Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 23. februar 2015 · Nr. 22 ítróttur Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Dart í Føroyum hevur ikki havt tað so gott nógv tey seinnu árini. Eg minnist í 90’ unum, tá tað javnan var venjing og kappingar millum tey ungu á Argjum. Øll áttu eina dart-talvu, og stóð illa til, so var tað grannin, sum hevði ein talvu í kjallarinum ella garaguni. Samstundis sum internetið og teldurnar gjørdust ein stórur partur av lívinum hjá okkum, so bleiv dartspælið vekk. Eg skal ikki siga, at tey bæði tingini hanga so neyvt saman, men eg havi mínar mistankar. Hesi seinnu árini hevur altjóða dart veruliga tikið dik á seg. Tey flestu kennast í dag við Phil »The Power« Taylor, sum verður mettur sum heimsins besti dartspælari, hóast hann av og á hevur tapt eina finalu. Tær stóru kappingarnar verða vísar í sjónvarpi og brandingin av dart er blivin nógv betri. Um vikuskiftið var 7. umfar í FM í dart í hølunum hjá Havnar Dartfelagi. Tað tykist sum at dart í nøkur ár hevur havt framgongd. Eg tosaði við fleiri spælarar, sum eisini gjørdu um seg í millum annað 90 unum. Vónin og ynski hjá teimum er, at dart aftur verður ein stór ítróttargrein. Tað burdi lati seg gjørt, tí øll kunnu spæla dart. Allar fyrst tykist semja verða um, at eitt lands­ dekkandi dart samband má skipast. Sum støðan er í løtuni, so eru tað lokal feløgini, sum skipa fyri kappingum. Men skal dart halda fram við menn­ingin seinnu árini, so er týdningarmikið, at høvðus­kappingar og mál verða stýrd av einum dart­ sambandi. Tað sum er við dart er, at øll kunnu spæla tað. Frá tí tú er heilt ungur til heilt gamal. Tað er líka mikið um tú er mannfólk ella konufólk, hvørjum krops­ ligum standi tú ert í og hvussu veðrið er. Alt tær nýtist eru pílar og ein dartskiva, Eitt tykist greitt. Dratsamfelagið er farið at røra upp á seg aftur. Nú er bara týdningarmikið, at finna útav hvat komandi stig er. Annars haldi eg – At rungandi staðfestingin av at vit hava brúk fyri eini fótbóltshøll kom í gjár, tá stórsteypadysturin bleiv spældur í avbjóðandi veðrið á Tórsvølli. – At kvinnulandsliðið er í holt við eina menning, sum vónandi stendur við, men at tapa 50 og 6-1 fyri einum íslandskum u19 er at stamma tað. Vónandi er ein góð forkláring til tað, men haldi fram við at menna tykkum – At Joey Barton ikki er verdur at satsa upp á – og fyri sovítt at lurta eftir. Maðurin setti QPR í eina torføra støðu við at blíva útvístur fyri at sláa. Øll kunnu spæla dart! Ítróttar klumman Tróndur Arge Remy vann 7. umfar Claus Rasmussen sagt upp í VB Tróndur Arge Bárður Olsen er framvegis á odda í samlaðu FM kapp­ ing­ini, men megnaði ikki at knúgva Remy í hálvfinaluni. Um vikuskiftið var 7. um­ far av 10 í FM kappingini í dart. Umfarið bleiv spælt í Havn. Vinnari í einmansleiki bleiv Ramy G. Hansen, sum vann á oddamannnum í FM kapp­ingini, Bárði Olsen, í hálv­finaluni. Í finaluni vann Remy G. Hansen úr Hanvar Dartfelagi á Jón Johansen úr Vága Dartfelagi. Favorittarnir í føroyskum dart eru í stóran mun Remy G. Hansen og Bárður Olsen. Lutakastið vildi tað so, at teir møttust í hálvfinaluni. Her vann Remy G. Hansen 6-3. Millum annað hevði Remy dagsins hægsta útgang í hálv­finaluni, sum var 130. Hóast Bárður á degnum átti flestar »180 arar«, so var tað ikki nokk at vinna Remy. Í finaluni vann Remy 7-3 á Jón Johansen. Remy vann finaluna greitt, hóast Jón royndi at svara aftur móti endanum. Bárður Olsen er fram­vegis á odda í FM kapp­ ing­ini í einmansleiki. Støðan í FM kappingini: 1. Bárður Olsen . . . . . . . . . . . 76 2 - 3. Bogi Isaksen . . . . . . . . 68 2 - 3. Remy G. Hansen . . . . . 68 4. Petur Thomsen . . . . . . . . . 66 5. Jørgen Meitilberg . . . . . . . 60 6. Jens Albert Simonsen . . . . 50 7. Jón Johansen . . . . . . . . . . . 44 8. Ólavur Ellingsgaard . . . . . 36 9. Oddfinn Hansen . . . . . . . . 32 10. Regin Enghamar . . . . . . . 28 Claus Rasmussen er ikki longur venjari hjá kvinnu­ lið­num hjá VB. Hann hevur takkað fyri seg. Tað váttaði hann í gjár fyri in.fo. VB spældi í gjár móti Stjørnuni, men tað var uttan Claus Rasmussen. – Tað eru fleiri ting, sum ger at eg havi valt at steðga. Eg havi nógv at gera í mínum dagliga starvi sum dagligur leiðari í Dagstovninum í Hoyvík, har vit í løtuni eru í holt við at umskipa arbeiði. Tað krevur nógva tíð at ferð­ ast og verða venjari, og tí tók leiðslan í VB móti upp­søgn­ ini, sigur Claus Rasmussen. Besta kvinnuliðið hjá VB hevur havt eitt misjavnt kapp­ingarár í Hvonn-deild­ ini, sum er besta kvinnu­ deild­in í hondbólti. VB hev­ ur ikki klárað at blanda seg upp í FM finalu stríðið í lands­kappingini, meðan tær blivu akkurát ov stutt­ ar til steypafinaluna, eftir umstríddu seinnu hálv­final­ una, sum bleiv flutt upp til fleiri ferðir. Claus Rasmussen váttaði fyri in.fo í gjár, at hann ikki longur er venjari hjá felag­ num. Hann var ikki við lið­ num, sum í gjár vann í Klaks­ vík móti Stjørnuni. Egill Steintórsson stóð á odda fyri liðnum. – Eg vil tó leggja afturat, at eg havi verið ótrúliga fegin um tíðina og upplivislið í VB, sigur Claus Rasmussen at enda. trondur@sosialurin.fo Jón Johansen og Remy G. Hansen í finaluni Gunnar Mouritsen handar Remy gullmedaljuna Jørgen Meitelberg, Remy G. Hansen, Jón Johansen, Bárður Olsen og Regin Enghamar, sitandi