mánadagur 23. februar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
Vilmund Jacobsen
Í farnu viku stóðst kjak av, at
Gjaldstovan bjóðar eitt KT -
verkætlanarleiðarastarv út á
keyps-portalinum.
- Vit fegnast um, at Gjald
stovan útveitir uppgávur
og samstundis lýsir tørvin
á høgt kvalifiseraðum fólki
innan KT. Førleiki er í vinnu
ni at bjóða seg fram - at gera
strategi fyri talgilding av al
mennu tænastunum.
KT-felagið vísir á, at vit í
Føroyum eru eftirbátar, tá
ræður um talgilding av al
menna sektorinum.
- Vit arbeiða fyri áhuga
málunum hjá KT-fyritøk
unum í Føroyum, og vit eru
ivaleys í, at KT- vinnan eigur
at veita sítt týdningarmikla
íkast at gera tað almenna
effektivari og betri.
Felagið vísir á, at nevnda
ítøkiliga útboð ber brá av
eini starvsetan heldur enn
veiting av eini tænastu.
- Hetta er tó neyvan ein
forðing fyri, at KT-fyritøkur
kunnu bóða seg fram til hesa
uppgávu.
Í KT-felagnum halda tey,
at førleikar trívast og menn
ast best í fyritøkunum, har
fólk ofta arbeiða í toymum,
sum fevna um breiðari før
leikar, enn ein einstakur per
sónur megnar.
- Freistin at lata boð inn
til Gjaldstovuna er í dag 23.
Februar, vísir KT-felagið á.
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir koma inn at
landa, sum vikan gongur.
Fiskiskapurin eftir upsa er
heldur betri nú.
Tveir djúpvatnstrolarar
fiska upsa undir Føroyum
og koma helst inn at landa
fyrst í vikuni - og ein djúp
vatnstrolari fiskar djúp
vatnsfisk og landar niðri.
Magnus Heinason ger
ymiskar
kanningar
og
kemur helst at landa mið
skeiðis í vikuni. Restin av
djúpvatnstrolarunum ligg
ja við bryggju.
Allir teir smáu trolbátar
nir lógu inni um vikuskiftið
og fara út aftur, tá veðrið
batnar.
Fýra djúpvatnstrolarar
eru á Flemish Kap og fiska
tosk. Tríggir frysta fiskin
umborð, meðan fjórði trol
arin ísar.
Eitt partrolarapar er
eisini á Flemish Kap. Fisk
urin verður ísaður umborð,
men skipini koma neyvan
heim at landa hesa vikuna.
Á Fiskamarknaði Før
oya vita tey eisini at siga,
at fiskiskapurin hjá garna
skipum á svartkalvaveiði er
smáligur.
- Vit fegnast um, at Gjaldstovan útveitir
uppgávur og samstundis lýsir tørvin á høgt
kvalifiseraðum fólki innan KT, sigur KT-felagið
Dansa í Skótahúsinum
17. og 18. mars verður
dansiskeið í skótahúsinum
við Løkin. Skeiðið er fyri
øll dansiáhugað, bæði
fyri ung, nýbyrjarar og
vandar dansarar.
KT-felagið fegnast
um eftirspurningin
Trolarar eru á
Flemish Kap
Reiðarafelagið
fyri Farmaskip
hevur havt
aðalfund. Fyri vali
stóðu Jens Mein
hard Rasmussen,
formaður, Rúni V.
Poulsen og Gunn
bjørn Joensen,
sum allir tóku við
afturvali
Vilmund Jacobsen
Bara eitt línuskip var til
fiskiskap undir Føroyum
og eitt undir Íslandi, tá
Fiskamarknaður Føroya
fríggjadagin gjørdi sínar
metingar fyri hesa viku
na. Hesi bæði skipini
koma væntandi inn at
landa síðst í hesi vikuni og
hava mest av toski, hýsu
og longu.
Ísfiskalínuskipið Váða
steinur, sum er á seinna
túrinum á Flemish Kap,
verður væntandi heima í
Føroyum við lastini seinni
í hesi vikuni. Veiðan hjá
Váðasteini er toskur.
Tey trý frystilínuskip
ini, Klakkur, Kambur og
Eivind, sum fóru yvir á
Flemish Kap fyrst í hesum
árinum og sum eisini hava
landað har yviri, verða
væntandi heima aftur
í Føroyum við frystum
fiski um eina viku ella so.
Á Fiskamarknaði Før
oya vistu tey fríggjadagin
at siga, at fleiri línuskip
hava ligið við bryggju,
men væntandi loystu onk
ur skip um vikuskiftið, og
Sosialurin kann leggja
aftrat, at ætlandi loysir
Sandshavið í dag.
Um útlitini til útróður
hesa vikuna, visti Fiska
marknaður
Føroya
at
siga, at streymurin verður
harður fyrst í vikuni,
men batn-ar, sum vikan
gongur.
- Veðrið verður um
skiftandi, og væntandi
verður nakað av útróðri,
verður lagt aftrat.
Heim við
toski av
Flemish
Kap
Nú línuskipini at kalla eru
liðug við sína kvotu á Flemish
Kap, eru trolarar farnir
yvir at fiska sína kvotu
- At útboðið hjá Gjaldsstovuni ber brá av eini starvsetan heldur enn
veiting av eini tænastu er tó neyvan ein forðing fyri, at KT-fyritøkur
kunnu bóða seg fram til hesa uppgávu, sigur KT-felagiðw
Øll veiðan, sum føroysk skip fiska á Flemish Kap, er toskur