mánadagur 23. februar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Aling á sjónum hevur eina
ávísa dálking við sær, sum
kann
ávirka
umhvørvið.
Dálkingin stavar eitt nú frá
fóðuri og skarni. Fóður, sum
ikki verður etið og skarn
frá fiskinum, søkkur niður
á botn, har tað kann hópast
upp. Harafturat kemur ein
ávís dálking frá heilivági og
evnum, sum verða brúkt til
at viðgera aliútgerðina.
Tað sigur Umhvørvisstov
an, sum hevur umhvørvis
góðkent aling á Gøtuvík. Víst
verður á, at kopar, sum ofta
verður brúkt í samband við
impregnering av alinótum,
kann hópast upp við tað, at
flakar av impregnering við
tíðini detta av nótunum.
- Í góðkenningini er ser
ligur dentur lagdur á, at
tey evni, sum verða brúkt í
alivirkseminum, ikki hava
árin á umhvørvið. Í góðkenn
ingini eru eitt nú settar treyt
ir um, at alifelagið ger reglu
ligar kanningar av botninum
undir aliringunum, og at
alifelagið skal taka atlit til
úrslitini av botnkanningun
um í síni framtíðar aliætlan.
Umhvørvisstovan vísir á,
at um dálkingin verður ov
stór, kann forboð setast fyri
at seta fisk út aftur á stað
num.
Kærumøguleiki
Á
heimasíðuni
hjá
Um
hvørvisstovuni kann lesast
neyvari um almennu góð
kenningina av alivirksemi
num í Gøtuvík og víst verð
ur eisini á, at tey, ið hava
kærurætt,
kunnu
kæra
umhvørvisgóðkenningina
til landsstýrismannin í um
hvørvismálum.
- Kærurætt hava tey, sum
avgerðin hevur ein serstak
an, beinleiðis og persónliga
týdning
fyri,
sigur
Um
hvørvisstovan.
Aling hevur ávísa dálking við sær
Dómari við fleygastong
Mikukvøldið fer
bólkurin fyri tey, ið
hava ella hava havt
móðurmerkjakrabba,
at hittast til prát og
hugnaliga samveru
á Grønlandsvegi 58 í
Havn.
Vilmund Jacobsen
Gamal
náti
er
góður
døgurðamatur, men hann
skal helst kókast leingi, áðr
enn hann verður rímiliga
moyrur og góður.
Henda dagin, viðhefta
mynd er tikin, eru tað
Jógvan Thomsen, stjóri á
Fjarskiftiseftirlitinum og
Søren Holm Seerup, dómari,
sum eru við fleygastongini
á Stiðjabarmi í Nólsoy.
Stiðjabarmur er berg
eystantil á norðrara parti
av oynni.
Dagurin royndist einki
serligur í tali av náta, men
heilt sørir vóru teir kortini
ikki, og ivaleyst fingu teir
báðir ein góðan túr.
Til stuttleikar kunnu
vit nevna, at Søren Holm
Seerup, sum er hálvur
nólsoyingur, var dómari
í rættar-málinum millum
Jørgen Niclasen og tey fýra
tíðindafólkini hjá ávikavist
Kringvarpinum og Portali
num.
Málið var til viðgerðar í
Føroya Rætti mánadagin,
týsdagin og mikudagin í
síðstu viku, og ætlandi fell
ur dómur í rættarmálinum
um tveir dagar.
Fleiri myndir eru at
síggja á facebook-síðuni -
Nólsoy í myndum.
Umhvørvisstovan hevur
nú givið alingini á Gøtuvík
umhvørvisgóðkenning
Anne Dorte í
Vestmanna
Vilmund Jacobsen
Flaggdagin 25. apríl
verður kenda danska
sangkvinnan,
Anne
Dorte Michelsen, við á
tiltakinum 4 Stjørnur
í ítróttarhøllini í Vest
manna. Aftrat Anne
Dorte, fara eisini Lena
Andersen, Greta Svabo
Bech og Ester Kristian
sen at luttaka. Lena
hevur seinastu mongu
árini ríkað føroyskt
tónleikalív, og Greta
er ikki minni kend við
sínum tónleiki. Esther,
sum er 22 ára gomul,
er hinvegin rímiliga
nýggj á føroyska tón
leikapallinum.
Anne
Dorte Michelsen er eitt
nú kend frá bólkinum
Tøsedrengene og løg
ini, sum hon og teir eru
kend fyri, eru mong í
tali. Tiltakið 4 Stjørnur
varð fyrstu ferð hildið
í 2012, og tá vóru eisini
fýra kvinnur á palli, og
tær sungu fyri fullum
húsi.
Mánadagin og týsdagin 1. og 2. juni fáa Klaksvíkin
og Tvøroyri forvitnisliga vitjan, tá ferðamannaskipið
Saga Pearl II vitjar. Skipið er bygt í Hamburg í
1981. Saga Pearl II er 164,3 metrar langt og
22,6 metrar breitt. Mesta ferðin er 21,4 sjómíl.
Tað er ikki so
vanligt longur
at síggja menn
fleyga gamlan
náta, men tað
kemur meira
enn so fyri á
plássum, har
menn plagdu at
ganga á fleyg
Søren Holm Seerup, dómarin í rættarmálinum
millum Jørgen Niclasen og fýra tíðindafólk,
við fleygastong í Nólsoy.
Mynd: Jógvan Thomsen
- Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum verða brúkt í alivirkseminum, ikki hava árin
á umhvørvið, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur umhvørvisgóðkent aling á Gøtuvík.
Mynd: Vilmund Jacobsen