Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Eisini galið hjá øðrum næststørstu býum TEMA Tað er ikki bara í teimum næststørstu býunum í Føroyum, Danmark og í Noregi, at tað gongur illa hjá teimum bestu mansliðunum í fótbólti Heri Simonsen Í Onglandi er Birmingham næst­størstu býurin. Birming­ ham City hevur hvørki vunn­ið FA Cup ella enska meistara­heiti í 140 ára longu søgu felagsins. Liðið er nú at finna í næstbestu deildini. Tó hevur liðið av illum vunnið lítlu steypa­kappingina – Liga Cup – á tveimum sinnum, sein­ast í 2011. Hitt kenda liðið í Birmingham, Aston Villa hevur ikki vunnið enska meistaraheiti, síðani 1981. Seinast liðið vann FA Cup steypakappingina var afturi í 1957, og seinast Aston Villa vann Liga Cup steypa­kapp­ ingina var í 1996. Á Akureyri í Íslandi klára tey at kappast við Reykjavík á nógvum økjum, tó ikki í fót­bólti. Liðini á Akureyri, KA og Phór hava eina bleika fót­bólts­ søgu. KA vann sítt einasta meistaraheiti í 1989, og Phór hevur til góðar at vinna ís­ lendska meistaraheiti í fót­ bólti, sum kappast hevur verið um, síðani 1912. heris@sosialurin.fo Trivnaðurin er tengdur at KÍ Erna Solberg og Sissel Kyrkjebø stuðla Brann »Bamse« stuðlaði AGF til tað síðsta Jógvan við Keldu, sum í mong ár var borgarstjóri í Klaks­vík, og eisini sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Norð­oya valdømi, tók mang­an til, tá hann var borg­ar­stjóri í Klaksvík hvussu tað merktist í bý­ num, tá tað gekk væl hjá KÍ. – Gongur tað væl hjá KÍ, so gongur tað væl hjá Klaksvík, plagdi Jógvan við Keldu at taka til. Í sendingini »Triði Hálv­leikur«, sum hevur verið send sunnudagar á Rás2 seinastu seks árini merkist eisini týðuliga, um KÍ er í einum góðum stima. Liggur KÍ væl fyri í lands­kapp­ingini streyma sms'ini inn til sendingina. Í 2010, tá KÍ spældi í næst­ bestu deildini merkt­ist tað týðuliga á talunum av sms'um, at KÍ og tess mongu fjepp­arar ikki vóru í bestu fót­bólts­deild­ini hetta árið. Í 2011 vóru aftur væl fleiri sms í »Triðja Hálv­leiki«, tí tá var KÍ aftur at finna í fremstu fót­bólts­ deildini. heris@sosialurin.fo Aston Villa hevur ikki vunnið síðani 1981 Kendastu fjeppurnar hjá Brann Bergen eru norski for­sætismálaráðharrin, Erna Solberg, og tann heims­ kenda sang­kvinnan, Sissel Kyrkjebø. Til norsku steypa­ final­una, sum var leikt 23. november í fjør á Ullevaal leikvøllinum í Oslo varð Erna Solberg boðin við, sum norsk­ur for­sætis­ráð­harri. Hóast steypa­finalan varð millum Molde og Odd Grenland, og hóast Brann Bergen hevði mist plássið í bestu norsku fótbólts­deild­ ini, so møtti Erna Solberg til steypa­finaluni við einum Brann Bergen turriklæði, fyri at undirstrika sín stuðul til felagið í heimbýnum. Øll í familjuni hjá Sissel Kyrkjebø í Bergen eru ovurhonds íðin Brann Bergen viðhaldsfólk. Sissel Kyrkjebø var tí sera hørm um, at Brann flutti niður í næstbestu norsku fót­bólts­deildina í fjør. Mað­ urin hjá Sissel Kyrkjebø, Ernst Ravnaas er fyrrverandi høvuðs­eigari av fyrrverandi liðnum hjá Toda Jónssyni, Start Kristiansand, so hon og maðurin hava nógv góð prát um tippuligafótbólt. Sissel Kyrkjebø hevur tó til góðar at syngja inn ein sang fyri Brann Bergen. Erna Solberg stuðlar Brann Fólkakæri danski sangarin, Flemming »Bamse« Jørgensen, sum livdi millum 1947 og 2011 stuðlaði AGF til tað síðsta. Bamse vaks upp í Viby uttanfyri Århus, og dreingja­árini spældi hann við AGF. Hann bleiv góður við felagið, og var ein tann ídnasti stuðulin hjá AGF til sín doyggjandi dag. Um hann ikki var á konsert­ferð, so var hann til hvønn heima­ dyst hjá AGF, óannsæð um teir lógu fremst ella aftast á stigatalvuni, ella um teir spældu í næstbestu deild­ ini. Hann royndi at stuðla eyka nógv, tá tað gekk minni væl á vøllinum. Í 1986 spældi Bamse inn AGF-sangin »De hvii e fra Fredensvang« saman við Thomas Helmig. Hesi farnu 29 árini er sangurin spældur hvørja ferð AGF-spælararnir renna inn á vøllin til ein dyst á heimavølli. Tá Bamse brádliga 1. januar í 2011 syrgdu mong í danska konga­rík­inum, tó var sorgin sjón­ligast í Århus, og serliga í AGF. Í AGF er Bamse ein tann størsta hetjan í søgu felags­ins. Á myndini sæst Bamse saman við AGF-spæl­ arunum, klárur at spæla inn sangin frá 1986. heris@sosialurin.fo