Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-23, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. februar 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 9 l 23. februar 2015 20 vikutíðindi Konsertir í grannalagnum Tað gongur móti ljósari tíðum, og summi hugsa helst um fara á ferð komandi árið. Vit hava funnið nakrar spennandi konsertir, sum tað hevði borið til at tikið við á ferðini Route 94 í Reykjavík Dagarnar 19. til 21. juni verður Secret Solstice festivalurin hildin í Laugardali í Reykjavík. Hetta er tónleikatiltak, sum bjóðar tónleik – serliga elektroniskan dansitónleik – í tríggjar dagar, tá ið sólin mest sum ikki setur nakrantíð. Á skránni í ár verður væl yvir fimmti nøvn, og teirra millum er Route 94, ið hava hittað við sanginum My Love. U2 í Madison Square Garden Ein av mætastu konsertbólkunum í søguni spælir í juni í einum av heimsins kendastu konsertstøðum, Madison Square Garden í New York. Tað er fittur teinur til New York, men tað er blivið bæði vanligari og lættari at ferðast tann vegin, og skuldi leiðin liði vestur um hav í juni, ber til at liggja fram við eftir atgongumerkjum til U2 í Madison Square Garden, har írski bólkurin spælir 7 konsertir í døgunum frá 18. til 30. juni. Nicki Minaj í London Amerikanska Nicki Minaj telist millum tær nýggjaru poppstjørnurnar, sum hava vunnið sær stóra undirtøku kring heimin. Nicki Minaj kemur í næstum til Europa at hava 18 konsertir, og ein av konsertunum verður á kenda spælistaðnum O2 Arena í London 28. mars. Paul Simon og Sting á palli saman Tveir av heilt stóru sangskrivarunum og tónleikarunum í alheims popptónleiki seinastu hálvu øldina kunnu í summar upplivast á palli saman. Paul Simon, sum bæði sum solistur og partur av Simon & Garfunkel hevur skrivað og spælt framúr sangir, og Sting, sum bæði sum solistur og partur av bólkinum The Police hevur staðið fyri dygdarpoppi, spæla konsetir undir heitinum On Stage Together. Ein av konsertunum verður í Odense í Danmark 17. mars. Dreingjapoppur í Horsens One Direction sita í løtuni á trúnuni fyri dreingjapoppbólkar, og í summar hava teir nakrar konsertir í Europa. Teir eru sera populerir í norðureuropa, og tí verður leiðin eisini løgd til eitt nú Noreg, Svøríki og Danmark. Ein av konsertunum verður á Casa Arena í Horsens í Danmark 16. juni. Bryan Adams í Forum Í ár eru liðin 30 ár, síðani Bryan Adams kom við sínari tiltiknu útgávu Reckless, og nú er tann dugnaligi kanadiumaðurin aftur á ferð við sínari gittar og sínum bólki. Hóskvøldið 19. Mars kann Bryan Adams upplivast í Forum í Keypmannahavn. Kiss í Barcelona Í ár er amerikanski rockbólkurin Kiss á 40 ára jubileums­konsertferð. Bólkurn spælir nógvar konsertir í Norðuramerika, men leitar sær eisini til Europa at spæla sangir sum Rock And Roll All Nite, I Love It Loud og Lick It Up. Ein av konsertunum verður í Palau Sant Jordi í Barcelona tann 21. juni. Beyonce í París Amerikanska songkvinnan Beyonce hevur sett tvey europe­ isk dato á sín kalendara í ár. Báðar konsertirnar verða hild­nar á Stade de France í París. Dag­arnar 12. og 13. sept. kann Beyonce upplivast í fransk høvuðss­tað­num, og skal tú hoyra Beyonce live í Europa í ár, er líkt til, at tú mást leita tær til býin yvir allar at lurta. Elton John við hittunum í Glasgow Enska tónleikalegendan Elton John fer í summar at ferðast í Europa við konsertunum, sum ganga undir heitunum All The Hits Tour. Elton John megnar neyvan at spæla øll síni mongu hitt á einari konsert, men lagt er upp til, at fólk fáa tað besta av tí besta frá tiltikna sangskrivaranum, sum hevur verið virkin í meira enn 40 ár. Elton John hevur tvær konsertir í Skotlandi. Onnur verður í Glasgow 19. juni, og hin verður í Aberdeen dagin eftir.