyar– sum einasta land í Europa – framvegis standa heilt uttan fyri ES? Til tess at kunna lýsa hetta, gjørdi hann ikki mætari enn at læra seg føroyskt, og granska øll viðkomandi skjøl um spurningin – frá 1960’unum til í dag. Eg hitti hann í fjør – og beyð honum til Føroya, her hann týskvøldið í farnu viku helt fyrilestur um sína ritgerð. Loysing-samband skuggar fyri ”Tað er ein løgin støða at eg skal koma higar at tosa við tykkum um føroyskan politikk”, byrjaði Rebhan fyrilesturin. Men gløgt er gestsins eygað – og tað var frískligt at hoyra ein fyrilestur um ES og Føroyar, sum bygdi á fakta, og var púra leysur av føroyskum partapolitikki. Rebhan vísti á, at føroyska støðutakanin til ES í stóran mun hevur verið stýrd av einum heilt øðrum spurningi – nevniliga viðurskiftunum við Danmark. Tjóðveldisflokkurin valdi t.d. í síni tíð ta kós, sum førdi Føroyar sum longst burtur frá Danmark. Tá Danmark segði nei til EF (sum seinni bleiv til ES) og ja til EFTA, segði Tjóðveldisflokkurin tað øvuta: ja til EF, og nei til EFTA. Tá Danmark broytti støðu og segði ja til EF og nei til EFTA, segði Tjóðveldisflokkurin nei til EF og ja til EFTA. Aðrir flokkar høvdu hin­ vegin lyndi til at velja somu kós sum Danmark. Og í 1961 søgdu bæði Sambands- Javnaðar- Sjálvstýris- og Fólkaflokkurin ja til at fara inn í EF saman við Danmark. Men Danmark skuldi inn saman við Bretlandi, og tá Frakland legði veto móti bretskum limaskapi, rakti tað eisini Danmark. Tað var orsøkin til, at Føroyar ikki gjørdust partur av EF í 1961. Men seinni fekk EF sín fiskivinnupolitikk, og hann var orsøkin til, at Føroyar ikki fóru við, tá Danmark gjørdist partur av EF í 1973. Tá Føroyar í 1974 enda­ liga søgda nei takk, legði Atli Dam dent á, at Javn­ aðar­flokkurin ikki var ímóti EF. Orsøkin til ikki at fara inn var ”praktisk”, sum hann orðaði tað: Táverandi fiskivinnupolitikkur hjá EF hóskaði bara ikki til Føroyar. Og tá sambandið við Danmark kundi halda fram hóast londini valdu hvør sína leið í hesum stóra spurningi, var upplagt at halda seg uttanfyri. Men valið hjá Atla bygdi altso ikki á ideologiska mót­ støðu móti EF. Tað er eingin ivi um, at avgerðin í 1974 var røtt. Men er tað framvegis best at standa uttanfyri? Svarið er ið hvussu er ikki eitt líka greitt nei, sum tað var í 1974. Eg skal ikki endurgeva hvat Christian Rebhan segði; men nýta høvið at taka fram okkurt av tí, sum hann var inni á. Tí hetta eru viðurskifti, sum hava stóran týdning, men kortini liggja sum undir eini dýnu av tøgn – næstan sum eitt tabu. Broyttur fiski­ vinnupolikkur Tað fyrsta er, at fiski­ vinnu­politikkurin hjá ES er broyttur. Tá eitt land fer uppí ES, liggur rætturin at fiska í landsins havøki hjá teimum, sum hava fiskað har áður. Tí er lítil ivi um, at føroyingar framvegis høvdu havt eksklusivan rætt at fiska innan 200 fjórðingar. At vit sum ES-limir skuldu slept kravinum um at fiskurin – ella partur av honum – skal landast í Føroyum, er heldur ikki sannlíkt. Bretskur fiskur skal landast í Bretlandi – júst fyri at t.d. sponsk reiðarí ikki skulu føra hann til Spania. Við øðrum orðum: Høvuðs­ orsøkin til støðutakanina í 1974 er ikki longur galdandi. Tá tað snýr seg um fe­lags fiskastovnar – t.d. makrel og sild – høvdu vit ikki ver­ið sjálvstøðugur sam­ráð­ingar­ partur, men fingið okkara part av ES-kvotuni. Men hann hevði neyvan verið minni enn hann er í dag. Og hóast hann hevði minkað, hevði marknaðaratgongdin helst gjørt, at virði kortini hækkaði.  Vit høvdu heldur ikki longur gjørt egnar avtalur um fiskivinnu við til dømis Russland og Norra. Tað kundi verið ein vansi. Hinvegin høvdu vit fingið lut í teimum mongu fiskivinnuavtalum, sum ES hevur við onnur lond – og tær eru nógv fleiri enn okkara. Vit høvdu verið noydd at fylgt biologiskum tilráð­ing­ um um veiðitrýst neyvari, enn vit gera í dag. Men spurn­ ingurin er, um tað ikki eisini hevði verið ein búskaparligur fyrimunur... Vit høvdu kunnað selt allar okkara vørur tollfrítt til ES-marknaðin. Tað hevði gjørt, at ein partur av teirri virðisøking og teimum ar­ beiðsplássum, sum t.d. før­ oyskur makrelur nú skapar í ES, hevði kunnað ligið í Føroyum. Føroyskar fyritøkur høvdu ómakaleyst kunnað víðk­að sítt virksemi til ES, og tær kundu fingið alla ta arbeiðs­megi úr ES, sum teim­ um tørvar. Sum er draga vit sera fáar útlendskar íløgur til Føroya (um hugt verður burtur frá teimum pengum, sum gjøgnum duldar kanalir koma inn í fiskivinnuna). Vóru vit í ES er lítil ivi um, at tað hevði verið nógv meiri lokkandi hjá fyritøkum í ES at gjørt íløgur í Føroyum. Vit høvdu ikki kunnað forðað útlendingum í at gjørt íløgur í okkara høvuðsvinnu – men tað kunnu vit heldur ikki í dag. Og við eini al­ mennari tilfeingisbúð hevði føroyski ognarrætturin jú altíð verið vardur kortini. Vit høvdu fingið at­gongd til fleiri stuðuls- og menn­ ingargrunnar, hvørs endamál er at styrkja smá mál, smáar mentanir og útjaðaran í Europa. Hvussu nógv størv kostar tað? Tað eru sjálvsagt fleiri iva­ mál og fleiri vansar við lima­ skapi. Og okkara handils­ avtala er heldur ikki so galin í løtuni. Vit eru við í ES- granskingarsamstarvi. Og vit fáa ES pass um vit vilja (og tað vilja næstan øll). Men eingin kann siga, at ES-limaskapur búskaparliga hevði verið ein vansi fyri Føroyar. Mest sannlíkt er, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur. Við øðrum orðum: At tað kostar – og kostar nógv – at standa uttanfyri. Sambært Dansk Industri eru 500.000 størv í Danmark beinleiðis treytað av ES-lima­ skapinum. Okkara búskapur klárar langt ífrá at skapa størv til alla arbeiðsmegina. Hvussu nógv størv man tað kosta okkum atstanda uttan fyri ES? Og hví tosa vit ikki ein gang um møguleikan fyri at fara innum? Orsøkin er uttan iva – enn sum áður – viðurskiftini við Danmark. Hetta skuggar fyri tí orðaskifti um praktiskar fyrimunir og vansar, sum vit áttu at havt. Forðar loysingini Vit vilja heldur standa uttan­ fyri, enn at fara inn gjøgnum limaskap Danmarkar. Heldur velja Danmark frá, enn at velja nýggjar møguleikar. Vit velja heldur einki at gera, enn at gera sum 28 onnur lond – um altso Danmark er eitt av teimum 28 londunum... So ella so tykist tað sum um, at vit bíða eftir loysingini. Tað hava vit gjørt í eina løtu. Og tað fara vit helst at gera í eina løtu afturat. Og tað heilt absurda er, at verandi støða í veruleikanum helst eisini forðar fyri, at loysingin kann fremjast. Før­oyar kunnu nevniliga illa loysa frá ríkisfelagsskapinum, uttan fyrst at vera partur av onkrum øðrum, størri høpi – og hvat skal tað vera annað enn ES? Men um onkur somikið sum nevnir møguleikan at fara inn í ES í verandi ríkis­ rættarligu støðu, kemur svar­ ið straks: Vit skulu ALDR­IN inn sum partur av Dan­mark! Men tað veruliga vera so høpisleyst, at vit eru uttan fyri ES, tí vit eru partur av ríkisfelagsskapinum - og at vit verða verandi partur av ríkisfelagsskapinum, tí vit eru uttan fyri ES? Kanska skuldu vit gjørt sum Atli Dam í 1974: Lagt ideo­ logiina til viks og tikið støðu eftir, hvat reint praktiskt og búskaparliga var best fyri Føroyar og føroyingar. Tað er ið hvussu er áhuga­ vert at lesa eina viðgerð av hesum spurningi, sum hvørki er litað av ideologi ella partapolitikki. Ein slík er Phd-ritgerðin hjá Christian Rebhan. Hon kemur út um stutta tíð, og verður eisini at fáa í Føroyum. Tað kostar okkum nógv, at Føroyar standa einsamallar uttan fyri ES. Men vit ikki so mikið sum tosa um tað. Tí var frískligt at hoyra ein týskara hugleiða um spurningin týsdagin  Sjúrður Skaale Í dag er stórt tema um hand­ilin millum Føroyar og Russ­land í The Wall Street Journal – ein av heimsins størstu fjølmiðlum. Tosað verður m.a. við út­ flytarar, og stjórin í Bakka­ frosti, Regin Jacobsen, leggur dent á, at Føroyar reint polit­ iskt mugu ansa eftir ikki at fara solo: “Mr. Jacobsen, the Bakka­ frost CEO, has said the Russian embargo allowed his company to build up a new customer base and to demand higher prices—but even he voiced concern about actively seeking to boost the Faeroes’ business with Russia during the Ukraine conflict.” Í eini varligari útsøgn, sum helst er ein tilsiping til tær tær katastrofalu polit­ isku útmeldingarnar hjá løg­ manni í málinum, har hann – vegna allar føroyingar – hevur tikið frástøðu frá vestur­heimsins royndum at steðga teirri óhugnaligu fram­ferðini hjá Putin, sigur stjórin á Bakkafrosti: “If we speak out, we should speak out as a part of the West”. Men Kaj Leo ger greitt, at Føroyar IKKI skulu tosa við somu tungu sum vestur­ heimurin: Mr. Johannesen, who became prime minister in 2008, makes no apology for his actions. Asked about Mr. Jacobsen’s criticism, he shot back: “If he should speak as part of the West, then he would not export a kilo to Russia.” Løgmaður letur altso ong­ an iva vera: Vit skulu venda okkum frá vestur­heiminum, tí tað gevur pengar í kassan. Hetta er – milt sagt! – ikki gott fyri okkara umdømi! Løgmaður skaðar umdømi Føroya Er okkara meining og okkara ábyrgd til sølu fyri pengar?