Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 ítróttur fótbóltur Eitt gott tiltak á níggjunda ári. Fótbóltsliga ein góð aðalroynd hjá feløgunum til kappingarárið, samstundis sum at áskoðarainntøkurnar fara til vælgerandi endamál. Upp ímóti 20 m/s og um frostmarkið, men tað fáa vit einki gjørt við. Tó bæði harmiligt og óneyðugt at síggja eitt somikið býtt reytt kort í einum slíkum dysti. Víkingur javnaði Víkingur hevði fitt av undan­ vindi, men størsta skot­hótt­ anin, Súni Olsen, spældi í mið­verjuni. Eitt nú Philip Djordjevic royndi seg tó við lang­skoti úr 30 metrum, men tað fór dygst framvið mál­ inum. Tá ið Ibrahima Camara hevði misnýtt ein risa møgu­ leika til at økja til 3-1, so var tað Víkingur, sum javnaði við einum sera vøkrum máli. Ein avbjóðandi og væl upp­ lagdur Philip Djordjevic legði í 16-metrinum bóltin flatt yvir um til ein leysan Sámal Jákup Joensen, sum við inn­aru síðu stýrdi bóltin hegnis­liga í málhornið til 2-2, sum eisini gjørdist hálv­leiks­ støðan. Reytt kort Aftur í seinna hálvleiki var Víkingur langt frammi á vøll­inum frá byrjan. Hetta mundi kostað longu eftir tveim­um minuttum, tá ið Ibrahima Camara varð sendur í skjótálop. Verjan fekk tó ruddað burtur, og min­uttin aftaná var tað Víkingur, sum fekk eina risa møgu­leika at leggja seg á odda. Eftir gott innlegg kom Finnur Justinussen at standa leysur og stútaði ímóti mál­inum, men hann rakti beint á Trygva Askham. Soleiðis vóru nakrir mál­ møguleikar til hvørt liðið, men tá ið lítið korter var farið av seinna hálvleiki, versnaðu út­litini hjá B36. Víkingur var ávegis í mótálop, tá ið Hørður Askham sparkaði ein mótstøðumann. Púra óneyð­ ugt og Eiler Rasmussen, dómari, stóð væl fyri og ivað­ ist ikki eitt sekund hvat kort skuldi takast úr lummanum. Reytt kort og B36 var nú ein leikari færri. Brotsspørk Hóast ein maður í undirtali, so var tað B36, sum fýra min­ uttir eftir útvísingina legði seg á odda. Lukasz Cieslewicz spældi innskifta Gestur B. Dam leysan í vinstru síðu í feltinum, haðani hann sendi bóltin upp á tvørs til Høgna Eysturoy, sum í fullari ferð møtti bóltinum og setti hann í netið til 3-2 til B36. Eftir hetta setti Víkingur seg á tað mesta av spælinum, og fimm minuttir eftir B36- málið, tað var í 59. minutti, eydn­aðist tað teimum at javna til 3-3. Finnur Justinussen varð spældur leysur í vinstru síðu, og við fløt­um skoti setti hann bóltin í málið við handaru stong. Tað, sum eftir var av dyst­ inum, átti Víkingur. Tað var rótut, men tað sindrið av spæli, sum var, átti Víking­ ur. Teir høvdu eisini nakrar royndir at avgera dyst­in, men B36-verjan og Trygvi Askham megnaðu at halda tætt sein­astu løt­una og við úrs­litinum 3-3 varð farið bein­leiðis til brots­ sparks­kapp­ing fyri at finna vinnaran. Í brotssparkskappingini endaðu flest øll skotini í mál­inum, men tað var av­ger­ andi, at Geza Turi bjargaði skotinum hjá inn­skifta Árna G. Nielsen. Tað merkti, at Víkingur vann brots­sparks­ kapp­ingina 5-3 og slapp at taka ímóti steypinum, sum Lions Club lat teimum. albinus@sosialurin.fo 3 Geza Turi Kundi møguliga bjargað fyrsta málinum, men annars prísgivin í hinum báðum. Bjargaði einum brotssparki. 3 Gert Hansen Byrjaði álopskent, men endaði so meiri í verjustøðu. Góður avloysari á høgra bakki, um Bárður J. Hansen ikki spælir har. 3 Atli Gregersen Hevði trupulleikar við nøkrum ruddingum tíðliga í dystinum, men spældi seg væl upp og samanumtikið miðal. 4 Súni Olsen Eftir hondini ein góður avloysari í miðverjuni. Hevði nakrar næskar skotroyndir og góðar spælingar, sum lyfta hann upp um miðal. 2 Dánial Pauli Lervig Hevði ein strævnan dag, nú hann fekk møguleikan frá byrjan. Fekk nógv gjøgnumbrot at taka sær av og endaði ofta á halunum. 3 Sámal Jákup Joensen Ikki serliga eyðsýndur í opna spælinum, men legði eitt avbera gott mál eftir seg tá ið hann javnaði til 2-2. 3 Hans Jørgen Djurhuus Smæddist ikki í eyðkendu uppruddararolluni. Gjørdi sítt arbeiði áðrenn hann varð útskiftir í hálvleikssteðginum. 3 Hanus Jacobsen Frískt at síggja hann á miðvøllinum. Dugir nógv ting væl og serliga vísti hann seg hesaferð við góðum stikningum. 4 Philip Djordjevic Ein av teimum mest lívligu á vøllinum. Kreativur. Hann var upphavsmaður til næsta málið og var við í triðja málinum. 3 Sølvi Vatnhamar Enn er tíðliga upp á árið og hann rakti ikki tað himmalhøga støðið í hesum dystinum, sum hann hevði í fjør. Miðal. 4 Finnur Justinussen Enn sum áður lúrin áleypari og ein støðu hóttan. Fekk eitt mál og greiddi harumframt sína skyldu í brotssparkskappingini. spælarameting Dýrt reytt kort Sambært reglugerðini hjá FSF í sambandi við Stórsteypadystin, so telja reyð kort við og trínur í gildi næstkomandi dyst. Hørður Askham varð útvístur, og tað merkir, at hann ikki verður við til kappingarbyrjan í Effodeildini. Hvussu drúgt leikbannið verður, skal kappingarnevnd FSFs taka støðu til útfrá dómarafrágreiðingini. Myndir: Álvur Haraldsen B36 Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Hørður Askham ■, Odmar Færø, Jónas Tór Næs (Eli F. Nielsen) – Jákup á Borg (Benjamin Heinesen) Andrias Eriksen, Róaldur Jakobsen, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Thorleifsson) – Lukasz Cieslewicz ■ (Árni G. Nielsen) Ibrahima Camara (Gestur B. Dam)   Víkingur Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Súni Olsen, Dánial Pauli Lervig (Bárður J. Hansen) (Jákup Olsen) – Sámal Jákup Joensen, Hans Jørgen Djurhuus (Magnus Jarnskor ■) Hanus Jacobsen, Philip Djordjevic (Hjartvard Hansen) – Sølvi Vatnhamar – Finnur Justinussen 1 til 6