mánadagur 23. februar 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 9 l 23. FEBRUAR 2015
Ókeypis lýsingablað
19
vikustólurin
Familja og mínir deiligu starvsfelagar
gera meg í góðum lag
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum?
Jaligur, arbeiðssamur og kreativur
Hvat merki er bilur tín?
Ford Focus
Hvat merki er telefon tín?
Iphone 6
Hvør er tín besta summar
frítíðaruppliving?
Tað hava verið nógvar góðar. Ein sum
ikki er verd at skriva heim um er, tá eg
og Pól Arni Holm vóru á Kos í 2003,
kritahvítir, lekkrir og smekkrir
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Super duper
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Lyndið hevur nógv at siga. Heldur eina minni
vakra við góðum og jaligum lyndi enn eina
vakra við neiligum lyndi. Men tíbetur havi eg
fingið bæði í posa og sekk hasum viðvíkjandi
Hvat ger teg í góðum lag?
Mín familja og mínir deiligu starvsfelagar.
Eg eri so heldigur at hava góð fólk
rundanum meg alt døgnið.
Hvat stressar teg?
Tá eg føli eg ikki røkki til
heima og á arbeiðinum.
Hvør er tín yndisrættur?
Allur føroyskur matur
Hvat gleðir teg?
Eg eri generelt glaður. Vit hava nógvar góðar
vinir og dáma væl at vera saman til ein góðan
døgurða og gott prát. M. a. tað gleðir meg.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
Veit ikki ordiliga? Man setur sær mál/ynskir
allatíð og arbeiðir fram ímóti teimum.
Hvar arbeiðir tú?
Í meklarafyritøkuni INNI
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Hetta er eitt sera spennandi arbeiðspláss
við nógvum ymiskum dagligum uppgávum
og avbjóðingum, har ongin dagur er líka.
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Tað eru nógvar. Men ein, eg komi í tankar um
beint nú er, tá ein kollegi (ein hvalbingur)
skuldi taka eini hús inn til sølu og fór í skeiv
hús. Ongin var inni, so hann ruddaði eitt
sindur, tók myndir v. m. Dagin eftir ringdu
onnur í bygdini og spurdu, um hann ikki eisini
kundi koma at rudda húsini hjá teimum
Hvørjum tónleiki
lurtar tú eftir?
Mær dámar øll sløg av tónleiki, bara
góðskan og handverkið er í ordan.
Havi sjálvur spælt tónleik í nógv ár.
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Um eg skal velja eina burturúr,
so er pencilin eitt gott boð.
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Húsini á Perskonugøtu, sum eg keypti
frá INNI, áðrenn eg varð settur í starv.
Hvat er títt besta
heimaráð?
Lær teg jantelógina uttanat og ger so tað
mótsatta. Onki er so sjarmerandi við fólki,
sum tá tey gleðast um, at tað gongur væl hjá
øðrum. Tað er umráðandi at vera tú sjálvur
og ikki leggja so nógv í, hvat onnur siga
og gera. Veit ikki, um tað er eitt heimaráð,
men tað er í øllum førum eitt gott ráð
Hevur tú nakað húsdjór?
Bubbi Anna – Heimsins fittasti undulátur.
Hann dugur at floyta Tvøroyrasangin “Í
summarskrúð bjørt Suðuroyggin lá”
og TB sangin Eisini hava vit hønur.
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Ein partur hevði farið til at gjalda skuld
niður og ein partur at brúka saman
við familju, vinum og til ferðing
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Goldið alla mína skuld og sett í fasta ogn.
Og sjálvandi forkelað tey nærmastu.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Tað kennist trygt og gott hjá
børnunum at vaksa upp.
Hvar ert tú um 10 ár?
Ikki ánilsi fyri tí. Kanska í sama
stað - nógvar royndir ríkari.
Navn: Dánjal Jákup Wiberg Holm
Lær teg
jantelógina
uttanat, og ger
so tað mótsatta