Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 ítróttur fótbóltur Dómararnir fáa nú spreydós Føroyskir fótbóltsdómarar fáa nýtt amboð til Effodeildina í ár. Spreyið, sum skal hjálpa til at fjarstøðan millum bólt og múr verður vird í frísparksstøðum, verður nú tikið í nýtslu Pætur Albinus Tað eftir hondini væl­kenda spreyið, sum fót­bólts­dóm­ arar brúka kring heimin, kemur nú eisini til før­ oyskan fótbólt. Spreyið, sum bleiv væl kent eftir HM- enda­spæl­ið síðsta summar, hevur síðani verið partur fleiri heim­ligum kappingum um­framt evropeiskum kapp­ ing­um sum Europa League og Champions League. FSF hevur tikið avgerð um, at spreydósin nú eis­ini verður partur av am­boð­ unum hjá føroyskum fót­ bólts­dóm­arum. Spreyið varð roynt í Stórsteypadystinum í gjár og verður annars tikið alment í nýtslu 1. umfar í Effo­deildini komandi sunnu­ dag. Um spreyið Spreyið kallast 9.15 Vanishing Spray. Talan er um eitt serligt sprey, sum verð­ur sprænt á vøllin fyri at av­merkja hvar fríspørk skulu takast og hvar múrurin skal standa. Endamálið er, at hvørki bóltur ella múrur flytir seg meðan dómarin ikki hyggur at. Tað er í av­ger­ andi frísparksstøðum tætt við málið, at dómarin tekur spreydósina, sum hongur í stuttbuksunum, í nýtslu. Spreyið hvørvur eftir lítl­ ari løtu og tað eru umleið 20 metrar av spreyi í hvørjari dós. Gerst dósin tóm, hevur 4. dómarin eina eyka, og er 4. dómari ikki til dystin, hevur eini hjálpardómarin eina eyka. Afturboðanir Spreydósin hevur sum nevnt verið partur av fleiri kapp­ ingum uttanlands tað sein­ asta árið ella so, og FSF hevði, undan avgerðini um at taka tað í nýtslu, spurt seg fyri hvussu hetta spreyið riggar. – Fyrsti kennskapur til tað var tá ið eg sá tað undir HM, og síðani hevur tað verið umrøtt í ymiskum saman­ hang­um. Allastaðni, har vit, sum varða av døming, hava verið, hava vit fingið góðar aftur­boðanir um, at hetta er eitt sera gott amboð at brúka har frísparksstøður eru og skotið verður beinleiðis á mál. Sagt á annan hátt, har múrur verður stillaður nær við mál­inum. Áður sóu vit, at múrurin flutti seg nærri enn 9,15m-fjarstøðunatá ið dóm­ arin hugdi burt. Nú skuldi verið trygd fyri, at teir ikki fara um fjarstøðuna, sum dómarin hevur mett, sigur Lassin Isaksen, dómara­leið­ ari hjá FSF, og leggur afturat, at spreyið ikki fer at ávirka leik­ararnar. – Teir skulu bara virða strikna, bæði har bólturin liggur og múrurin stendur. Annars er mannagongdin ikki broytt viðvíkjandi 9.15m-fjarstøðu, múr o.a., sigur Lassin. Royndu tað Føroysku fótbólts­dómarar­ nir hava verið á árliga úr­ mæl­ingaskeiðnum hetta viku­skiftið, og sum partur av skeiðnum fingu teir frálæru í hvussu spreyið skal nýtast. Teir sluppu at royna tað á Tórsvølli leygardagin. Dagin eftir, tað vil siga í gjár, slapp Eiler Rasmussen sum fyrsti føroyski dómarin at royna spreyið. Hetta var í stórsteypadystinum ímillum B36 og Víking. Gongdin í dyst­inum vildi tað tó soleiðis, at tað einans varð brúkt í ein­ ari frísparksstøðu. Helst sleppa fótbólts­ føroyar at síggja meiri til spreyið longu komandi sunnu­dag, tá ið Effodeildin verður sparkað í gongd. albinus@sosialurin.fo Eiler Rasmussen slapp sum fyrsti føroyski dómari at royna spreyið, í stórsteypadystinum sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen