Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 9 l 23. februar 2015 18 vikutíðindi Ide Møblar umboðar nú heimskenda veitaran av skrivstovustólum HÅG, sum framleiður teir væl umtøktu skrivstolustólarnar av sama merki. Í hesum sambandi fær Ide Møblar vitjan av Jimmi Knøfler serfrøðing frá HÅG, sum vísir og greiðir frá stóra úrvalinum og dygdunum hjá HÅG stólunum, sum eru egnaðir til bæði skrivstovuna og til heimanýtslu. HÅG er ein gomul og kend fyritøka, sum hevur ment, framleitt og marknaðarført originalar kontórstólar síðan 1943. Produktini hjá HÅG verða seld um allan heim og eru tær millum mest seldu í Evropa. HÅG hevur móttikið eitt ótal av heiðursmerkjum fyri design og komfort. -Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum hesar dagar, sigur Birgir Andreasen frá Ide Møblum, sum fegnast um økta úrvalið av skrivstovustólum, sum HÅG umboðar og Ide Møblar nú selur. Í hesum sambandi bjóðar hann øllum áhugaðum at vitja Ide Møblar. -Høvið verður at síggja og royna HÅG skrivstovustólarnar og at hitta Jimmi Knøfler, serfrøðing frá HÅG, sum saman við starvsfólki okkara fegin vegleiða og ráðgeva okkara kundum á okkara, sigur Birgir Andreasen. Tiltakið verður týsdagin 24. og mikudagin 25. februar, millum kl. 10 – 17.30. Týsdagin 24. februar verður fyri­lest­ urin »Hjælp og helbredelse ad ånde­ lig vej gennem Bruno Grönings lære« hildin í Bládýpinum í Dr. Jakobsens­ gøtu í Havn. Bruno Gröning (1906–1959) varð í 1950’un­um kendur í øllum Týsklandi fyri óskiljandi grøðing, ið fyri summi var ein náðigáva frá eini hægri makt og fyri onnur var rein falslæra. Kort­ini vísti tað seg, at tað gjøgnum lækna­ frøðiligar bleiv prógvað, at talan var um ektaða grøðing. Í mai 2013 varð Bruno Grönings Vennekreds heiðraður í New York við World Peace Prayer Society (WPPS) prísinum fyri sítt friðarvarð­veit­andi arbeið. Tað verður Mona Pedersen frá Bruno Grön­ings Vennekreds í Keyp­ mannahavn, sum kemur at greiða frá um lívið hjá Bruno Grönings og um hans­ara læru sum er breidd út um allan heim. Fyrilesturin í Bládýpinum 24. februar kl. 18.00 er ókeypis, og øll eru vælkomin siga fyri­reikararnir. Fyrilestur um hjálp og grøðing Bruno Gröning (1906–1959) HÅG ser­frøð­ ingur vitjar Ide Møblar Ide Møblar fær vitjan frá kenda veitaranum av skrivstovustólum HÅG tann 24. og 25. februar Jimmi Knøfler frá HÅG