Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast kjak Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Nýggjar inntøkur í milliardaklassanum til føroyska sam fe­ lagið kunnu fáast burt ur úr tí, sum Før oyar í dag fiska og út flyta. Treytin er, at atgongdin til europeiska marknaðin gerst fríari, og at fyritøkur tí kunnu leggja seg eftir virðisøking við at tilvirka fiskin, sum í dag fyri størstan part verður seldur óvirkaður, tvs. heilur ella sum flak. Hetta er ein høvuðstáttur í ein ari nýggjari analysu, sum Sam bands­ flokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt. Stór perspektiv Útflutningsvirði Føroya er methøgt, uppi á uml. seks milliardum krónum. Sjálvur havi eg tó aftur og aftur havt á lofti, at potentialið í fiskivinnuni eigur at vera munandi størri, og nýggja analysan dokumenterar, at so er. Konservativt mett kann føroyski fiskaútflutningurin tvífaldast og harvið økjast upp í 12 milliardir krónur – væl at merkja við somu nøgd um sum nú. Búskaparliga og vinnuliga eru perspektivini ómetaliga áhugaverd – ikki minst nú, ið politisku flokkarnir tala um at nýskipa fiskivinnuna. Holland og Danmark fáa meira burtur úr fiskinum Bogi Eliasen, cand.scient.pol., ar­ beiðir í hesum døgum – vegna Sam­ bandsflokkin á Christiansborg – við einari greining, ið skal geva eina mynd av, hvussu føroyska fiskivinnan kann skipast í framtíðini. Hetta arbeiðið verður liðugt í næstum, og analysan av útflutn ings­ virðinum, sum eg nevni í hesi grein, er partur av tí arbeiðinum. Føroyar verða í analysuni sam an­ bornar við Holland og Danmark, og samanberingin er sera forvitnislig. Tað vísir seg, at hóast hollendska havøkið bert er uml. ein fjórðing av tí føroyska, og sjálvt um hollendingar í nøgd fiska ein triðing minni enn før oyingar, so hevur hollendski fiskaútflutningurin tríggjar ferðir størri virði enn tann føroyski! Og hóast danska havøkið ikki røkkur helvtina av tí føroyska, og sjálvt um føroyingar fiska størri nøgdir enn danir, so útflytir Danmark fisk fyri eitt virði, ið er hálva fjórðu ferðir størri enn útflutningsvirði Føroya! Bert hesi fáu fakta benda á, at vit í Føroyum fáa alt, alt ov lítið burtur úr fiskatilfeinginum. Ella sagt øðrvísi: meiri má kunna fáast burturúr her hjá okkum. Her eru nøkur av teimum for­ vitnisligu lyklatølunum í sam an­ beringini millum Holland, Danmark og Føroyar: Sí talvu 1 Keypa nógvan fisk til útflutnings Lyklatølini í talvuni siga søguna um, at Føroyar tíverri eru eftirbátur og forvinna ov lítið sammett við Holland og Danmark. Í 2013 útfluttu Holland og Danmark fyri ávíkavist 19,5 og 21,5 mia. kr., með­ an fiskivinnutjóðin Føroyar – við sínum stóra fiskiríkidømi og havøki – útflutti fyri 5,8 mia. kr. Hví fáa Holland og Danmark so væl burturúr búskaparliga? Týðandi partur av frágreiðingini er, at londini eru við í evropeiska frí­ handilsøkinum. Har er lønandi hjá hollendingum og dønum at virka fiskin og soleiðis skapa eitt meirvirði, umframt arbeiðspláss og fleiri skatta­ inntøkur til statskassarnar. Bæði Holland og Danmark inn­ flyta fisk – við lágum ella ongum tolli – til virkingar, og síðani útflyta londini virðisøkt – og tollfrí – produkt til kundar í øðrum europeiskum londum. Uml. 25 prosent av fiskaútflutningi Hollands eru framleidd úr hollendskt veiddum fiski, og hini 75 prosentini eru úr innfluttum fiski. Danska søgan líkist teirri hol­ lendsku, tí innflutti fiskurin fyllir nógv í framleiðsluni og harvið eisini í meirvirðinum, ið fæst burturúr, tá selt verður á ES­marknaðinum. Dan mark innflytur t.d. nógvan fisk úr Noreg, Grønlandi, Íslandi og Før­ oy um. Eyðsæð er, at serliga Holland hev­ ur fyrimun av at verða ein depil fyri vøruflutning í Europa og heiminum. Rávøra ella meir­ viðgjørd vøra? Í Føroyum útflyta vit góð 85 prosent av fiskinum heilan ella sum flak. Sostatt eru Føroyar framvegis – og hava verið tað líka síðani 1800­árini – rávøruleverandørur til Europa. Í Hollandi eru uml. 37 prosent av útflutninginum tilvirkað vøra, og í Danmark er á leið helvtin av fiska­ útflutninginum vøra, ið er tilvirkað. Her er tað, at hini bæði londini fara framum, tí munur er á prísi. Donsku tølini vísa, at meðal­ prísurin á ikki­tilvirkaðari vøru er kr. 19,68 pr. kilo. Tilgjørd vøra afturímóti hevur ein miðalprís á kr. 42,21 pr. kilo. Í báðum førum er talan um fisk til matnað. Vinnufyritøkurnar í báðum londunum kunnu arbeiða við at menna nýggjar vørur, tí tær vita, at tollfrí atgongd er til allan ES markn­ aðin. Tølini vísa tí eisini, at 85 prosent av danska útflutninginum av fiski fer á ES­marknaðin. Soleiðis tvífalda vit útflutningsvirði Føroya Øll analysan vísir, at størsti meinbogi og forðing fyri menning av føroysku fiskivinnuni er tann manglandi ella mangulfulla atgongdin til europeiska marknaðin. Tá ES­tollmúrurin er niðurlagaður ella heilt burtur, fer tað veruliga at løna seg at tilvirka fiskavørur í Før­ oyum. Eitt dømi um hetta er, at ein føroysk fyritøka longu hevur keypt eitt virki í Týsklandi – innan fyri tillmúrin – so tilvirking kann gerast har heldur enn í Føroyum. Lat okkum tó til stuttleika taka fram konservativu metingina í ana lys uni, ið tekur støði í, at hand­ ils viðurskiftini við ES batna, so at føroyskar fyritøkur koma í líknandi støðu sum hollendskar og danskar. Talvan niðriundir vísir, at tá hollendsku og donsku tølini verða sett í ein føroyskan samanhang, klára Føroyar at økja virðið á sínum út flutningi munandi. Konservativt seta vit føroysku útflutningsnøgdina at verða 400.000 tons, og vit seta danska miðal kiloprísin á, við teirri fortreyt, at helvtin av fiskinum verður seldur tilvirkaður og helvtin ótilvirkaður. Miðalprísurin í 2013 var 42,21 kr. fyri tilvirkaðar vørur og fyri ótilvirkaðar var hann 19,68 kr. pr kilo. Undir hesum umstøðum hevði útflutningsvirðið sæð soleiðis út: Sí talvu 2 Vit síggja í talvuni, at um Før oy­ ar høvdu tilvirkað helvtina av fisk­ inum, so meira enn tvífaldast út­ flutningsvirðið! Alt upp á land í Føroyum Her má tað týdningarmikla leggjast afturat, at tølini omanfyri eru bert grundað á tann fiskin, ið føroyingar sjálvir fiska. Her má tað týdningarmikla leggj­ ast afturat, at tølini omanfyri eru bert grundað á tann fiskin, ið føroyingar sjálvir fiska. Afturat hesum kemur møguleikin at keypa fisk, tilvirka hann og selja hann víðari inn á europeiska mark­ naðin – líka sum hollendingar og danir gera. Treytin er tó alla tíðina, at Føroyar hava somu atgongd til marknaðin sum t.d. Holland og Danmark. Hetta fer at seta Føroyar í ta hepnu støðu sum fyrsta havn í Europa, í Útnorði. Tá fáa vit útnyttað geo graf­ isku støðuna, tí Føroyar liggja væl fyri á siglingarleiðum, og møguleikin at gerast ein tilfeingisdepil er til staðar. Alt fiskatilfeingi, sum Føroyar eiga, má upp á land her hjá okkum, og fiskurin skal tilvirkast munandi meira enn í dag. Fiskivinnureformur: vit mugu hugsa um samfelagið Føroyar Orsøkin til at Sambandsflokkurin á Christiansborg velur at al­ manna kunngera analysuna um út­ flutningsvirðið júst nú, er m.a., at politisku flokkarnir í hesum døg um tala saman um at nýskipa fiski vinn­ una. Mær tykir, at møguleikarnir í hesi analysuni – hetta, at virðið á fiskaeksportinum í øllum førum kann tvífaldast – má vera grundarlagið undir fiskivinnureforminum. Man kann spyrja: nyttar tað nakað at tingast um fiskidagar, kvotur, til­ feingisgjald og uppboðssølu, um vit ikki frammanundan greitt siga, hvat ið samfelagið Føroyar vil við fiski­ vinn uni? Her er so ómetaliga sjónligt, at marknaðaratgongdin er avgerandi, og tað er ikki smáting at taka avgerðir um eitt meirvirði á seks milliardir krónur. Fram um alt má ein fiski vinnu­ reformur vera til gagns fyri Føroya land og alt samfelagið her hjá okkum. Føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosial­liberalum politikki, har ið ein frí vinna í rímiligan mun er við til at fíggja rakstur og vælferð í land­ in um. Samanum tikið síggja vit, at nýggjar inntøkur í milliarda klass­ anum til føroyska samfelagið kunnu fáast burtur, og hetta eigur at vera útgangsstøðið fyri tilrættaleggingina av fiskivinnuni í framtíðini. Føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga mett – økjast upp í 12 milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, og fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur. Tað vísir ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt Havøkið Fiskað í egnum havøki Virðið á útflutninginum í 2013 Holland 63.912 km2 391.198 tons1 (2012) Kr. 19,5 mia.2 Danmark 107.579 km2 536.220 tons (2012) kr. 21,5 mia. Føroyar 269.886 km2 606.700 tons3 (2013) 417.011 tons (2012) Kr. 5,8 mia. Kr 5 mia. (2012) Ótilvirkað Tilvirkað Nøgd 200.000 tons 200.000 tons DKK pr. kg 19,68 42,21 Virði í DKK 3,9 milliardir kr. 8,4 milliardir kr. Virðið á føroyska útflutninginum kann meira enn tvífaldast Føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga mett – økjast upp í 12 milliardir krónur, um handilsviðurskiftini við Europasamveldið gerast fríari, og fyritøkur fara at framleiða og útflyta tilvirkaðar fiskavørur. Tað vísir ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt