Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Trygvi Askham Sá lítið skilagóður út í fyrsta málinum og tók einki í brots­sparks­kappingini. Nógvu bjargingarnar undir trýsti fáa hann upp á miðal. 3 Høgni Eysturoy Álopskendur, bjóðaði av og fekk eitt mál. Kundi farið yvir miðal, men í verjustøðu rann hann íðan ofta aftaná. 1 Hørður Askham Spældi væl í 54 minuttir, men oyðilegði tað upp á eitt sekund. Misti høvdið og missir byrjanina upp á kappingarárið í Effodeildini. 3 Odmar Færø Ruddaði ikki burtur í fyrsta málinum, men svaraði væl aftur við avgjørdum verjuspæli. Kom eisini á máltalvuna. 3 Jónas Tór Næs Óvant pláss á vinstra bakki. Fekk eina trupla byrjan, men spældi seg upp og avrikið má samanumtikið metast sum miðal. 3 Jákup á Borg Eisini liðskiparin fekk ivasama byrjan og misti tveir bóltar tíðliga, men eisini hann spældi seg upp aftur og endar á miðal. 3 Andrias Eriksen Líkt er til, at hann er tann útvaldi at fylla skógvarnar hjá Klæminti Matras. Enn undir upplæring, men henda dystin spældi hann væl. 3 Róaldur Jakobsen Vit hava ofta sæð meiri frá Róaldi, sum í nógva viðvindinum kundi roynt kanónina oftari. Einki, sum hálar upp ella niður. 2 Hans Pauli Samuelsen Ikki ein av teimum best uppløgdu. Tað kom ikki nógv kreativt frá hansara fótum og hann misti ov nógvar bóltar. 4 Lukasz Cieslewicz Ein av teimum frægastu á vøllinum. Átti ein avgerandi fót í málunum til bæði 2-1 og 3-2. 2 Ibrahima Camara Kropssterkur, men tekniskt stóð hann seg ikki mát í hesum dystinum. Vánaligar temjingar og nakrir mistir bóltar. spælarameting Pætur Albinus Líkindini til fótbólt sunnu­ dagin vóru als ikki av teim­ um bestu. Kuldi, vindur og váta­slettingur við einum hálum vølli førdi við sær, at dyst­urin varð fluttur av Ovara Vølli yvir á Tórsvøll. Her var vøllurin frægari, men tað kom at merkjast í dyst­inum, at leikarar høvdu ilt við at standa á beinunum. B36 mátti vera ein smá­ skaddan Alex Mellemgaard fyri uttan, og í hansara staði spældi nýliga tilkomni lands­liðsleikarin, Jónas Tór Næs. Hjá Víkingi var Erling D. Jacobsen ikki við, og tað bland­aði seg soleiðis, at Súni Olsen avloysti hann í mið­verjuni saman við Atla Gregersen. Spældir vórðu tvær ferðir 40 minuttir. Skjót mál Víkingur byrjaði dystin við at liggja ógvuliga frammaliga á vøllinum, og tað lønaði seg alt fyri eitt. Hóast bara lítið meiri enn ein minuttur var farin, so var nýggi høgri bakk­urin hjá Víkingi, Gert Hansen, longu komin heilt niðan ímóti baklinjuni, hað­ ani hann sendi eitt innlegg inn­fyri. Odmar Færø fekk ikki ruddað burt, og tað fekk B36-málverjin, Trygvi Askham, heldur ikki, og inn­ leggið fekk tískil frið at sigla allan vegin í málið til 1-0 til Víking. Bara tríggjar minuttir seinni svaraði B36 aftur. Eftir hornasparksinnlegg var Odmar Færø fyrstur á bólt­inum og stútaði hann inn við nærmari stong til 1-1. Eftir útjavnandi málið tók B36 yvir. Spælið var stund­um frálíkt og minti um eyka­sýn­ ingar av meistara­spæl­inum frá í fjør. B36 legði seg á odda 2-1 tá ið 20 minuttir vóru leiktir. Víkinga-verjan varð fangað langt frammi á vøllinum, og eftir frálíka inn-um-spæling varð Lukasz Cieslewicz send­ur púra leysur mótvegis mál­inum. Hann legði bóltin tvørt­urum til Róald Jakobsen, sum var runnin hon­um til hjálpar og lættliga kundi seta bóltin í málið til 2-1 til B36. Føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr Víkingi stóðu fyri góðum undirhaldi, tá ið Stórsteypadysturin var á Tórsvølli í gjár. Heili seks mál, eitt reytt kort og brotssparkskapping var millum innihaldið í hesum vælgerandi dystinum, sum Víkingur at enda kundi krýnast vinnari av Sjáldsama undir­haldandi stór­steypa­ dystur 50.000 til Fountainhúsið Áskoðarainntøkurnar frá stórsteypadystinum hesaferð vóru umleið 20.000 krónur, og hesaferð er tað Fountainhúsið, sum fær ágóðan. Børge P. Hansen frá Lions Club, ið skipar fyri dystinum saman við FSF, boðar frá, at teir leggja 30.000 krónur afturat í puljuna og harvið lata tilsamans 50.000 krónur til Fountainhúsið. (2-2) 3-3 0-1: Gert Hansen, 2. 1-1: Odmar Færø, 5. 2-1: Róaldur Jakobsen, 20. 2-2: Sámal Jákup Joensen, 39. 3-2: Høgni Eysturoy, 59. 3-3: Finnur Justinussen, 62. Brotsspørk 3-5 eftir brotssparkskapping 0-1: Súni Olsen 1-1: Róaldur Jakobsen 1-2: Hanus Jacobsen 2-2: Benjamin Heinesen 2-3: Sølvi Vatnhamar 2-3: Árni G. Nielsen misnýtir 2-4: Finnur Justinussen 3-4: Høgni Eysturoy 3-5: Atli Gregersen Dómari: Eiler Rasmussen 1 til 6