Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Kærumálið um unga mál­ verjan bar við sær, at Kyndil leyp bukk um Neistan á stiga­talvuni. Hetta kundi Neisti rætta, tá tær í gjár tóku ímóti StÍF, og tær bláu greiddu sína skyldu uttan stór­vegis hóvasták. Tíggju mál vóru á muni, tá dysturin var av, og tyrggi sigurin gav Neistanum møgu­leika at geva øllum spæl­arum fitt av spælitíð, eins og onkrir taktiskir variant­ar eisini vórðu test­ aðir. Í Klaksvík var VB á vitjan. Undan dystinum stóð greitt, at Claus Rasmussen ikki long­ur verður venjari hjá VB, men hetta nervaði ikki sigurin. Egil Steintórsson hevði nú ábyrgdina av liðnum, og hann kundi staðfesta, at VB á degnum var munandi betri enn Stjørnan, sum tó royndi at bíta frá sær. Komandi dystirnar skal VB á heimavølli spæla móti teim­um trimum, sum liggja oman­fyri á stigatalvuni. Hvussu langt hetta kann lyfta liðið, er trupult at meta um, og undir øllum um­støð­ um tykist talan vera um sera dýr stig, sum VB hevur mist á Skála. Men tríggir sigrar í hesum dystum kunnu bera við sær, at kapprenningin um fremstu plássini verður mun­andi tættari, enn hon annars hevur verið. jakup@sosialurin.fo Atlantic Airways-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 VÍF 16 12 - 0 - 4 443 378 65 24 2 Kyndil 17 11 - 1 - 5 391 345 46 23 3 H71 16 10 - 1 - 5 400 346 54 21 4 Neistin 18 8 - 2 - 8 449 476 -27 18 5 KÍF 16 7 - 1 - 8 419 425 -6 15 6 StÍF 17 4 - 1 - 12 422 460 -38 9 7 Team Klaksvík 16 3 - 0 - 13 357 451 -94 6 Hvonn-deildin d v - j - t + mál -mál málmunur stig 1 Neistin 17 13 - 1 - 3 484 326 158 27 2 Kyndil 17 12 - 2 - 3 418 315 103 26 3 VÍF 16 11 - 0 - 5 456 345 111 22 4 VB 16 9 - 1 - 6 418 340 78 19 5 StÍF 17 7 - 0 - 10 387 364 23 14 6 Stjørnan 17 4 - 0 - 13 321 446 -125 8 7 Søljan 16 0 - 0 - 16 157 505 -348 0 ítróttur hondbóltur Neistin togar seg uppeftir Favo­ rittarnir vunnu FM-finalan er nakað langt burtur, men spæligleðin er framvegis í hæddini hjá Neistanum, sum sunnudagin vann móti StÍF Bæði Neistin og VB greiddu sínar skyldur, tá tey um viku­ skiftið spældu móti ávíkavist StÍF og Stjørnuni Neistin - StÍF 31-28 (16-18) Neistin - StÍF 31-21 (16-9) Stjørnan - VB 22-27 (8-16) Jákup Mørk Besta mansliðið hjá Neistanum hevur stóran part av árinum verið í einum slag av ongamannalandi í lands­kappingini. Í steypa­ kapp­ingini eydnaðist tó lið­ num at spæla seg fram til finaluna, og tað tykist, sum er spæligleðin á liðnum væl og virðiliga intakt. Sunnudagin tók Neistin móti StÍF, og eydnaðist heima­liðnum at vinna, hóast tað í løtum stóð nógv á. Strandingarnir vóru teir stinnaru undan steðginum. Teir løgdu fyri sum eitt óløgi, og hóast tað eydnaðist Neistanum at toga seg aftur í dystin, so vóru tað gestirnir, sum høvdu størra yvirskotið, tá farið varð inn til hálvleiks. Hetta broyttist tó full­ komulia eftir steðgin. Nú var tað Neistin, sum leyp avstað, og tað eydnaðist teimum at vinna sær eina leiðslu upp á 3 mál. Leiðslan varð tó tveitt burtur, og bara fimm min­ uttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum. Men vertirnir áttu betra endaspurtin. Teir vunnu hesa seinastu løtuna 5-2, og so kundu teir fegnast um tvey stig afturat. Myndir: Álvur Haraldsen