mánadagur 23. februar 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
ítróttur
flogbóltur
Eikligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 TB
10
9
1
28
8
20
26
2 KÍF
9
5
4
19
15
4
16
3 SÍ
9
5
4
21
17
4
15
4 Fleyr
9
5
4
19
16
3
15
5 Dráttur
8
3
5
16
19
-3
11
6 Mjølnir
9
4
5
14
19
-5
10
7 ÍF
8
0
8
1
24
-23
0
Eikligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
8
7
1
22
4
18
21
2 Fleyr
9
5
4
19
14
5
16
3 SÍ
9
5
4
17
16
1
14
4 Mjølnir
8
0
8
0
24
-24
0
KÍF - Dráttur 3-2 (25-22, 25-19, 17-25, 23-25, 15-7)
ÍF - TB 0-3 (12-25, 23-25, 18-25)
Mjølnir - Fleyr 1-3 (25-23, 23-25, 18-25, 17-25)
TB - SÍ 3-1 (23-25, 25-20, 25-16, 25-14)
ÍF - SÍ 3-0 (25-19, 25-15, 25-16)
Fleyr - SÍ 3-1 (25-20, 25-23, 25-27, 25-22)
TB og ÍF fótaðu sær
Tapandi steypafinalistarnir fyri eini viku síðani vístu um vikuskiftið,
at nú er tað Eikligan, tað snýr seg um, tí bæði TB-kvinnurnar og ÍF-
menninir vunnu – í seinna førinum enntá við revansju í finaluendurtøku
Hilmar Jan Hansen
Størstu dystir á árinum eru
steypafinalurnar,
og
øll
lið leggja nógv fyri, so tey
kunnu vinna sær pláss har.
Soleiðis var eisini í ár, men
eitt sindur óvæntað vóru tað
ikki favorittarnir, ið vunnu
finalurnar, men í staðin lið
ini, ið »kundu gera tað« – so
leiðis sum serfrøðingarnir
mettu undan finalunum.
Um vikuskiftið var ein
vika liðin, síðani kvinnurnar
hjá TB máttu lúta fyri teim
um hjá Drátti í einum sera
spennandi
fimmsettara,
men TB fekk í øllum førum
staðfest, at liðið hevur fótað
sær, tí í tveimum dystum
um vikuskiftið fekk TB fulla
úrtøku í Eikliguni hjá kvinn
um.
Fyrst við á útivølli leygar
dagin at vinna 3-0 á ÍF,
og síðani við á heimavølli
sunnudagin at vinna 3-1 á SÍ.
Við øðrum orðum hevði TB
rist skelkin av sær, sum tveir
av teimum síðstu trimum
dystunum høvdu verið, tí
fyrst tapti TB fyri Drátti í
landskappingini og síðani
eisini í steypakappingini.
Hinvegin
megnaði
Dráttur ikki at halda stílin, tá
liðið var á vitjan í Kollafirði,
tí har vísti KÍF seg at hava
styrki og áræði til at vinna –
og tað enntá í einum spenn
andi fimmsettara, har KÍF tó
í fimta setti fekk sett tingini
upp á pláss.
Í fjórða kvinnudystinum
um vikuskiftið var Fleyr á
vitjan í Klaksvík, men megn
aði at vinna ein tryggan
sigur, eftir at Mjølnir tó
hevði vunnið fyrsta sett.
Finaluendurtøka
Hjá monnunum vóru hesa
ferð tveir dystir, og annar av
teimum var ein rein endur
tøka av steypafinaluni, tí
í høllini á Kambsdali tók
ÍF leygardagin ímóti SÍ og
gjørdi slætt borð. Í steypa
finaluni máttu fimm sett til,
áðrenn SÍ streyk avstað við
sigrinum, men hesaferð vóru
fuglfirðingar náðileysir og
sannførandi, so teir smurdu
SÍ av 3-0.
Og sá tað út til, at hetta
ikki var nakað serligt viku
skifti hjá sørvingum, so bleiv
tað lítið mætari í gjár, tá teir
vóru í Havn og spældu ímóti
Fleyr, tí tað bleiv til enn eitt
tap. Hesaferð tó ikki við ein
um nulli, tí í dystinum vann
SÍ triðja sett, men mátti tó
samanlagt lúta 3-1.
ÍF og Mjølnir, sum eru
ávikavist fremst og aftast í
Eikliguni hjá monnum, eiga
ein sínamillum dyst á.
hilmarjan@sosialurin.fo
Dráttur, sum eina viku frammanundan vann steypafinaluna hjá kvinnum, kom niður á jørðina aftur leygardagin, tá tað endaði við tapi fyri KÍF í einum spennandi fimmsettara í Kollafirði
Myndir: Álvur Haraldsen