Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Heri Simonsen Klaksvík, Århus og Bergen. Í øllum trimum førum er talan um tann næststørsta býin í landinum. Í Klaksvík, Århus og Bergen er samleikin sterk­ ur, og lokalpatriotiski andin er eisini sterkur. Í Bergen taka fólk ofta til: – Eg eri ikki norðmaður, eg eri bergens­ari. Sterka kærleikan fyri heim­staðnum kenna vit eisini í Klaksvík, og í Århus tvíhaldi tey, at tey eru »býur smílsins«, also býurin, har fólk hava tað framúr gott. Klaks­vík, Århus og Bergen royna eisini at geva høvuðs­støð­unum, Tórs­ havn, Keyp­manna­havn og Oslo eitt mót­spæl á mangan hátt. Jaliga líkjast Klaksvík, Århus og Bergen á mangan hátt. Tó stríð­ast hesir næst­ størstu býirnir við sama trupuleika. Í fót­bólti er vorðið langt ímill­um snaps­ ir­nar í teimum næst­størstu býunum í Føroyum, Dan­ mark og í Noregi. Gongur einki í fótbólti Bæði í Klaksvík, Århus og Bergen ganga fólk eina­stand­ andi høgt uppí besta mans­ lið­ið í fótbólti. SK Brann – Sportsklubben Brann – stovn­settur 26. september í 1908 er tað ítróttarfelagið í Noregi, sum hevur størst upp­bakkning, og væl tey størstu áskoðaratølini. So­leiðis hevur verið í mong, mong ár. Men hóast hesa risa­stóru undirtøkuna í tí mest lokalpatriotiska bý­num í Noregi, so hevur Brann bara vunnið norska meistara­heiti í mansfótbólti á trim­um sinnum. Felagið vann norska meistara­heiti ár um ár, í 1962 og aftur í 1963. Men eftir hetta gingu heili 44 ár, áðrenn felagið vann meistara­heiti aftur í 2007. Og í fjør gekk reint galið. Brann flutti niður í næst­bestu fót­ bólts­deildina, og sorg var í øllum Bergens-økinum. Tað eydnaðist annars Brann í teimum seinastu um­før­unum at toga seg upp á trið­aftasta plássið í tippu­ lig­uni, og harvið tryggja sær rættin at spæla tveir upp- og niðurflytingardystir ímóti minni kenda liðnum, Mjøndalen. 18.000 fólk møttu á Brann leikvøllinum til fyrra dystin, sum endaði við javn­leiki 1-1. Vøllurin hjá Mjøndalen varð fullsettur við 2.500 fólkum til seinna dystin, har tað lítla felagið spældi fyri sínum møguleika, og sendi Brann heim til Bergen við einum 3-0 – samlaðum 4-1 – tapi. Saml­ aða úrslitið merkti, at Brann fyri fyrstu ferð í 27 ár má spæla í næstbestu fót­bólts­ deildini, meðan Mjøndalen fyri fyrstu ferð í 24 ár aftur er at finna í bestu norsku fót­ bólts­deildini. Í norsku steypakappingini gongur ikki nógv frægari hjá Brann. Brann hevur vunnið norsku steypakappingina á seks sinnum. Tó er seinasti sigurin at finna afturi í 2004. Ikki nógv at smílast um Hóast tey nevna seg »Smilets by« í Århus, so er ikki nógv at smílast um, tá tað kemur til fótbóltsflaggskipið í bý­num, AGF – Århus Gymnastik­ for­ening – sum er millum tey elstu ítróttarfeløgini í norður­londum. AGF er stovnað í tí harrans ári 1880, og hevur sostatt heili 135 ár á baki. Heimavøllurin NRGi Park hevur pláss fyri yvir 20.000 áskoðarum, og sigast má, at fótbóltsflaggskipið í næst­størsta býi Danmarkar fær góðan stuðul í mun til úrslitini á leikvøllinum, tí í mun til fólkatalið og um­ støð­urnar, eru úrslitini sera vána­lig. AGF hevur ikki vunnið tað danska meistaraheitið í 29 ár. Seinastu gullkrónurnar vóru hongdar um hálsin á AGF-arum afturi í 1986. Vit skulu heilt aftur til 1997 fyri at finna eitt AGF- lið við heiðurskrónum um hálsin. AGF vann bronsu­ krón­ur í super­liguni í 1997, og síðani tá er einki metal vunn­ið. Seinast AGF vann donsku steypakappingina var í 1996. Í hesi øldini hevur verið bølamyrkt við framburði í AGF, og seinastu 10 árini hevur felagið upplivað stóru Mynstrið er tað sama í teimum næststørstu býunum í Føroyum, Danmark og Noregi. Áhugin fyri besta mansliðnum í fótbólti er stórur, men úrslitini standa ikki heilt í mát við tann stóra áhugan Næststørst men ikki í mansfótbólti TEMA AGF flytur niður Brann Bergen viðhaldsfólk syrgja