mánadagur 23. februar 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
– Joey Barton kosaði okkum aftur hesaferð.
Tú kanst ikki siga orsaka meiri enn eitt vist.
Charlie Austin, framherji hjá QPR og liðfelagið
hjá umstrídda Joey Barton, eftir at Joey Barton
aftur fekk reytt kort um vikuskiftið
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Declan Hill:
The Football Fix
Úr bókarúgvuni
Hetta sigur ítróttarheimurin
5 skjótir
Hetta er bókin, sum mangan
verður endurgivin, tá mál um
avtalað spæl í fótbólti koma
fram. Declan Hill greiðir í
bókini frá eini ferð í ólógliga
partin av fótbólti, har pengar
og avtalað spæl er ein partur
av gerandisdegnum. Í bókini
kemur Declan Hill tætt upp
á fólk, sum siga seg vita nógv.
Hann hevur keldur, ið vísa á,
at sjálvt í HM endaspølunum
er avtalað spæl ein partur av
spælinum. Tað er serliga í
Asia, at trupulleikin er stórur.
Hann tosar við fólk, sum
hava verið partur av avtal
aðum spælið og hann tosar
við fólk, sum vísa á trupul
leikarnar
við
avtalaðum
spæli. Her sleppur tú eisini
inn í praktiska heimin av
avtalaðum spæli, har spæl
arar skulu halda eyga við
hvussu vorin troyggjan hjá
einum ávísum manni er. Tí
har í liggur boðskapurin um
hvussu dysturin skal enda.
Eisini verður gravað í onkr
um av teimum kendu gomlu
søgunum um avtalað spæl.
Afturgangandi fyri hend
ingarnar er, at tað er eitt
fløkt samanspæl, har tað er
torført at siga akkurát hvør
hevur gjørt hvat. Hóast
bókin ikki kemur við einum
greiðum endaligum tilfeldi,
so endar Declan Hill til HM í
2006 í Týsklandi, har avtalað
spæl tykist verða á skránni.
Somuleiðis gevur bókin eina
fatan av hví nakrar fótbólts
spælari kundi funnið upp á
at tikið móti pengum fyri at
tapa.
Les hana um...
Søgur um avtalað spæl hava
tí áhuga. Hendan bókin hev
ur ikki so nógv við sjálvt
fótbóltsspælið at gera, men
opnar eina hurð, sum tú ikki
kanst lata aftur.
Ikki lesa hana um...
Um tú ikki hevur hug at ivast
um gegnið í einum fótbólts
dysti. Bókin varpar ljós á
ein skitnan og moralleysan
ítróttarheim.
Hvussu er hon at lesa...
Spennandi, tí so lítið av til
fari er um hetta evnið. Ferðin
byrjar eisini við fullari ferð,
men tú hómar móti enda
num, at tað er vónleyst at fáa
eitt endaligt svar upp á ill
grunan, tí alt er so fløkt.
Hvat sigur tú?
Tá komandi gølan rullar og
áhugin er stórur fyri vitan
um avtalað spæl, so skalt tú
finna tær bókina fram og lesa
hana. Men tá tú hevur lisið
hana, so vendist ikki aftur.
Hurðin er opin og kanska ikki
øll vilja vita sannleikan.
trondur@sosialurin.fo
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Barcelona tapti um vikuskitið óvæntað í La Liga. Móti hvørjum?
2 Venjarin hjá VB kvinnum í hondbólti hevur sagt upp.
Hvussu eitur hann?
3 Føroyskur svimjidómari skal døma á Evropsku leikunum í 2015.
Hvussu eitur hann?
4 Víkingur hevur fingið tildongd frá spælara úr EB/Streymi,
sum skoraði Stórsteypadystinum. Hvør er hann?
5 Danska Superliga’in byrjaði aftur um vikuskiftið. Hvør liggur á
odda?
6 Hvør vann HM í fótbólti í 1994?
7 Tottenham skoraði í evstu løtu móti West Ham í
Premier League í gjár. Hvør umsetti brotssparkið til mál?
8 Hvør er B36 spælarin á myndini, sum fær reytt kort?
Quizzin, svar: 1: Malaga, 2: Claus Rasmussen, 3. Dan Hjelm, 4. Gert Hansen, 5. FC Midtjylland, 6. Brasil,
7. Harry Kane og 8. Hørður Askham
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
FAKTA Declan Hill er ein
kanadiskur tíðindamaður, sum
ikki beinleiðis hevur fótbólt sum
sítt stóra áhugamál. Hann hevur
meiri áhuga fyri at grava og róta
í tingum, sum fevna um alt við
avtalaðum spæli og korruptión í
altjóða ítrótti. Hann verður mangan
hoyrdur av tíðindastovum, tá sakir
um avtalað spæl eru frammi.
★★★★★★
Hvat var hæddar
punktið í 2014 og hví?
Hæddarpunktið í 2014 var
avgjørt steypafinalan. Tað
hevði stóran tydning fyri
okkum og felagið.
Hvat var tað ringasta
í 2014 og hví?
Úrslitið av finaluni. Vit taptu
1-0 í yvirtíðini. Vit trúðu upp
á tað, og møguliga vóru vit
farnar til longda leiktíð, tá
1-2 minuttir restaði í. Um ein
ávís Heidi hevði skorað upp
á sín risa møguleika í 86 min,
so hevði søgan møguliga
verið ein onnur.
Havt fyri mál
hevur tú sett tær
fyri 2015?
Persónliga
havi
eg sett mær fyri,
at eg skal koma
við landsliðnum til Malta
í apríl. Umframt hetta, so
ynskir man altíð, at sleppa
undan skaðum og øðrum, og
at kappingarárið skal ganga
væl.
Hvat gleðir tú teg
mest til í 2015?
Eg eri ómetaliga spent at vita,
hvussu tað fer at gangast
okkara kvinnulandsliðið á
Malta. Vónandi eydnast tað
at koma víðari. Vit hava eitt
spennandi ungt lið. Onkur
spælari er komin til, og aðr
ir eru vorðnir eldri. Eitt
nú er Jónvá Hentze,
sum
júst
hevur
skorað sítt fyrsta
A-landsliðsmál,
ein
rættiliga
áhugaverdur
og
spenn
andi spæl
ari. Og so gleði eg meg nógv
til landskappingina her eg
vóni at HB koma longur upp
á stigatalvuna.
Hvør er tín ítróttarliga
fyrimynd?
Mín altjóða ítróttarliga fyri
mynd og hetja, er uttan iva
Zinedine Zidane. Eitt nú
dámdi mær ómetaliga væl,
tann altíð arbeiðssama og
skjóta Jónstein Petersen,
og sjálvsagt var Christian
Høgni Jacobsen við sínum
renningum og málum eisini
ein fyrimynd.
trondur@sosialurin.fo
Navn: Heidi Sevdal
Fødd/Aldur:
6. mars 1989 / 25 ár
Ítróttargrein: Fótbóltur
– Eg kann ikki lýsa støðurnar fyri tykkum,
men avgerandi løturnar í dystinum komu
í 30. 33. 43. og 69. minutti.
Soleiðis segði José Mourinho, venjari hjá Chelsea,
eftir at liðið hjá honum spældi 1-1 móti Burnley.
Venjari hjá Chelsea hevði alla orsøk at vera
ónøgdur við dømingarnar
– Eg eri bilsin av at vit taptu. Vit høvdu fleiri
møguleikar enn Swansea, sum skoraðu upp
á eitt avrættað skot í seinna hálvleiki.
Louis van Gaal er um at koma undir eitt sindur
av trýsti, eftir at Manchester United um vikuskiftið
tapti 2-1 fyri Swansea
?