mánadagur 23. februar 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vestergaard vardi egnan
politikk við skeivleikum!
Aksel V. Johannesen
Týskvøldið var Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður, í
sjónvarpsstovuni.
Tíverri
bar landsstýrismaðurin nógv
fram, sum ikki er rætt. Um
kjakið skal byggja á fakta er
tí neyðugt at koma við nøkr
um rættingum og viðmerk
ingum.
1: Løgtingið ikki
samtykt sølu av
veiðiloyvum
Fyrsti skeivleikin snýr seg
um sølu av veiðiloyvum.
Landsstýrismaðurin
segði,
at løgtingið í 1998 samtykti
eina broyting í lógini um
vinnuligan fiskiskap. Hend
an broytingin skuldi geva
heimild til, at fiskidagar,
kvotur og veiðiloyvi kundu
seljast frítt.
Hetta er heilt einfalt
ikki rætt. Lógarbroytingin,
Vestergaard sipar til, fevndi
ikki um sølu av veiðiloyvum,
men einans um sølu av døg
um og kvotum.
2: Vinnunevndin
ikki samd
Jacob Vestergaard bar eis
ini fram, at talan var um
tilmæli frá einari samdari
Vinnunevnd. Tað er heldur
ikki rætt. Umboð frá Javn
aðarflokkinum, saman við
øðrum andstøðuumboðum
mælti løgtinginum staðiliga
frá, at samtykkja uppskotið
frá Fólkaflokkinum.
3: Løgtingið var ikki
samt um umsetiligheit
Hanus Samró, løgtingslimur,
sigur harumframt í lesara
brævi, at allir flokkar á Løg
tingið hava tikið undir við
umsetiligheit av kvotum,
fiskidøgum og veiðiloyvum.
Men Løgtingið hevur ong
antíð samtykt, at veiðiloyvi
skulu verða umsetilig.
Tað er heldur ikki rætt, at
eitt samt Løgting hevur sam
tykt, at kvotur og fiskidagar
kunnu umsetast. Tann broyt
ingin varð samtykt av einum
einsamøllum
samgongu
meiriluta við 17 tingfólkum.
Javnaðarflokkurin var ein
av fleiri flokkum sum ikki
atkvøddi fyri uppskotinum.
4: Makrelbýtið kann
saktans broytast
Landsstýrismaðurin var eis
ini beinleiðis spurdur, um
tað er í lagið, at skip, sum ikki
sjálvi fiska makrel, men selja
kvotuna víðari, framhaldandi
skulu
fáa
makrelkvotu.
Landsstýrismaðurin
svar
aði, at hann ikki uttan víð
ari kann broyta býtið frá
ári til ár. Hetta er skeivt.
Landsstýrismaðurin hevur
fyrr broytt býtið frá ári til ár.
Og býtið kann broytast, so
leingi onki endaligt býtið er
gjørt av makrelinum.
So tá skip, sum ikki
fiska makrel, allíkavæl fáa
makrelkvotu, so er orsøkin,
at landsstýrismaðurin vil
hava tað at vera so.
Tí tað er onki, ið forðar
fyri, at hetta verður broytt.
5: Skal útlendski
kapitalurin ikki
rinda skatt?
Landsstýrismaðurin
vardi
eisini reiðarí við útlendskum
kapitali, sum ongantíð hava
goldið skatt til føroyska sam
felagið. Vestergaard segði
“,hava 700 fólk í arbeiði, rind
aðu 300 mió. kr. Í lønum,
keypa vørur og tænastur
fyri 300 mió. kr., og alt hettar
skapar búskap í Føroyum”.
Alt gott um hetta, men
hetta kann ikki vera undan
førsla fyri, at tey ikki skulu
rinda skatt!
Hava føroyskar fyritøkur
ikki eisini nógv fólk í arbeiði?
Rinda føroyskar fyritøkur
ikki eisini lønir? Keypa før
oyskar fyritøkur ikki eisini
vørur og tænastur? Og skapa
føroyskar
fyritøkur
ikki
eisini búskap í Føroyum? Hví
skulu tær rinda skatt, um tað
er í lagið, at útlendski kapi
talurin ikki ger tað?
6: Makrelurin ER
politiskt býttur
Løgtingsins umboðsmaður
hevur kannað makrelbýtið
fyri 2012. Niðurstøðan varð
millum annað, at sølan av
makrelkvotuni
hjá
línu
skipum var ólóglig.
Altso:
Landsstýrismað
urin hevur umsitið í stríð
við lógina. Hetta hendi við
góðari hjálp frá fyrisitingini í
Fiskivinnumálaráðnum. Hon
ráðgav nevniliga advokatum,
sum umboðaðu privatar fyri
tøkur.
Umboðsmaðurin
segði
eisini
í
niðurstøðuni,
at
ábendingar vóru um, at talan
var um eitt politiskt býti.
Altso at politikarar velja,
hvør fær hvat. Hetta er bæði
í stríð við góðan fyrisitingar
sið og møguliga eisini brot á
Stýrisskipanarlógina.
Landsstýrismaðurin helt
tó fast um, at býtið bygdi
á fyrisitingarligar lógligar
og sakligar grundgevingar,
og talan ikki var um eitt
politiskt býti. Hann hevði
tó onki skjal ella notat, sum
stuðlaði hansara útsøgn.
Harafturímóti vísur frá
greiðingin (og skjølini, ið
Umboðsmaðurin
hevur
fingið innlit í) at talan júst
var um eitt politiskt býti.
Her eru nøkur brot úr innan
hýsis samskiftinum í fiski
málaráðnum:
Teldupostur frá umsit
ingini til Jacob Vestergaard,
29. mars 2012: »Talan er um
eitt upprit, sum skal lýsa tær
niðurstøður, sum politiski
myndugleikin
(tú
saman
við politiska fylgibólkinum)
hevur tikið um, hvussu fiski
skapurin skal skipast«
Teldupostur
frá
aðal
stjóranum til sína umsiting,
27.
apríl
2012:
»Politiski
fylgibólkurin – MAKREL –
hevur havt fund í dag. Við
merkingarnar til kunngerðina
eru hesar: Nótskip 56.000
tons broytt til 55.000 tons.
Bólkurin ”flakatrolarar og
verksmiðjuskip” 9.000 tons
verður býttur í 2: Flaka
trolarar 4000 tons og verk
smiðjuskip 6000 tons”«
8. Juni 2012 sendi lands
stýrismaðurin sjálvur eitt tíð
indaskriv út. Hann skrivar:
»Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
hevur,
við luttøku av politiskum
fylgibólki, fingið semju um
høvuðsásetingarnar í lógar
upppskotinum
og
kunn
gerðini. Spurningurin um
býtið av makrelkvotuni, lut
tøku, avgjald og umskiping
fingu serstaka viðgerð í polit
iska fylgibólkinum.«
So tá landsstýrismaðurin
í
sjónvarpsstovuni
sigur,
at talan ikki var um eitt
politiskt býti, og at niður
støðan hjá Løgtingsins um
boðsmanni er skeiv, ja, so
bendir alt á at hann fer lætt
um sannleikan.
7: Tað hjálpir ikki øll
um, at nøkur verða rík
Landsstýrismaðurin
verjir
eina skipan, har ovurstór
náttúrvirðir verða útlutað
til nøkur fá – ókeypis. Hesi
kunnu so selja fiskirætt
indini víðari fyri millióna
upphæddir.
Landsstýrismaðurin
og
hansara flokkur arbeiða fyri
eini skipan, har ríkidømið
savnast á fáum hondum.
Sambært Vestergaard fáa
hesar fáu vinnufyritøkurnar
soleiðis styrki til at gera
íløgur í nýtt virksemi, sum
skal skapa arbeiðspláss og
á tann hátt koma øllum til
góðar.
Hetta er ein kend politisk
teori, sum kallast »trickle
down«, og sum hevur myndað
samfelagið í USA seinastu 30
árini. Hugsanin er, at um tað
regnar á prest, dryppar tað
helst eisini á dekn.
Men hugsan og veruleiki
sampakka
ikki
altíð.
Í
USA er úrslitið, at færri
arbeiðspláss eru skapt, og
búskaparvøksturin
hev
ur verið lægri í USA enn í
Norðanlondum. Mest ræð
andi er tó, at 400 tey ríkastu
fólkini í USA eiga 10.000
milliardir krónur, meðan 47
milliónir amerikanar liva
undir hungursmarkinum og
hava ikki ráð at keypa mat.
Tíbetur eiga vit í Føroyum
fólk, sum hava dirvi, vilja og
vágafýsni til at fara undir
vinnuligt viksemi og gera
stórar íløgur. Uttan tey hevði
verið illa statt í Føroyum.
Men at savna alt vinnuligt
virksemi og ríkidømi á fá
um hondum, skapar tað
arbeiðspláss? Er tað gott fyri
meiniga føroyingin? Er tað
best fyri landskassan?
Fólkaflokkurin sigur ja,
men hagtølini siga nei. Fyri
10 árum síðani arbeiddu 5000
føroyingar í fiskivinnuni – í
dag er bert helvtin eftir. Talið
av føroyingum, sum liva í
fátækraváða er vaksandi.
Gjógvin millum rík og fátøk
veksur. Heilsuverkið bløðir,
tí pengar vanta í. Og Lands
kassin hevur dundrandi hall
eftir fýra ár við Fólkaflokk
inum, hóast rentan er metlág,
oljuprísirnir
eru
fallandi,
laksaprísirnir eru methøgir
og tilfeingisnøgdirnar eru
metstórar.
Tá er okkurt galið. Okkurt
kundi verið gjørt betri.
8: Rangt og rætt
Vit hava djørv, vágafús og
viljasterk
vinnulívsfólk
í
Føroyum. Vit hava framúr
góða arbeiðsmegi. Og vit
prógva aftur og aftur, at
vit vilja hjálpa hvør øðrum.
Hetta eru eginleikar, sum
eiga at fáa fríar ræsur og
góðar, stabilar karmar.
Tí er tað skeivt, at bara
nøkur fá fáa ágóðan av okk
ara tilfeingi. Tað er skeivt, at
politikarar velja, hvør fær
hvat. Tað er skeivt, at summi
sleppa undan at rinda skatt.
Landstýrismaðurin
kemur
við undanførslum, fer lætt
um sannleikan og gevur øðr
um skuldina fyri, at skipanin
er, sum hon er.
Vestergaard tosar rangt
til frama fyri fá, heldur enn
at handla rætt til frama fyri
flest.
Hvussu leingi skal tað
halda á?
kjak
Jacob Vestergaard sá fattur út í sjónvarpinum. Men øll verjan av hansara politikki bygdi á skeivleikar.
eblaðið
sos.fo